Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 20. januar 2017 Prestar eru ikki samdir um tað... Tað var ikki hissini hurluvasi, ið stóðst av orð­u­num hjá presti í Hests kirkju sunnu­ dag­in, tá hann prædikaði um brúdleypið í Kána – og legði dent á tær syndir, ið Bíblian vís­ir á, sum hava við hjúnabandið at gera. Orðini vóru hvøss. Prestur spurdi, um tey vóru ov hørð. Og hann svaraði sjálv­ur, at tey eru ov hørð, um tú ikki vilt hoyra sann­leik­ an. Men um tú vilt hoyra sann­leik­an, so eru tey ikki ov hørð. Og annar prestur í blaðnum í dag er samdur er samdur: – Gud náði tann kropp, sum er í móti LGBT í hes­um døgum. Vilja fólk veruliga hava eina prædiku, sum er trillrund og skal be­haga øllum, spyr hann. Og so verða fjølmiðlar lagdir undir at vera ør­ind­afólk fyri LGBT, tí teir ongan á­huga hava fyri øllum hinum prædikunum, sum verða hildn­ar kring landið hvørja viku. Ein triðji prestur sigur í blaðnum, at tá tað snýr seg um spurningar, sum elva til kjak og atfinningar móti kirkjuni, so er um­ ráð­andi, at vera eitt sindur snildur. Hann heldur, at summar prædikur kunnu vera ótaktiskar. Um tú vilt práta um hjún­ar­bandið, so eru tað nógvir mátar at gera tað uppá, heldur hann og sigur, at um hann til dømis skuldi tosað um hjúnabandið og hann var av tí áskoðan, at tað hoyrir mann og kvinnu til, so hevði hann sagt tað. Men hví ikki bara tosa um hjúnabandið mill­um mann og kvinnu og gera tað upp á ein kon­struk­tivan og uppbyggjandi máta? Hví taka tað við, sum tú ikki gongur inn fyri og so­leiðis gera tað niðurbrótandi, spyr hann. Og sum ein annar prestur sigur í blað­ num, við at endurgeva kenda danska prest­in Johannes Møllehave, at »orð er morð utt­an m... Tilveran er full av mordarum.« Spurningurin er bara, hvat vit vilja við kirkj­uni. Skal hon behaga øllum við ikki at siga tingini, sum tey eru, og siga fólki púra greitt, hvat er synd, og hvør er størri syndari enn annar? Er størsta syndin hjá kirkjuni at reka fólk frá Gudi? Ella stendur og fellur kirkjan ikki við Bíbliuni? Eftir stendur, at vit hava eina almenna fólkakirkju, sum er fyri okkum øll. Og at prestar ikki eru samdir um, hvussu harðliga teir skulu fara til orðanna. Er Annita á Fríðriksmørk fullkomiliga blottað fyri politiskt tev og politiskar snildir? – Eg havi fult álit á øllum limunum í Uttan­ lands­nevndini, tí teir siga, at teir hava ikki slatr­ að fyri Norðlýsinum – er greiða niðurstøðan hjá for­kvinnuni í Uttanlandsnevndini. Tað var Norðlýsið, sum bar tíðindini um tað, sum Høgni Hoydal segði á fundinum við utt­an­ lands­nevndini. Sjálvandi hevur onkur nevndarlimur slatr­að fyri Norðlýsinum. Fleiri nevndarlimir hava bæði pol­it­isk­ar og lokalar relatiónir til Norðlýsið. Tað er púra vanligt, at politikarar leka upplýsingar, sum teir ikki eiga. Tað gera teir viðhvørt fyri at stýra tíð­inda­flutn­inginum, viðhvørt fyri at vinna poltiskar sigrar og sum oftast fyri at gera fortreð. Hví skal tað vera øðrvísi hesaferð Annita? Hvussu harðliga skal prestur prædika? Uttanlandsnevndin Les eisini blaðið á telefonini Theresa valdur hørðu leiðina... ES síða 24-25 Ráhvítur dagur í øld Høgni Djurhuus Baksíðan Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Nýggi forsetin fer í skrúð­ gongu frá Captil-bygninginum til Hvítu Húsini Tá Donald Trump í dag tikin í eið, hevur hildið inn­set­anar­røðuna og etið morgungman, so fer 45. forsetin í USA í skrúðgongu frá kongressini Cap­itol til nýggja heimið tey Hvítu Húsini. Skrúðgongan skal gaonga 1,9 kilo­metr­ar­ nar eftir gøtuni Pennsylvania Avenue, sum sam­bind­ur Capitol bygningin og for­seta­bú­ stað­in í Washington D.C. Siðurin við hesum innsetingar­skrúð­ gongu­num er gamal og gongur heilt aftur til fyrsta forsetan, George Washington í 1789. Tann fyrsta skipaða skrúðgonga var í 1809, tá Jam­es Madison var tikin í eið sum forseti. Litt­ir amerikanarar vórðu fyrstu ferð bodn­ir við í 1865, men kvinnurnar máttu bíða líka til 1917, til tær kundu taka lut í há­tíð­ar­ haldi­num. Tað var tá Jimmy Carter varð innsettur í 1977, at siðurin var brotin, tí tá fór hann saman við familjuni til gongu hendan teinin. Síðani tá hava allir teir nýinnsettu forsetarnir gingið í øllum førum ein part av teininum. Trump skal ganga til Hvítu Húsini Nógv fólk framman fyri Capitl bygninginum í Wasnington, sum hýsir kongressini, tá Barack Obama varð tikin í eið sum forseti 20. januar í 2009 Bláoygda Annita Sjálvandi hevur ein ávísur nevndarlimur slatrað! Visti tú? – at Tórshavnar kommuna vaks við 413 fólkum sein­asta ár­ið