Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017 SOSIALURIN 9 32 MYND: HEINESEN MYNDIR H etta síðsta árið er tað vorðið 0,9 prosent dýr­ ari at búgva í Før­oyum. Tað sæst í nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni yvir prísgongdina í Føroyum Hagstovan sigur, at fjórða árs­fjórðing í fjør var prístalið 117,3 samanborið við 116,4 í sama árs­fjórðing í 2015 og sostatt eru prísirnir hækkaði 0,9 prosent Hetta er fyrstu ferð síðan fyrsta ársfjórðing í 2013, at prísirnir í ein­ um árið eru hækkaðir, sigur Hag­ stovan. Hesi seinastu sløku fýra árini frammanundan hava prísirnir antin staðið í stað, ella eru teir lækkaði tvey prosent. Seinasta árið eru mestsum allir vørubólkar dýrkaðir. Størsta príshækkingin hevur verið í bólk­ unum klædnavørur og fótbúnaður, sum eru 1,8 prosent, hotel og mat­ stovur eru 1,7 prosent dýrari, og rúsdrekka og tubbak eru dýrkað 1,4 prosent. Samstundis eru matvøruprís­ irnir farnir 1,1 prosent upp seinasta ár. 32 BAKSÍÐAN H etta er dagur í viku og dagur í ári. 20.januar 2017. Nei, hetta er dagur í øld. Í hesum myrku illveðursdøgum og náttum, heljarsamdøgrum, fagna vit, at USA endiliga fær ein rættiligan forseta aftur. Ein mann, sum hevur áskoðanir um alt og øll og torir at siga tær hart, sera hart, so øll hoyra tær. Annars nytta tær einki. Og øll vilja hoyra hann. Ikki bara tey, sum valdu hann, men fyrst og fremst øll tey forharmaðu og sjokeraðu í jabbjabbdemokratium. Tey stúra nú av sonnum fyri heimsins enda. Tað hava onnur, og ikki uttan orsøk, gjørt í aldir, eisini í hesari, vit eru í nú. Trump átti ikki at vinna. Trump er maðurin, sum ikki lippar alment og snakkar upp í fleiri bingjur afturat eftir hvørja drápsatsókn móti ósekum. Rættir menn gráta ikki. Donald vann. Hillary var bara kona sín mann. Obama var ein meistari at halda røður, siga tey. Men tað er ikki nóg mikið. Forsetin í heimsins størsta veldi má vera meistari í onkrum afturat. So sum at taka í egnan barm. USA er upprunin til allan handan yvirgangstramansskapin. USA við sínum innrásum í onnur lond og atburð sín har. USA noyðist tí eisini at rudda eftir sær. Vaska upp og niður við sterkum lúti. Tað torir Trump. Ókey, Obama drap Osama, sum USA skapti. Frankenstein umaftur. Donald er góður vinur við teir í Kreml, sum eru verri enn teir, sum vóru har í Sovjetsamveldinum. Men tað er skilagott at vera væl við teir. Í USA sigraði fólkaræðið. Russland hevur eisini fólkaræði, á onkrum gulnaðum pappíri. Tað var so umráðandi hjá øllum jabbarum her vestanfyri, at Russland fekk fólkaræði í staðin fyri einaræði. Gamla, góða Sovjetsamveldið varð jarðað og heimliga mafian var ovurglað. Tað vóru ikki øll tey veiku í Sovjetsamveldinum. Tey høvdu bara vodka eftir. Tey mistu síni rættindi. Hvat fanin skalt tú brúka talufrælsi til, tá tú onga song hevur at sova í og einki arbeiði at fara til? Skál. Bara so undarligt, at øll tey, sum hálova fólkaræðinum, bara eru nøgd, tá tann, sum tey halda við, vinnur. Tá er fólkaræði gott. Annars ikki. Sum ein fótbóltsdystur. Tey, sum vinna, rópa ikki um, at dómarin einki nyttaði, hóast hann veruliga einki nyttaði fyri hvørki liðið. Hvat annað er at fegnast um í dag? Jú, kavin. Hesin deiligi kavin, sum lá alt ov stutt. Seinkað hvít jól. Vit fáu idiotar, sum ikki enn hava fatað, at ikki ber til at búgva í Føroyum uttan at hava bil, halda, at tað er so stuttligt at ganga. Royna at ganga í kavanum og ikki minst í hálkuni, tí har, sum gangandi er, har eru bilarnir. Kommunan roynir at noyða okkum út á vegirnar. Vit kunnu velja millum at detta og bróta okkum sundur á gongubreytini, ella verða yvirkoyrd og bróta okkum sundur á vegnum. Eldrarøkt. Tey, sum eru innikavað í sínum elskaðu bilum í níggju tímar á motor­ vegunum, soleiðis eita landsvegirnir nú, málið er jú livandi, elska kavan. Tey koyra út í hann, hóast ávarað, tí tey eru so góð við kavan. Um 30 ár fara tey, sum liva nú og tá, at siga og staðfesta, at alt var betri fyrr. Og fyrr, tað er nú. Og soleiðis verður so leingi. sum hesin heimurin er til. Alt var betri fyrr. Tí alt versnar so líðandi. Tey, sum halda uppá, at heimurin er vorðin eitt betri stað at brúka sítt lív, møsna og lúgva. Kavin var hvítari fyrr. Nú er tíverri so sjáldan kavi. Vit elska kavan enn, hóast hann var hvítari fyrr. Men hvítt er so nógv. Nú er kavin ráhvítur. Vit ráhugna okkum í kavanum og kavráu verðini. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Ráhvítur dagur í øld Nú er aftur dýrari at búgva í Føroyum