mánadagur 23. januar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
á Vikublaðið vitjaði í Íslandi í
heyst, vóru vit inni á gólvinum
hjá fryntligu hjúnunum báðum,
har borðreitt varð við øllum góðum.
–Vit keyptu hús í Hveragerði í
2010, og eg haldi, at vit vóru ógvuliga
heppin at fáa møguleikan at ogna
okkum júst hesi húsini fyri ein líkinda
prís. Húsini, sum eru bygd í 2006, eru
154 fermetrar stór.
Tað sigur Jens Vilhelm Danielsen.
Spurdur, hví tey valdu at flyta til
Íslands at búgva, sigur hann brosandi,
at tað kundu vit heldur spurt konu
hansara um.
– Jú, hon helt, at nú høvdu vit verið
í Føroyum í 27 ár, eftir at bæði vóru
komin heim úr Danmark, og nú kundi
hon hugsað sær, at vit búsettu okkum
í Íslandi. Um hetta mundið vóru vit
bæði eisini gott og væl pensjóneraði,
men eg helt kortini fram sum prestur
í Føroyum eini 2-3 ár eftir pensjóns
aldurin, sigur hann.
Byrjaði í 1984
Jens Vilhelm Danielsen fór blaðungur
til Danmarkar á kostskúla hjá advent
istunum, og seinni fór hann eisini at
lesa teologi, harav hann eisini las
nøkur ár í Onglandi.
Umframt at arbeiða á kostskúlan
um, har hann hevði ábyrgd av ungu
dreingjunum, og konan hevði ábyrgd
av ungu gentunum, arbeiddi hann
eisini sum hjálparprestur og seinni
sum prestur innan adventistasam
komuna.
Sum tíðin leið, vildi samkoman í
Føroyum hava hann heim til Føroyar
at vera prestur, og hetta gjørdist
veruleiki, tá hjúnini fluttu heim til
Føroya at búgva í januar mánaði í
1984. Tá komu tey úr USA, har Jens
Vilhelm hevði verið í nakrar mánaðir
og tikið eina master-útbúgving innan
teologi.
– Samstundis, sum eg tók við
prestastarvinum hjá Adventistakirkj
uni í Føroyum, byrjaði konan, sum er
útbúgvin korrospondentur í fronskum,
týskum og enskum, sum lærari í
Adventistaskúlanum.
– Vit vórðu biðin um at koma heim
til Føroya at taka hesar uppgávur á
okkum.
Hann sigur, at konan er fødd í
Vestmannaoyggjunum, men ein stór
an part av barna- og ungdómsárunum
búði familjan her nærindis Hveragerði,
har tey nú hava valt at seta búgv
aftur. Har familjan hjá Sonju búði, var
ein bóndagarður og kostskúli.
Framvegis virkin
Jens Vilhelm Danielsen hevur eisini
verið virkin sum hjálparprestur, eftir at
hjúnini komu yvir til Íslands at búgva.
Beiggi Sonju, sum var leiðari í
Adventistakirkjuni í Íslandi, tá tey
komu yvir, helt, at nú tey vóru í Íslandi,
kundi Jens Vilhelm hjálpa til við at
hava gudstænastur viðhvørt.
– Vit hava eina samkomu her í Sel
fossi, sum liggur nær við Hveragerði.
Eg lovaði honum tá, at eg kundi taka
eina gudstænstu fast um mánaðin
í Selfossi. Vit byrjaðu so við hesum.
Eg eri ikki so kønur í íslendskum, so
eg hevði tær fyrstu prædikurnar á
føroyskum, og konan týddi so til ís
lendskt undir gudstænastuni.
Men, so gjørdi Jens Vilhelm, sum
hann brosandi tekur til, ein »brølara«.
– Brølarin var, at eg einaferð end
aði eina gudstænastu við einum sitati
úr einari bók, sum eg las á íslendskum.
Tá ið so gudstænastan var liðug,
fóru øll til Sonju og søgdu, at »… nú
heldur hann uppat við at prædika á
føroyskum…«
Jens Vilhelm sigur, at hann og
Sonja nú gjørdu av, at hann skuldi
skriva prædikuna á føroyskum, og
síðan skuldi Sonja týða hana til ís
lendskt.
– So, seinnu árini havi eg hildið
prædikuna á íslendskum, leggur hann
aftrat.
Sonja er organistur í Adventista
kirkjuni Hveragerði, tá maðurin præ
dikar og eisini, tá onkur skal loysast
av ella hevur forfall.
Men, Jens Vilhelm sleppur ikki altíð
við bara at hava eina gudstænastu um
mánaðin.
– Tá tørvur er á hjálparpresti aðra
staðni, eitt nú í Reykjavík, Hafnar
fjørðinum ella í Keflavík, so taki eg
eisini eina hond í har. Tað er soleiðis,
at tey kenna mítt telefonnummar,
sigur hann brosandi.
– Eg eri fallin til
Jens Vilhelm Danielsen sigur, at
hann gjøgnum árini er komin nógv til
Íslands, tá Sonja hevur røtur haðani.
– Jú, eg haldi, at eg eri fallin til her
yviri, men vit eru av og á í Føroyum
og vitja, og tað kemur eisini fyri, at eg
prædiki í Adventistakirkjuni í Føroyum,
sigur hann.
Sonja sigur, at henni dámdi væl í
Føroyum tey 27 árini, tey búðu her,
men nú tey bæði eru pensjónerað,
heldur hon, at tað er deiligt at vera
komin aftur til Íslands at búgva.
Vit á Vikublaðnum kunnu bara
leggja aftrat, at vit sótu sera væl í
nýggja heiminum hjá Jens Vilhelmi
og Sonju, meðan vit vitjaðu, og Sonja
syrgdi eisini fyri frálíkum og væls
makkandi nátturða.
Morgunin eftir, tá vit fóru heim
aftur úr Hveragerði og skuldu heim
aftur til Føroya, skuldu Jens Vilhelm
og Sonja eisini heim til Føroya. Vit
koyrdu tískil saman á flogvøllin og
fylgdust allan vegin heim til Føroya.
Vikublaðið takkar teimum báðum
hjartaliga fyri, at vit kundu vitja tey í
nýggja heimi teirra í Hveragerði.
Jens Vilhelm Danielsen, sum í Føroyum er kendur sum hin avhildni og fólksligi adventistapresturin,
býr ikki í Føroyum longur. Í 2010 fluttu hann og konan Sonja, sum er íslendsk, til Íslands at búgva
Nú býr Jens Vilhelm
í Hveragerði í Íslandi
Hjúnini búðu í Føroyum í 27 ár, har hann starvaðist sum prestur í
Adventistakirkjuni, og hon var lærari á Adventistaskúlanum
– Jú, eg haldi, at eg eri fallin til her
yviri, men vit eru av og á í Føroyum
og vitja. Tað kemur eisini fyri, at
eg prædiki í Adventistakirkjuni
í Føroyum, sigur Jens Vilhelm
Danielsen