mánadagur 23. januar 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
10 orsøkir at vitja
Reykjavík um veturin
N
ú eru heystið og veturin blivin
líka væl umtókt millum ferða
fólk sum várið og summarið, tá
ið tað snýr seg um at vitja í íslendska
høvuðsstaðnum Reykjavík.
Um summarið er tað ljóst næstan
allar 24 tímarnar á degnum, og tað
er nakað, sum ferðafólki dámar væl.
Men um veturin er tað Norðlýsið, ið
dregur nógv ferðafólk til Íslands, og
alsamt fleiri ferðafólk vitja í Reykjavík
vetrarmánaðirnar. Umframt Norðlýsið
er jú eisini møguleiki at uppliva stór
slignu náttúruna, ymsu søvnini, kafeir
og matstovur í hópatali. Her eru 10
góðar orsøkir til at vitja í íslendska
høvuðsstaðnum:
Norðlýsið
Tað er stórur áhugi fyri Norðlýsinum í
Íslandi, og ferðafólk elska at uppliva
serstaka náttúrufyribrigdi. Tað liggur
best fyri at uppliva Norðlýsið uttan
fyri býirnar, har tað er minni ljós, men
tá ið Aurora Borealis er bjartast, sæst
tað eisini væl yvir Reykjavík.
Imagine Peace Tower
Tornið er reist til minni sum John
Lennon, sála, og tað var kona hans
ara, Yoko Ono, sum fekk hugskotið
til at reisa eitt friðarljós, sum skuldi
minna fólk á, at friður á jørð er tað
týdningarmiklasta í lívinum. Imagine
Peace Tower, sum stendur á oynni
Viðey, er gjørt 100 prosent av ljósum,
og tað verður tendrað hvørt á føð
ingardegnum hjá John Lennon.
Ríðitúrur í kava
Fólk flest hava kanska roynt at sitið á
hestabaki ein góðan summardag, men
um tú ongantíð hevur roynt at riðið
um veturin, so er hetta nakað, ið kann
viðmælast. At ríða í nýggjum kava er
ein hugtakandi uppliving, og serligu
íslandsrossini eru serliga væl egnað
til júst slíkt.
Bergtakandi sólarljós
Um veturin hevur Ísland bergtakandi
sólarris og sólsetur. Ljósið er nakað
heilt serligt, og tað heilt serliga ljós
spælið millum ljós og skugga gevur
myndaáhugaðum eitt serstakt høvi
at taka nakrar fantastiskar myndir.
Gongutúrar í náttúruni
Reykjavík hevur nógv støð, har tað
liggur væl fyri at koma tætt uppá
náttúruna, ganga undir trøum, fram
við sjónum ella ganga framvið ánni
Elliðaá, sum rennur gjøgnum eystara
partin av býnum. Kavar tað í Reykja
vík, so verður Øskjuhlið bakkin, sum er
heimstaðurin hjá Perluni, og skógurin
har um leiðir eitt heilt serligt kava
landslag, sum er vert at vitja.
List
Tað er ein ørgrynna av listasøvnum í
Reykjavík, og nógv grøn øki við stand
myndum, sum dregur nógv vitjandi,
ikki minst tá ið standmyndirnar eru
kavaklæddar.
Heitir pottar
Tað er einki so gott sum at fara ein
túr, antin einsamallur ella saman við
vinfólki ella familju, at vitja ein av
mongu heitu pottunum í íslendska
høvuðsstaðnum. Pottarnir hava leingi
opið, og teir eru at finna allastaðnis
í býnum.
Heystlitir
Renn, súkkla ella gakk ein túr framvið
vatninum mitt í Reykjavík. Nógv al
menn grøn øki eru í býnum, og hesi
støð eru altíð opin, um tú hevur hug
at røra teg eitt sindur og samstundis
uppliva serligu heystlitirnar, sum seta
sín serliga dám á býin vetrarhálvárið.
Hugnaligar matstovur
Matstovurnar í Reykjavík hava sum
heild eitt rættiliga høgt støði, og tú
kanst finna bæði nýmótans matstovur
við modernaðari matarskrá, ella tú
kanst leita tær inn á eina av gomlu,
hugnaligu matstovunum við meiri
klassiskari matskrá. Møguleikarnir eru
óteljandi, og tað ber væl til at royna
serliga íslendska matin eisini.
Romantikkur
Reykjavík hugtekur altíð. Í Reykjavík,
sum er umgyrdur av fjallinum Esja og
sjónum, er tað lætt at finna romantisk
støð, og nógvar smáar og hugnaligar
síðugøtur eru í miðbýnum, har man
sum par kann leita sær eftir onkrum
forvitnisligum.
Reykjavík er ein heilt serligur býur, sum blívur betur og betur umtóktur alt árið