mánadagur 23. januar 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
að, sum serliga var áhugavert
í Hørpuni hetta kvøldið, var, at
okkara kendi operabassur, Rúni
Brattaberg, var við í velduga stóra til
takinum.
Mentanarhúsið í Reykjavík dregur
nógv fólk til sín kring úr heimi, og sagt
verður í Íslandi, at eini 100.000 fólk
koma úr øðrum londum um árið - bara
at síggja Hørpuna.
Konsertin, sum Rúni Brattaberg
var við í, fór fram í stóra salinum, sum
rúmar eini 1500 fólkum.
At síggja Hørpuna og at uppliva
eina so stóra konsert saman við Rúna
Brattabergi og mongum øðrum góð
um sang- og tónleikakreftum var eitt
velduga stórt upplivilsi.
Vandu í sjey vikur
Eftir konserttiltakið, sum vardi í einar
tríggjar tímar, hittu vit Rúna Bratta
berg og pápan, Árna Brattaberg, sum
hetta kvøldið lýddi á, meðan sonurin
sang ariu.
Vit spurdu fyrst Rúna Brattaberg,
hvussu nógv tey høvdu vant til stóra
konserttiltakið.
– Eg havi verið í Íslandi í sjey vik
ur og vant. Hetta er ein ógvuliga
trupul leiklutur. Sum tú sást, var eg
ikki serliga leingi inni á pallinum,
men kanska eitt korter tilsamans.
Eg hevði leiklutin sum ein generalur,
sum arbeiðir í herinum. Tað merkir, at
eg havi eina øgiliga makt. Men, hesin
generalurin hevur funnið eina unga
konu, sum hann elskar yvir alt. Tað er
her, at leikluturin er ógvuliga trupul.
Generalurin skal skifta ímillum at
vera ein ógvuliga myndugur persónur
til at vera ein ógvuliga kærleiksfullur
»figurur«.
Rúni Brattaberg sigur, at leikluturin
kortini var ógvuliga spennandi.
– Her var eingin upptakt. Tú kemur
inn á pallin, og arian er har beinan
vegin. Hetta er ein ógvuliga fín aria,
og eg haldi sjálvur, at tað gekk ógvu
liga væl, og soleiðis havi eg eisini skilt
tað á teimum afturmeldingunum, eg
havi fingið.
Rúni Brattaberg sigur, at hetta
var ein eykasýning, og tilsamans vóru
sýningarnar fimm í tali.
– Tað var útselt hvørja ferð, og
1500 fólk vóru til hvørja sýning. Tað
er bara fantastiskt at vera við í einum
slíkum tiltaki.
»Ringurin« bara veksur
Rúni Brattaberg sigur, at hann annars
arbeiðir fast í Leipzig í Týsklandi, og
her fær hann løn hvønn mánaða fyri
at syngja 15 kvøld um árið.
– Tað er nakað heilt annað enn
hetta í kvøld, sum var so ógvuliga
kensluborið. Tað, sum eg fái pengar
fyri í Leipzig, er Wagner. Eg havi ein
sáttmála, sum næstan bara er fyri
tað.
Spurdur, hvussu ein sangari sum
hann sleppur fram at í Hørpuni, sigur
Rúni Brattaberg er tí, at »ringurin«
bara gerst støri og størri so hvørt, sum
tú verður meira og meira eftirspurdur.
– Tað er ótrúliga stuttligt at fáa
eina slíka uppgávu sum hesa, eg hevði
í Hørpuni.
Hann sigur, at tey, sum framførdu
í Hørpuni hetta kvøldið, vóru úr ym
iskum heraðshornum, og høvuðsleik
arin var russi, sum megnaði sína upp
gávu sera væl.
– Russin var eftir mínum tykki heilt
fantastiskur, leggur Rúni Brattaberg
aftrat.
Kór, orkestur og sangarar hetta
kvøldið í Hørpuni mundu vera umleið
150 tilsamans.
Tá Rúni fór úr Íslandi eftir stóra
konserttiltakið, fór hann fyrst heim
til Føroya, og tá var næsta uppgávan
hjá honum aftur í Leipzig.
Millum teir kendastu
Rúni Brattaberg sigur, at hann og
konan búgva í Brøttulíð í Havn, og
tey hava eisini eini deilig summarhús í
Elduvík – og so búgva tey eisini í Leip
zig.
– Tá eg nú fari niður aftur til Leip
zig, verið eg har til einaferð í apríl.
Konan hevur privatundirvísing í sangi í
Føroyum, og tað hevur hon, tí tá kann
hon betri leggja til rættist, nær hon
er við mær í Leipzig, og nær hon er
heima í Føroyum og undirvísir.
Rúni Brattaberg sigur, at kona
hansara hevur lært hann nógv, og
hann sigur seg ongan betri lærumeist
ara kenna í sangi enn júst konuna.
Áðrenn vit sleptu Rúna, spurdu vit
hann, hvat røddin hjá honum hevur,
sum aðrir bassar ikki hava.
– Eg havi eina ógvuliga djúpa og
stóra rødd sum bassur, og so er tað
eisini »typurnar«, sum hugt verður
eftir, tá talan er um leikir, sum tað
ofta er í slíkum framførslum, sum tit
sóu í Hørpuni í kvøld.
Hvussu frammarlaga ert tú millum
tínar líkar her um okkara leiðir?
– Eg trúgvi, at innan tað, sum eg
fáist við – tað, sum fevnir um Wagn
er – teljist eg ivaleyst millum fimm
teir mest eftirspurdu í Evropa. Tað er
serliga seinastu tvey árini, at hetta er
komið til sjóndar, sigur Rúni Bratta
berg, sum eisini hevur skrivað sátt
málar við ein av kendastu dirigentum
í heiminum, sum vit ivaleyst fara at
hoyra meira um seinni.
Tá Vikublaðið vitjaði í Íslandi í seinnu helvt av november, eydnaðist tað okkum at sleppa til eitt
stórt konserttiltak í hábærsliga og stórslignað mentanarhúsinum Hørpuni í Reykjavík
Við Rúna Brattaberg
í Hørpuni í Reykjavík
Í Hørpuni hetta kvøldið var
eisini Árni Brattaberg og
lýdda á, meðan sonur sang
Hábærsliga mentanarhúsið Harpan í Reykjavík sum tekur 1500 fólk í stóra konsertsalinum
Hetta var eitt ógvuliga stórt og flott konserttiltak, har
Rúni Brattaberg hevði leiklut sum generalur