mánadagur 23. januar 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
Tað er ikki nakar endaligur sannleiki, at ein myrkur veggur ger at lítið rúm minni. Myrki liturin kann eisini gera rúmið størri
Vilmund Jacobsen
O
fta verður sagt, at tú eigur at
halda aftur við myrkum litum,
um íbúðin er lítil – og at tú
heldur eigur at mála við ljósum litum,
sum fær rúmini at tykjast størri.
Hetta er ein regla, sum røkkur
rættiliga langt. Men, tað eru dømi,
har heim títt kann síggja størri út júst
við myrkum liti
Tey kønu siga, at tað er serliga er
tann eini málaði veggurin við myrkum
liti, sum kann gera, at rúmið tykist
størri.
Hví er alt hvítt?
Máling kann saktans vera meira enn
hvít, tó at nógv halda seg til tað hvíta
og ljósa.
Máling kann veruliga fríska upp
tínar veggir, kommodu, skenk, borð
og stólar, og um tú ynskir tað, kann
máling og tapet rættiliga umbroyta
rúmini við litum og mystrum.
Tey, sum eru røsk við hugskotum,
siga, at máling og tapet kunnu skapa
persónleika, geva orku og gleði um at
»hittast« aftur - um vit so kunnu siga.
Tú gleðir teg snøgt sagt at koma
heim aftur til litríku rúmini og møbl
arnar.
Litir og strípur
Og møguleikarnir við máling eru ótelj
andi.
Tú kanst mála við fleiri litum, stríp
um, prikkum ella stjørnum. Tað er bara
hugskotið, sum setir mørkini.
Ein veggur kann eitt nú málast við
litum og kommoda, skenkar, borð og
stólar við uppaftur øðrum litum.
Tú kanst brúka litirnar, soleiðis
sum tú hevur hug til – ella ikki hevur
hug til.
Eitt hugskot kann vera at leita úti
á útlendskum heimasíðum við hug
skotum um máling, litir og tapet.
Ger rúmið størri við
einum myrkum veggi
Tú kanst brúka litir, soleiðis sum tú hevur hug til - ella ikki hevur hug til