mánadagur 23. januar 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 23. JANUAR 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
Vilmund Jacobsen
E
in dagin herfyri, tá Vikublaðið
var í ørindum inni á gólvinum
í blómuhandlinum Akkuleya í
Niels Finsensgøtu í Havn, fangaðu
hesir fýrakantaðu og rundu »kass
arnir« við træringum á, sum síggjast
á viðheftu myndum.
Við fyrsta eygnakast sá tað út,
sum kassarnir vóru klæddir við tapeti,
men tá vit hugdu nærri, sást skjótt, at
hetta eru avsagaðar greinar, skornar
í træringar, sum eru festar á hesar
kassar.
Hetta kundi kanska verið eitt for
vitnisligt hugskot til eitt horn í einari
stovu ella okkurt slíkt.
Onkur, sum nýliga hevur tapet
serað stovuna og kanska enn ikki
eigur nakað at koyra í hana, kundi
hóskandi gjørt nógv burtur úr hesum
mátanum at dekorera - einum máta,
sum ivaleyst er nógv bíligari enn so
mangt annað.
Tað, sum ræður bara um, er, at tú
kanska dugir eitt pinkalítið sindur av
handverki.
Í hesi nýggju - ella ístandsettu -
stovuni síggi eg fyri mær eitt stórt
og tómt rúm við ljósum, nýmálaðum
veggjum. Rúmið er so gott sum tómt.
Og so í gongd
Eg fái mær nú eina finerplátu, minki
hana eitt sindur í longd og breidd.
Plátan verður málað svørt á síðuni,
sum vendir upp og um kantarnar.
Tá plátan er klár, fari eg mær á
eitt ruskpláss, har tey koyra burtur
greinar, runnar og trø. Eg velji mær
nakrar greinar í hóskandi stødd, bæði
tjúkri og klænri.
Heimkomin verða greinarnar sag
aðar sundur, soleiðis at tú fært hesar
“træringarnar”, sum síggjast á mynd
unum.
Tá ein rúgva er sagað - og alt í
somu tjúkt, men í ymiskum skapi -
verður byrjað at festa ringarnar á
finerplátuna.
Byrjað verður í hornunum fyrst, har
ringurin í hvørjum horni verður sag
aður í vinkul. Síðan verður farið oman
eftir øllum útsíðunum.
Tá ið komið er runt, og allir
kantarnir eru, soleiðis sum teir rigga
og liggja best, verða ringarnir - ein
fyri og annar eftir - festir á plátuna,
soleiðis at teir at enda dekka alla
plátuna.
Nú hevur tú eftir mínum tykki eitt
stórt listarverk, sum kann heingjast
upp á veggin í stovuni, og tú hevur
helst eitt listarverk, sum eingin annar
hevur.
Síðan til kassarnar
Tá listarverkið hongur uppi, kanst tú
smíða tær einar tveir smærri kassar í
ymiskari, men hóskiligari stødd. Eru
hendurnar góðar, kanst tú møguliga
eisini smíða ein rundan kassa, soleiðis
sum sæst her á aðrari myndini.
Nú heldur tú fram við træringunum
á sama hátt, sum við listarverkinum.
Ætlar tú eisini at royna teg við
einum rundum kassa, er ivaleyst um
ráðandi at brúka træringar úr greinum,
sum ikki eru so tjúkkar, tí tá fært tú
tær betri at liggja at, og úrslitið verður
snøggari.
Nú listarverkið hongur uppi, og
kassarnir - fýrakantaðir ella rundir
- eru “tapetseraðir” við træringum,
eigur tú ein snøggan og kreativan krók
onkustaðni í stovuni.
Tú kanst hava urtapottar ella
lampur standandi á trækassunum.
Eg sigi ikki, at hetta, eg her havi
nevnt, hevði riggað, men tankin
streyfaði og kreativi hugurin fór at
sveima, tá eg sá hesar kassarnar inni
á gólvinum í Akkuleya.
Hetta er kanska eitt hugskot, sum tú kanst brúka til okkurt forvitnisligt og kreativt
– ella eitt hugskot, sum tú kanst byggja víðari á
Hevði hetta hugskot riggað til tína stovu?
BústaðarLán
Vitja deildina í Havn og Vági
ss.fo
ANNIJANNI