Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 4 • 23. JANUAR 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim Vilmund Jacobsen P lattar kunnu brúkast til so nógv ymiskt, bæði innan- og uttan­ dura. Á netinum finnast nógv ymisk hug­skot um, hvussu tú kanst gera, og tað er ikki óvanligt at síggja, at fólk gera sær havamøblar, sengur, reolir, hillar – ja, enntá heilar køkar úr plattum. Vikublaðið hevur áður skrivað um mann í Froðba, sum bygdi dóttir síni tað mesta av einum heilum sethúsum úr plattaviði! Í handlum, kanska serliga málinga­ handlum, síggja vit viðhvørt fagurt mál­aðar plattar, sum handilsfólk brúka til at seta sínar vørur á. Hetta kann saktans rigga óføra væl. Skriva »paller« Men, hvussu finnur tú so »plattar« á netinum? Jú, tú skrivar orðið »paller« í leiti­ skip­anina á www.google.com, og tá skuldi ymiskt komið fram, sum leiðir teg, ið leitar eftir frískum hugskotum, á ymiskt áhugavert. Hevur tú eitt hvørt, sum skal ger­ ast, og tú dugir eitt lítið sindur til hendurnar, er bara at koma í gongd. Sum viðheftu myndir vísa, eru møguleikarnir við plattum og platta­ viði næstan óendaligir. Tá plattar verða um- skapaðir til møblar Plattaviður kann brúkast til so mangt. Plattarnir kunnu sagast sundur ella takast sundur, og teir kunnu setast saman til mangt og hvat. Alt er upp til hugflogið Her er mest sum alt gjørt úr plattum og plattaviði – og mitt á gólvinum liggur ein tóm og málað kaðalrulla sum borð Tað er bara hugflogið, sum setir mørkini fyri, hvat plattar kunnu brúkast til, bæði innan-og uttandura Her hava tey gjørt urtapottar – ella blómukassar – burtur úr plattum og plattaviði