týsdagur 24. januar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Politikarar eru mangan fullir í góð
um hugskotum. Tað er bara spell, at
hugskotini sita so nógv leysari, tá
teir eru í andstøðu uttan ávirkan,
enn tá teir sita í samgongu við
ávirkan.
Og Kringvarpið er tá mangan
eitt lætt offur.
Vit hoyra javnan Jógvan á Lakj
uni siga, hvussu hann heldur, at
Kringvarpið átti at verið. Sjálvur
hevur hann ábyrgdina av, at Út
varp Føroya og Sjónvarp Føroya
uttan nakað sum helst bara vórðu
klaskað saman í ein stovn. Tá var
Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður
í mentamálum við ábrygdini fyri
stovninum.
Hann hevði eisini hesa ábyrgd,
tá politiska semjan um at niðurlaða
lýsingarnar í kringvaprinum varð
gjørd í 2007 – ein avgerð, sum skuldi
slóða fyri, at privatu miðlarnir fingu
ein kjans á lýsingarmarknaðinum
uttan at Kringvarpið undirbjóðaði.
Men hetta vóru bara orð uttan
innihald.
Um dagarnar er so fyrrverandi
løgmaður, Kaj Leo Holm Johanne
sen, frammi við sínum góðu hug
skotum.
Hann heldur ikki, at Kringvarpið
er óheft. Hann heldur, at Kring
varpið hevur politiska slagsíðu. Og
hann heldur, at nú skal tað rættast.
– Tað fyrsta sum vit eiga at gera
er at skilja KVF sundur í tvær tíð
indadeildir við egnari redaktión
og egnari leiðslu. Hetta tóktist at
verða breið politisk undirtøka fyri
í samband við viðgerðina av Public
Service sáttmálanum, sigur hann.
Eitt er, at politikararnir klaskaðu
útvarpið og sjónvarpið saman í
óðum verkum. Vit kunnu siga, at
tann avgerðin var illa umhugsað,
og at tað politiskt var ein óbúgvin
avgerð.
Men at fara at skraða stovnin
sunduraftur og halda, at so verður
alt við tað gamla – den går ikke.
Og bara tað at gera tvær óheftar
tíðindadeildir, tað ber heldur ikki
til, uttan so. at neyðugu pengarnir
verða fingnir til vega.
Fyrilitini, tá stovnarnir vórðu
lagdir saman, vóru bara fíggjarlig.
Og nú tá skaðin skal bøtast, so eru
fyrilini eftir øllum at døma alt utt
an fíggjarlig.
Tað er lítið hugaligt at hoyra upp
á hetta kjakið hjá politikarum – og
tað er ikki serliga konstruktivt, tá
politikarar í heilum koma slíkum
uppskotum í andstøðu, sum teir
ikki kundu funnið upp á at komið
við, meðan teir sótu í samgongu.
Tað er slík irrationalisma, sum ger
politikk so keðiligan – tá tú veitst,
at tað bara er snikksnakk – og tá tú
veitst, at fólk royna at tosa tær eftir
munninum.
Kringvarpið skal nokk klára seg
Tey hava fingið eitt trygt fíggjarligt
grundarlag, og tey tola eisini
sakligan kritikk, sum tey sjálvandi
taka til sín.
Men hví eru somu hugskot
ikki eins skilagóð í samgongu?
alt ber væl til í andstøðu
Hvíta
nes
og Los
Angeles
Hanus vang
Kjak síða 14
Hví
broytti
løgmaður
meining?
Óli Jacobsen
kjak Síða 22
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fríggjakvøldið verður ser
stakt kvøld á Áarstovu. Tey
fara tá at borðreiða við tara
seyði úr North Ronaldsay í
Orknoyggjum og grønlendsk
um seyðakjøti, sum hevur sín
uppruna í Føroyum – og so
sjálvandi eisini føroyskum
lambskjøti.
John Mikkelsen á Áar
stovu sigur, at konseptið er,
at »Lambshúsið Áarstova«
borðreiðir við seyði úr yms
um londum: Orkney, Suður
grønlandi og Føroyum.
Seyðurin úr Orknoyggjum
er sermerktur á tann hátt, at
hann hevur gingið í fjøruni
á North Ronaldsey í Orkn
oyggjum. Har laðaðu teir
fyri eini 200 árum síðani garð
kring oynna fyri at halda
seyðinum burtur í sambandi
við neytahald.
Vanliga trívist seyður ikki,
um hann bert etur tara. Men
hesin seyðurin kláraði seg
og er vorðin eftirspurd mat
vøra á matstovum – serliga í
London,
Seyðurin
veksur
væl
seinni enn okkara, eftir 3-4 ár
hevur hann somu stødd sum
eitt føroyskt lamb. sum verð
ur flett um heystið
Fær ærin meira enn eitt
lamb,
verða
tey
tikin, tí hon klárar
ikki
fleiri
lomb.
Seyðurin er sera
styggur.
Øll hesini árini
hevur seyðurin livað í fjøruni,
har hann bara hevur etið
tara – og tí er kjøtið myrkt og
minnir ikki sørt um kjøtið á
svartfugli.
Seyðurin úr Grønlandi er
seyður við uppruna í Føroy
um.
Ein danskur prestur, hann
var 52 ára gamal tá, valdi fyrst
í 1900 at skifta yrkisleið.
Hann vildi læra seg seyða
hald. Hann kom til Føroya og
búði á Velbastað í eini tvey ár.
Tók seks seyðir við sær og
fór leiðina til Suðurgrønland,
har hann fór udnir seyðahald.
Í Narsaq er eitt ES-góð
kent sláturvirki, »Neiq«, sum
hevur flett seyðin og sent
krovini til Føroya.
– Vit vilja geva gestunum
tað spennandi upplivilsi, at
royna feskt seyðakjøt við
ymsum uppruna, sigur John
Mikkelsen.
Á vínskránni hetta kvøldið
er millum annað vín úr Lan
guedoc, Sjerri, øl frá Orkney
Brewery og Scapa Whisky.
Borðreiða við seyði úr Grøn
landi, Orkney og Føroyum
Nú
eru
ætlanir
um
at
byggja lestraríbúðir úti í
Marknagili í Havn – yvir av
miðnámsskúlanum Glasir.
Talan er um gamla Snikk
aravirkið hjá Hans Hilmari
Dam, sum partafelagið Mark
eigur. Seinastu árini hevur
Herman Eysturoy havt snikk
aravirki í bygninginum, sum
eisini hýsti einum bilverkstað,
sum brann í grund í 2013.
Tann parturin av bygn
inginum, sum hýsti bilverk
staðnum,
er
ikki
bygdur
uppaftur. Felagið Gravarhjálp
hevur hildið til í hinum
partinum.
Men í heyst varð felagið,
sum eigur bygningin selt.
Nýggjur stjóri í felagnum er
Gordon Rajani og í nevndini
sita Birgir Dam Jaocbsen, sum
er nevndarformaður, og Frits
Dam Jaocbsen, Gordon Rajani
og Palli Skorheim.
Nýggju
eigararnir
eru
menninir aftan fyri bilafyri
tøkurnar Nordbil og Nordcar.
Tórshavnar
kommuna
boðar frá, at býráðið hevur
fingið ein fyrispurning um
byggiloyvi til lestraríbúðir við
Marknagilsvegin á økinum.
– Talan er um smærri
íbúðir, sum verða innfluttar
sum eindir á 14 til 31 fermetr
ar, sum eru mestsum liðug
bygging. Fyrsta byggistig er
tilsamans 38 íbúðir ella køm
ur við bað, bygt í tveimum
hæddum, skrivar Tórshavnar
kommuna.
Annað byggistig er 70
íbúðir ella kømur við bað,
bygt í trimum hæddum.
Økið, har ætlanin er at
byggja íbúðirnar, er øki, har
Tórshavnar kommuna kann
geva loyvi til íbúðarbygging
við serstakari byggisamtykt.
Býarskipanardeildin
hevur
gjørt eitt uppskot til serstaka
bygging til bygging av íbúð
um á økið.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Gordon Rajani er stjóri
í felagnum, sum skal
byggja lestraríbúðir
Bilmenn byggja
lestraríbúðir