týsdagur 24. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Ein ungur maður fekk í
dag 1.500 krónur í bót og
koyriforboð fyri at hava
gjørt eina skilaleysa yvir
háling í Hvalvík, sum mundi
enda galið. Hann bleiv tó
fríkendur fyri at fyrilitar
leyst at hava sett lívið hjá
øðrum í váða.
Ungi maðurin, sum í dag
er 19 ára gamal, hevði einans
havt koyrikortið í tríggjar
mánaðir, tá hann mest sum
spældi sær av við tað aftur.
Ein dagin í septembur í
2015, eftir skúlatíð, var hann
á veg til Havnar at vitja
damuna. Komin til Hval
víkar endar hann aftan fyri
ein vøruvogn, sum hann
heldur koyrir ið so seint og
beint eftir omankoyringina
til havnina í Hvalvík, velur
hann at yvirhála vøruvognin.
Tað var ikki fyrr enn
hann var komin upp á liðina
á vøruvogninum, at ungi
maðurin varnast, at tvær
løgreglumotorsúkklur koma
koyrandi móti sær. Ungi
maðurin væntar tó, at hann
nær at koyra inn á egna breyt,
áðrenn hann møtir løgregluni.
Tað eydnast, men ikki meiri
enn júst. Í tí at hann fer inn
aftur á høgru síðu av vegnum,
nertir hann við kúfangaran á
vøruvogninum, sum hann
júst hevur yvirhálað.
Í farnu viku møtti ungi
maðurin í Føroya rætti,
ákærdur fyri fleiri brot á
ferðslulógina og fyri brot á
grein 252 revsilógini. Ákærin
metti,
at
ungi
maðurin
hevði uttan fyrilit sett lívið
hjá øðrum, nevniliga teim
um trimum fólkunum á
motorsúkklunum, í vanda.
Fyri hetta skuli maðurin
revsast við 30 daga fong
sulsrevsing.
Fyri brotini á ferðslulóg
ina bað ákærinum, at nú
19 ára gamli maðurin fekk
2.000 krónur í bót og at hann
misti rættin at koyra bil í eitt
ár. Hann var ákærdur fyri at
hava koyrt bil fyrilitarleyst
og á slíkan hátt, at tað
hevur verið til vanda fyri
onnur í ferðsluni, fyri ikki at
hava tillagað koyringina til
viðurskiftini á staðnum, so
sum vega-, veður-, og sýnis
viðurskifti, fyri at hava koyrt
ov skjótt í óbygdum øki og
fyri at hava brotið reglurnar
fyri yvirháling.
Ákærdi greiddi sjálvur
frá, at hann ivaðist ikki í, at
hann fór at klára at fullføra
yvirhálingina, áðrenn motor
súkklurnar náddu hann, og
hann noktaði seg tí sekan í
øllum ákærunum. Sjálvur
metti hann ikki, at hann
koyrdi nógv skjótari enn 80
km/t.
Førarin av vøruvogninum,
sum varð yvirhálaður greiddi
hinvegin frá, at tað var um
reppið, at tað endaði í eini
vanlukku hendan heystar
dagin í Hvalvík. Hann sigur,
at tá hann sá, at ákærdi
yvirhálaði og var um at
bresta saman við motor
súkklunum,
mátti
hann
høgga bremsurnar í, fyri at
loyva honum at koma inn
aftur á høgru síðu. Hann
greiddi frá, at alt, sum lá
leyst aftan fyri í bilinum,
reyk frameftir.
Tað vóru tveir løgreglu
menn á veg norðureftir,
sum møttu unga manninum.
Frágreiðingarnar hjá teim
um samsvaraðu hvør við
aðra, men sjálvan dagin var
upplivingin tó ymisk frá
øðrum til hin.
Í dag er tann fremri løg
reglumaðurin ivaleysur um,
at her var talan um vanda
fyri lív og heilsu, men júst
hendan dagin upplivdi hann
ikki støðuna so ógvusliga.
Hann greiddi í rættinum
frá, at so skjótt hann sá
unga mannin leggja seg út
og ætla at yvirhála, byrjaði
hann at bremsa og trekkja
til síðis. Hann segði, at tá
ákærdi og hann møttust, var
ákærdi framvegis ikki komin
heilt yvir í høgru síðu aftur.
Løgreglumaðurin
segði
í
rættinum, at hann óttaðist,
hvat
kundi
henda,
um
maðurin rakti vøruvognin á
veg yvir aftur í sína síðu. Tá
kundi alt hent, segði hann.
Hann ivast ikki í, at um teir
vóru í bili, so høvdu teir rent
saman, tí har var veruliga
ikki pláss at møtast. Sjálvur
helt hann ikki, at tað virkaði
so vandamikið júst tá, men tá
hann hevur sæð filmsbrot av
hendingini seinni, sær hann
at har veruliga var vandi á
ferð. Hann metti, at tað gingu
ikki fleiri enn sjey sekund,
frá tí at hann sá bilin leggja
seg yvir í vinstru síðu til
teir ruku fram við hvørjum
øðrum.
Hin
løgreglumaðurin
greiddi í rættinum frá, at
hann var noyddur at høgga
bremsurnar í og leggja seg
út í síðuna, fyri ikki at stoyta
saman við unga mannin.
Fyri hansara viðkomandi
var talan um eina nær-deyð
anum
uppliving,
greiddi
hann frá.
Hendingin er upptikin á
film og filmsbrotið varð víst
í rættinum. Danska TV2 var
í Føroyum og gjørdi upp
tøkur til sendingina Station
2 og kameramaðurin sat
aftan fyri á tí aftaru motor
súkkluni.
Motorsúkklurnar vendu
beinanvegin og steðgaðu
unga manninum stutt seinni.
Førarin av vøruvogninum
steðgaði eisini, og tá sást, at
bilarnir høvdu rakt hvønn
annan.
Í rættinum metti ákærin,
at hendan koyringin var líka
skilaleys, sum tá ein ung
ur maður koyrdi kapp móti
einum vinmanni í Havnar
gøtum.
Teir
koyra
eftir
Havnargøtu frá Farstøðini
og móti Café Natúr. Komnir
til Café Natúr fer tann fremri
niðan
um,
eftir
vanligu
koyribreytini niðan á Áar
vegin, meðan tann aftari,
velur at koyra móti ferðsluni
og niðan gjøgnum smølu
smoguna fyri mótgangandi
ferðslu omaneftir.
Verjin helt tó, at hendan
samanberingin var høpis
leys og vísti milum annað
á, at á Áarvegnum er stórur
møguleiki fyri, at fótgang
arar og onnur eru á vegnum,
og at sýnið har er nógv verri
enn á landsvegnum við Hval
vík. Tí kundu støðurnar als
ikki samanberast.
Verjin metti, at tað í
sjálvum sær ikki er fyri
litarleyst at yvirhála júst
har. Allar vegmerkingar vísa,
at tað er lov. At tað mundi
endað galið í hesum førinum
eigur ikki at vera nokk til at
døma 19 ára gamla mannin,
helt verji hansara.
Dómarin tók støðu sam
an við verjanum í málinum.
Niðurstøða hennara er, at
hóast ein vandamikil støða
stóðst júst hendan dagin,
so var tað ikki vitandi og
við vilja, at ungi maðurin
setti lívið hjá motorsúkklu
førarunum í váða. Hann varð
tí fríkendur fyri brot á grein
252 í revsilógini.
Hinvegin, so varð hann
dømdur
fyri
brotini
á
ferðslulógina, tí ikki var til
at koma uttan um, at hann
hevði framt eina vandamikla
yvirháling og hevði rakt gráa
vøruvognin. Hann fekk tí
1.500 krónur í bót, umframt
koyriforboð, sum er at líkna
við treytaða frádøming av
koyrikortinum. Stutt sagt
merkir hetta, at hann sleppur
ikki at koyra bil aftur, fyrr
enn hann hevur tikið koyri-
og
ástøðisroyndirnar
av
nýggjum.
DÓMUR
1.500 KRÓNUR Í BÓT
FYRI SKILALEYSA
YVIRHÁLING
Tað mundi enda í vanlukku, tá 18 ára gamli unglingin yvirhálaði ein gráan vøruvogn við Hvalvík
Mynd: TV2