týsdagur 24. januar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Í fyrru greinini um
uppboðssølulógina
kundi
staðfestast,
at 17 tingfólk heilar
tvær ferðir broyttu
rættar-
og
sátt
málagrundarlagið hjá fiskivinnuni,
hóast einasta kenda løgfrøðiliga
niðurstøða staðfesti, at hetta sann
líkt var rættarbrot.
Spurt varð, hvussu løgtings
skrivstovan kundi sleppa sær und
an at gera ta av vinnunevndini
umbidnu løgfrøðiligu kanning av
hesum serdeilis prinsipiella máli,
har slík lóggáva ikki er sæð fyrr.
Serligan áhuga hevur hetta, tá
vit vita, at ein gerðarrættur í 2013
hevur avvíst grundgevingina hjá
landsstýrinum í hesum inntrivi í
galdandi sáttmálar.
Men tað er so einki komið fram
enn, sum gevur nakra sum helst
ábending um svar ella frágreiðing.
Men kanska er einki svar eisini eitt
svar!
Løgmaður: Skiftandi støður
í avgerandi rættarspurningi
Júst í hesum sambandi er vert at
notera sær skiftandi støðurnar hjá
løgmanni í hesum spurningi, sum
eisini snýr seg um rættartrygd,
hóast tað í hesum førinum “einans”
snýr seg um nakrar “ríkar reiðarar”.
Javnaðarflokkurin hevði í síðsta
valskeiði fleiri ferðir uppskot um,
at øll skip við føroyskum veiði
rættindum skuldu avroknast eftir
galdandi føroyskum sáttmálum.
Hetta er eitt logiskt sjónarmið.
Hetta hendi seinastu ferð í 2015.
Her sigur flokkurin í sambandi
við, at líknandi uppskot varð felt í
undanfarnum tingsetum:
Tá varð ført fram av bæði lands
stýrismanninum í fiskivinnumálum
og
samgongumeirilutanum
í
Vinnunevndini, at tað var óhepp
ið, at Løgtingið skuldi áseta lønar
viðurskiftini á arbeiðsmarknaðin
um við lóg.
Hetta er á ongan hátt rætt.
Verður lógaruppskotið samtykt
av Løgtinginum, hava partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
framhald
andi fult frælsi til at samráðast og
gera tær avtalur um lønarviður
skifti, sum partarnir semjast um.
Broytingin verður einans tann,
at sáttmálarnir millum manningar
feløgini og arbeiðsgevararnar skulu
virðast og haldast....
Við øðrum orðum vildi Aksel
Johannesen
í
andstøðu
verja
rættin hjá pørtunum á arbeiðs
marknaðinum at hava frælsar
samráðingar, meðan hann sum løg
maður ger seg inn á henda grund
leggjandi rætt.
Fram til 2015 vildi flokkurin
staðfesta, at hann virðir fría sam
ráðingarrættin hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum. Men í 2016
fremur hann í verki tað beint mót
satta uttan nakra grundgeving.
Hóast fleiri ferðir spurdur av
floksfeløgum,
um
løgfrøðiliga
grundarlagið fyri hesi kúvending,
noktar hann at geva frágreiðing!
Borgarin, og ikki minst vinnan,
átti at kunnað væntað eina frá
greiðing frá løgmanni um eina so
radikala støðubroyting, sum her er
talan um.
Miðlar, ikki minst KVF, plaga
at vera skjótir úti um seg, tá ið
politikarar mótsiga sær sjálvum.
Nú um dagarnar var tað andstøðu
tingmaðurin,
Magni
Laksafoss,
sum skuldi svara fyri, at hann
hevði støðu hann hevði í 2011 í
spurninginum um uppboðssølu av
fiskirættindum. Tað var enntá róð
uppundir, at hann var “keyptur” av
reiðarum.
Men eingin miðil spyr løgmann
um sína kúvending frá einum ári
til tað næsta í einum so grundleggj
andi spurningi um rættartrygd,
sum her er talan um.
Í lógarspurningum er tað eisini
vanligt er at kalla løgfrøðingar
inn í kringvarpsstovuna fyri at
lýsa málið løgfrøðiliga. Men tað
er eftir øllum at døma ikki komið
KVF til hugs í hesum máli, hóast
her er talan um ein so løgfrøðiligan
spurning, sum tað kann hugsast.
Rættvísi valdast
nevniliga, hvør tað er ...
Fyri kortum fekst kortini ein
ábending um grundarlagið fyri ný
skapandi rættarpolitikkinum hjá
løgmanni og samgonguni.
Tann 3. oktober 2016 vísti heima
síðan in.fo á, at Sonja Jógvansdóttir
í samband við lønarsamráðingar í
2013 fullkomiliga avvísti møgu
leikan fyri, at landsstýrið legði seg
út í sáttmálan, um tað ikki gjørdist
semja í samráðingum í samband við
Strandferðsluna.
Men í lógini um royndarupp
boðssølu atkvøddi hon fyri, at
løgtingið legði seg út í ein galdandi
sáttmála og enntá ógildaði ein
rættarúrskurð. Seinni sama dag
endurgav in.fo SJ fyri at siga, at
hesi bæði málini ikki kunnu sam
metast. Hetta er púra rætt - tað,
sum SJ gjørdi, er nevniliga nógv
víðgongdari enn tað, sum hon var
ímóti, at landsstýrið tá møguliga
kundi gjørt.
At lóggeva sáttmálar er ikki
heilt óvanligt í rættarsamfeløgum
í samband við arbeiðssteðg, tá
sáttmálin er farin úr gildi, og hetta
kann fara at kosta samfelagnum
dýrt.
Men at leggja seg út í verandi
sáttmálar er óhoyrt og er ikki
komið fyri fyrr í Føroyum og neyv
an í londum, vit sammeta okkum
við.
Sum áður nevnt er umrøddi
spurningur avgjørdur av einum
gerðarrætti, sum feløgini hava
bundið seg at fylgja.
Men hetta ger SJ ikki. Hon sigur
seg nevniliga ikki “vera sannførda
um, at dómurin hjá gerðarrættinum
var rættur”.
Hetta sigur SJ, hóast øll hennara
sjónarmið vórðu førd fram í gerðar
rættinum.
Øll sakarmál eru jú grundað
á ósemju millum tveir partar.
Tað er tí, at tey verða løgd fyri ein
rætt, har annar parturin vinnur
og hin tapir. Hetta mugu partarnir
so boyggja seg fyri. Hetta er sera
grundleggjandi í einum rættar
samfelagi.
Í umrødda gerðarrættarmáli
um luttøku hjá manningini í
kvotakeypi var SJ vitni og harvið
partur hjá saksøkjandi partinum,
FF. Hon váttaði í rættinum at
hava verið við til samráðingar
við Reiðarafelagið eisini um júst
hendan spurning, sum seinni varð
sleptur.
Gerðarrætturin tók ikki undir
við sjónarmiðunum hjá SJ. Í tí parti
av málinum og grundgevingunum,
har SJ vitnaði, varð hennara
frágreiðing enntá avvíst av øðrum
av teimum gerðarættarlimunum
hjá FF, sum er løgfrøðingur.
Gerðarrætturin kom annars til
eina greiða niðurstøðu, sum var í
andsøgn til sjónarmiðini hjá SJ.
Tískil hevur løgtingið ikki bara
lagt seg út í ein galdandi sáttmála,
tað hevur eisini lagt seg út í
rættarskipanina við at seta úr gildi
ein rættarligan úrskurð. Hetta er
gjørt við avgerandi atkvøðuni hjá
umboði fyri tapandi partinum í
hesum máli!
Løgmaður sum hægsta
rættardómari
Henda nýhugsan hjá løgmanni
innan rættarøkið merkir, at tað
kann bera til at leggja sak móti
arbeiðsgevara við kravi, sum gong
ur beint móti orðingum í sátt
málanum. Tá ein slík sak verður
tapt, so er at sleppa sær á ting og
gerast avgerandi atkvøðan. Við
henni
kann
rættarúrskurðurin
ógildast!
Tað nærmasta, sum er komið
fram um grundarlagið fyri hesi
lóggávu, er henda svadan hjá SJ á
in.fo:
Reiðaríini
hava
í
nógv
ár
tikið pengar úr skipanini til sín
sjálvs, heldur enn at manningin
hevur fingið nakran ágóða. At nú
ein útreiðsla skal turkast uppí
manningina er ikki rímiligt. Reið
arar hava stungið pengar niður í
lumman í fleiri ár, og nú tá ið landið
skal hava nakað, so vilja teir ikki
meira.
Til hetta er at siga, at reiðarar
hava skyldu til at avrokna sam
bært sáttmálan, sum er púra
greiður. Sambært sáttmálanum
kunnu reiðarar ikki stinga nakað
í lumman, sum teir ikki eiga. Er
nakar ivi, so kann hann leggjast
fyri t.d. ein gerðarrætt, sum tað er
gjørt her.
Men hesi sjónarmið hjá SJ,
sum annars eru avvíst í umrødda
rættarúrskurði,
kunnu
lættliga
tillagast komandi mál, tá løgmaður
- sum enntá er løgfrøðingur og
umsitur lógarmál í landsstýrinum -
í framtíðini sum ein annar hægsta
rættarforseti uttan viðgerð og uttan
grundgeving fer at ógilda fleiri
rættarúrskurðir tí samgongufelagi
“ivast í um dómurin er rættur”.
Tann stóri spurningurin er
eisini, at tá ið hetta kann gerast,
hvar er so markið? Men tað hava
vit heldur onga frágreiðing fingið
frá løgmanni um!
Sum hetta mál liggur, so er niður
støðan tann, at víst vil løgmaður,
Javnaðarflokkurin og samgongan
hava rættartrygd. Men bara um hon
ikki stríðir ímóti áhugamálunum
hjá samgongufeløgum.
Rættartrygd
skal
nú
eisini
valdast!
KJAK
Ósvaraður spurningur
um uppboðssøluna:
Hví gjørdi løgmaður í 2016 tað mótsatta av tí hann segði í 2015?
Jón Magnus Joensen
Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 27.-31. januar
Tilsamans eru umleið 35 málningar. Myndavalið er Tórs havn,
føroysk bygdarløg og føroyska náttúran.
Jón hevur gingið á listaskúla í Holbæk og hevur havt nógvar
framsýningar m.a. í Smiðjuni í Lítluvík, Mentamálaráðnum og á
Ólavsøkuframsýningum í Listaskálanum.
OPIÐ ER:
Fríggjadag kl. 15-19
Leygardag kl. 10-19
Sunnudag kl. 14-18
Mánadag kl. 15-19
Týsdag
kl. 14-19