Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2017 · Nr. 11 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann 11. septembur í fjør andaðist góði vinur mín Arni Midjord, hann varð føddur 14. oktobur í 1942 og gjørdist sostatt 73 ára gamal. Arni varð føddur og uppvaksin í Sumba, foreldur hansara vóru Dánjal Johan, vanliga nevndur Dánjal Johan á Økrum og Maria, vanliga nevnd Mia hjá Elspu. Arni var yngstur av níggju systkjum. Sum flestu deingir í Sumba tá í tíðini fór Arni til skips 14 ára gamal. Fyrsta skipið, hann var við, var sluppin “H.M. Stanley” hjá Garða­ monnum í Vági, pápi hansara var eisini við, og skipari var Hentze Joensen ættaður úr Sandvík. Arni hevði eitt langt lív á sjónum, hann sigldi, til hann gjørd­ ist sjúkur umleið eitt ár áðrenn hann fór av foldum. Hann var sostatt sjómaður í næstan 60 ár. Arni var giftur við Annu, ættað av Økrum, og tey búðu í Vági. Anna doyði brádliga av hjartatilburði sjey ár undan Arna. Eg kom at kenna tey bæði rættiliga væl frá umleið 1976, um ta tíðina, tá tey tóku eina avgjørda støðu í anda­liga lívinum. Tey játtaðu trúgv á Harran Jesus Kristus og lótu seg doypa, og tað var ikki loyniliga, Arni ringdi til ætt og vinir og segði teimum frá síni avgerð. Serstakliga fyrstu árini eftir hetta komu vit reglu­liga á gátt hjá hvørjum øðrum. Eg minnist, at á vegginum yvir hurðini í stovu teirra hekk eitt inn­rammað ørindi, tað var soljóð­andi: Tú tosar um veður, tú tosar um vind, um fiskiskap mangan um hoyggj og um grind, hví tosar tú ikki um Jesus ? At hava hetta ørindi hangandi sjónskt fyri øllum, sum inn komu, sigur ikki so lítið um, hvønn tey – fyrst av øllum – ynsktu at tosa varð um í teirra stovu. Stutt áðrenn Anna doyði, var hon ein gongutúr saman við vin­ kon­um, prátið var um, hvar tær høvdu ætlanir um at ferðast, tá summarið kom, og hvat tað kost­ aði. Tá helt Anna fyri, at skjótt fór hon á eina langa ferð, og tann ferða­seðilin var langt síð­ ani goldin, við blóði Jesusar á Gol­gata. Hon fór hesa ferðina skjót­ari, enn nakar hevði vænt að. Arni var av raskastu monnum á sjónum – nærlagdur og álítandi, skilamaður í allar mátar, kønur trol og netamaður sum fáur, Hann hevði eisini góð likamsevni og var m.a. við til at vinna heim­bygd síni stóran heiður, tá teir gjørd­ ist føroyameistarar við tíggju­ mannafarinum “Sumbingur”. Eg minnist væl, tá eg fyrstu ferð skuldi royna meg sum skipara á rækju­trolara. Eg hevði ikki verið á rækjuveiðu fyrr, og eg spurdi Arna, um hann vildi koma við sum annar stýrimaður, hann játtaði, og vit gjørdu skjótan og góðan túr við Eysturgrønland, høvdu verið 18 dagar burtur, tá vit vóru aftur við fullari last. Meðan vit sigldu heim, helt Arni fyri við meg, at hetta gekk bara væl. Tá kundi eg svara hon­um og siga, sum var: “Hevði tú ikki játtað at komi við, ivist eg í, um eg hevði tikið tað uppá meg”. Uttan slíkar menn sum Arna, ið duga síni ting til fulnar á skips­ dekki, hevði okkara sam­felag ikki verið tað, tað er, men sjáld­an fáa hesir tað tøkk og tann heiður, teimum til kemur. Eg var og vitjaði Arna á Suður­ yar sjúkrahúsi einar tvær vikur, áðrenn boð vóru eftir honum. Áðrenn vit skiltust lósu vit nøkur skrift­brot saman, m.a. úr Sálmi 23. Harrin er hirði mín, mær fattast einki, úr Sálmi 139. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teim­ um enn var komin, og úr Fyrsta brævi Jóhannesar kap.1 ør. 9. Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Áðrenn vit skiltust høvdu vit eina stutta bøn saman, har vit takk­ aðu Harranum fyri tað æviga lívið, Hann við krossdeyða Sínum hevur vunnið okkum. Ærað veri minnið um Arna Mid­ jord. Absalon Absalonsen Minningarorð um Arna Midjord NØVN Anna og Arni Nevndin í Føroya Náttúru og Umhvørvsifelag Útbyggingar og útstykkingar vinda upp á seg kring landið, og henda gongd elvir til skaða á náttúruna. Tað seinasta dømið er ætlaða út­ byggingin av vinnu­økinum á Sundi, har landsins Yvirfriðingar­ nevnd metir, at tað er í lagi at halda fram at oyði­leggja náttúruna við Kaldbaksfjørin, eftirsum at skaði á náttúruna í økinum longu er gjørdur. Tí hevur hon, hóast mótmæli frá Kaldbaksfólki, givið loyvi til at útbyggja vinnuøkið á Sundi. Um hetta er innihaldið í náttúru­friðingarlógini, so má stað­ festast, at lógin er óbrúkilig til at verja náttúruna. Ætlaða inntrivið í fjørðin í Kald­bak er ikki einasta dømi um umhvørvisliga skarnsgerð, sum eftir øllum at døma er púra lóg­ lig. Ferð eftir ferð vísir tað seg, at náttúran ikki er vard við ver­ andi náttúru­friðingarlóg, og út­ byggingar av øllum handa slag vera trumlaðar ígjøgnum. Nevnast kann Glyvursnes, sum skal veita grót til 34 metra djúpa ífylling, ein røð av havnaútbyggingum, ið økja um útlát og munandi broyta staðbundna umhvørvið, ætlað út­ stykking á Múlakletti á Eiði, sum átti at verðið friðaður, útbygging av alivirksemi og áirnar í Kunoynni, sum seldar eru privatari fyritøku. Umhvørvisgreiningar áttu at verðið gjørdar, áðrenn loyvi verð­ ur givið at økja og útbyggja ver­ andi virksemi. Tað skal vera greitt, hvussu útbyggingar fara at ávirka staðbundnu náttúruna. Hetta so at íbúgvar í økinum og onnur fáa inn­ lit í, hvussu náttúra og um­hvørvi verða rakt av ætlaðu út­bygg­ingini. Sæð úr einum umhvørvisligum sjónarhorni og í ljósinum av tíðar­ innar avbjóðingum við menn­ iskja­framdari dálking, skulu um­ hvørvislig atlit viga nógv meira enn tey gera undir galdandi lógar­karmum. Harafturat eigur spurn­ar­tekin at vera sett við, um økt bygging og økt framleiðsla er serliga burðar­dygt yvirhøvur. Sum samfelag eru vit byrjað at varnast ta dálking og náttúruoyðing, sum ídnaðar­lond hava elvt, og tað gerst alt meiri greitt, at um­hvørvið ikki kann virðast ov høgt. Inntriv í náttúruna raka serliga lokalsamfeløg ógvuliga meint, tí tá missa tey virðir, sum gagna teirra heilsu, menning og trivnaði. Viðhvørt megna íbúgvar at savnast um at mótmæla einum inntrivi, men mótmæli krevja nógva orku, og tí er tað ikki altíð, at tað eydnast hjá einstaklingum at skapa eina nóg sterka mótstøðu. Serliga er tað óheppið, at summar kommunur tilvitað kunna ov lítið um ætlanir og broytingar í byggisamtyktum, tí tá er tað ofta, at íbúgvar ikki skilja álvaran av inntrivinum og tí ikki tala at fyrrenn ov seint er. T.d. mótmæltu hvítanesfólk í síðstu løtu, at nýggi vegurin úr Eyturoyartunnlinum kemur at liggja ógvuliga nær Hvítanesi, men hesi mótmæli fingu ikki ávirkan á avgerðina hjá tunnilsfelagnum. Hinvegin eru eisini onnur dømi, ið lýsa hvussu stórur týdningurin á mótmælum kann vera, sum tá ið SEV skuldi brúka vatnið úr ánunum á Selatrað, tá ið eigarafelagið Inni á Gøtu í Hoyvík mótmælti einum orkuverki í teirra grannalagi, ella tá eigarafelagið Vesturi á Flat, eisini í Hoyvík, mótmælti at teirra fríøki bleiv brúkt til eina bensinstøð. Hesi mótmæli hava ført við sær, at verkætlanin við orkuverkinum áhaldandi er blivin útsett, meðan 23. November 2017 verkætlanin við bensinstøðini er slept heilt. Men tað er torført at mótmæla náttúru- og umhvørvisoyðandi virk­ semi, tá ið lógarverkið er so veikt á økinum. Tí vóru vit mong, sum fegnaðust tá Lands­stýris­kvinnan í Heilsu- og Um­hvørvismálum, Sirið Sten­berg, tann 24. mai 2016 segði við Dag og viku, at ein nýggj náttúruverndarlóg var í gerð sum væntandi bleiv liðug árið eftir. Síðan løgtingsvalið í 2015 hevur FNU eisini verið á fundi við Landstýriskvinnuni og øðrum samgongulimum um hetta mál og onnur umhvørvismál. Inn­til víðari hava vit merkt góðan samstarvshug millum partarnar, og hetta vóna vit fer at halda fram. Serliga fegnast FNU um, at tað tykist at vera ein felags fatan av, at náttúru- og umhvørvismál er eitt øki í samfelagnum, sum krevur ein tvørfakligan innsats tvørturum málaráðini. Sum Sirið Stenberg eisini var inni á í omanfyrinevndu Dag og viku, so er tað t.d. ikki serliga skynsamt, at aliloyvir verða givin úr einum málaráði, og at eitt annað málaráð skal taka sær av náttúru- og umhvørvisavleiðingunum av tí sama. Í einum landi har vit hava al­ mennar stovnar, hvørs endamál er at verja náttúru og umhvørvi, umframt kommunalar umsitingar, ið eisini hava somu skyldur, er tað er ein gøla fyri tað føroyska sam­ felagið, at vit ikki hava eina tíðar­ hóskandi náttúruverndarlóg. Sum nú er standa vit hjálparleys við lóg­ um, sum skulu eitast at verja um­ hvørvi og náttúru, men ikki tæna sínum endamáli. Eitt greitt dømi um, hvussu illa stend­ur til, er, tá ið vit hoyra, at yvir­friðingarnevndin avmarkar seg til at einans taka atlit til, hvussu út­byggingar “skemma” náttúruna. Um­hvørvis­ ligar avleiðingar eru nógv meiri um­fatandi enn tann fagurliga út­ sjóndin. Talan er um víðfevndar avleiðingar fyri menniskju, djór og vistskipanir sum heild. FNU vónar, at samgongan veru­liga er so framsøkin, sum hon hevur givið okkum fatan av, og at bólkurin, sum skal orða nýggju náttúruverndarlógina, ikki einans er samansettur av løgfrøðingum, men at har eisini sita fólk við før­leikum til at skilja og kritiskt greina tær serligu og samansettu avbjóðingar, sum føroyska sam­ felagið stendur framman fyri í dag, tá ið tað viðvíkur náttúru- og umhvørvismálum. Tørvur er á eini náttúruverndarlóg, sum ger neyvar ásetingar um, hvat umhvørvi og náttúra merkja, og sum viðurkennir og staðfestir, at náttúran ikki bert er ein sýnisgluggi hjá fólki at frøast um, men eisini okkara lívs­ grundarlag, og at vit liva í eini heilt serstakari tíð við stórum heims­ umfatandi rembingum, tá ið tað kemur til náttúru- og um­hvørvis­ spurningar. Náttúrufriðingarlógin verjir ikki náttúruna KJAK Tørvur er á at gera neyvari ásetingar um, hvat umhvørvi og náttúra merkja, og at viðurkenna og staðfesta, at náttúran ikki bert ein sýnisgluggi hjá fólki at frøast um.