Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 27. januar 2017 Hann meinti eitt sum løgmaður – men sigur tað øvugta sum løgtingsting­maður... Fyrrverendi løgmaður hevur eginleika fram um aðrar politikarar at snara runt sum á einum tallerki – og brádliga mein­ar hann júst tað øvugta av tí, hann hev­ur sagt framm­ anundan. Á tingsins røðarapalli 10. september 2013 segði hann løgtinginum og øllum Før­oya fólki, at tunnilsfeløgini skulu rinda land­i­num aftur tær 395 milliónir krónurnar, sum landið hevur sett í feløgini sum parta­pen­ing­. Fyrr enn tá kundi tað ikki vera ó­keypis at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað var Poul Michelsen, løgtingsmaður, sum hevði sett hon skrivligan fyrispurning um málið, nú røddir vóru frammi, sum søgdu, at tað skuldi vera ókeypis at koyra tá lán­ini vóru afturgoldin. – Samgongan hevur, sum er, ikki ætlanir um at avtaka lógirnar í næstum. Ei heldur er ætl­anin at broyta tær, og eftir lógini skal út­ veg­an­ar­kost­n­aðurin gjaldast aftur bæði tann part­ur­in, sum er fíggjaður við egin­pen­ingi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni. Soleiðis segði Kaj Leo Holm Johannesen, tá­ver­andi løgmaður. Tað vil siga, at løg­mað­ur skar tað út í papp – um onkur kanska ikki visti tað, at tað verður ikki ókeypis at koyra í­gjøgn­um tunnilin, fyrr enn eisini lánini eru aft­ur­goldin. Hann skar tað eisini út í papp, at hvørki hann ella samgongan ætlaðu at broyta hetta soleiðis, sum vágafólk nú ynsktu. Tí er tað at tveita torvmold í eyguni á fólki, at Kaj Leo Holm Johannesen nú letst vilja, at tað skal vera ókeypis at koyra í­gjøgn­ um tunnilin og vísri til eina avtalu, sum hann ikki kundi vísa á sum løgmaður. Um hann vildi tað, og um Jørgen Nicla­sen vildi tað, so kundu teir bara gjørt tað. Teir høvdu buktina og báðar endarnar. Jørg­en Niclasen lovaði seinni at koma í tingið við einum lógaruppskoti, sum nágreinaði lóg­ina soleiðis, at ynskið hjá vágafólki skuldi ganga út. Men Jørgen Niclasen helt ikki tað lyft­ið. Tað kostar 400 milliónir at eftirlíka ynsk­i­ num. Kanska tað var ein orsøk til, at Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen ikki tordu. Men tað er for bíligt nú at skylda upp á onkran annan, tá man eigur alla skyld­ina sjálvur! Leggið eitt uppskot fyri tingið, so síggja vit politiska viljan. Men tað kostar 400 milliónir krónur... Fyri fyrstuferð í nógv ár, verður Fuglafjørður aft­ur karmur um stóran føstulávintsdans. Hesa­ ferð í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Í áttati og nýtiárunum var fastur táttur við føstu­lávintsdansi á Kambsdali. Hetta var sera væl um­tókt tiltak, men sum so nógv annað, so datt hetta annars frálíka tiltak niðurfyri. Sum oftast var tað Hjarnar, sum rokkaði høllina á Kambs­dali, og tað verður tað eisni hesaferð. – Vit eru sera glað fyri, at tað hevur eydnast okk­um, at fáa Hjarnar at spæla. Ein sera góður bólk­ur sum ikki er ofta at hoyra og hóast nakað eldir, so er formurin enn í topp. Tiltakið verður leygarkvøldið 25 februar í Mentun­arhúsinum í Fugla­firði, har tað eisini verður tunnusláttur á torginum uttanfyri, siga ÍF-stuðlar, sum skipa fyri. Nei sum løgmaður ja sum tingmaður Hjarnar spæla í Fuglafirði føstulávintsdansur Les eisini blaðið á telefonini Fiskurin skal virkast í Føroyum Tíðindi síða 18 Revsivert at gifta fólk Høgni Djurhuus Baksíðan Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Men vinnan skal hava tvær av fimm hæddum Mikudagin gjørdist greitt, at tað verður Fróð­skap­ar­setr­ið, sum skal leiga so­nevnda Sjó­ vinnu­hús­ið hjá Tórs­havnar kommunu – gomlu Salt­søluna. Partarnir eru samdir um høv­uðsinni­haldið í eini av­ talu um Sjó­vinnu­hús­ið. Sambært avtaluni leigar Menta­mála­ráðið 60 prosent og vinn­an 40 prosent av Sjó­ vinnu­hús­i­num. – Ætlanin er at fáa gagn­nýtt vit­an­ar­til­feing­ið op­ti­malt, herundir vinnu- og til­feing­is­gransk­ing, og at hetta verð­ur gjørt í tøttum sam­starvi millum allar part­ar í hús­i­num, sigur býráðið í frá­boð­an. Ynskið frá kommununar síðu er at fáa nýtt virksemi at blóma í býnum, tí er í­verk­set­an­ar­hús­ið Hug­skot­ ið ein spenn­andi partur av ætl­an­ini. Sam­stundis verður ein stór av­bjóð­ing í sambandi við høl­is­trup­ul­leik­arnar hjá Fróð­skap­an­ar­setr­i­num loyst. Sjóvinnuhúsið kann so­ statt gerast ein kraftdepil í høv­uðs­stað­num, har vinna, vit­an og vøkstur ganga hond í hond. – Tørvurin hjá Setri­num er átrokandi, og Sjó­vinnu­ hús­ið er ein góð og skjót loysn. Vit hava havt drúgvar sam­ráð­ing­ar við Tórshavnar komm­unu, og eg fegnist um, at avtalan nú er komin upp á pláss, sigur Rigmor Dam, lands­stýr­is­kvinna í menta­ mál­um. – Í fyrsta umfari leiga vit ein part av bygningum, og Setr­ið flytur inn í smáum, so­ leið­is at vit fáa kanna og eft­ ir­mett, um húsið kann vera part­ur av einari virðiligari og var­andi loysn fyri Setrið. Útbúgvingartilboð hava stóran týdning fyri fólka­ vøkst­ur og trivnað. Í løtuni eru á leið 1000 føroyingar und­ir út­búgving á Setrinum, og Fróðskaparsetur Føroya er í stórari og støðugari menn­ ing. Sjóvinnuhúsið skal lætta um akutta hølistørvin, men verður eisini mett at vera áhugavert í einari var­andi skipan hjá Setrinum, tí hús­ið hevur nógvar kom­bin­a­tións­ møg­u­leikar og liggur tætt við fleiri aðrir bygningar hjá Setr­i­num og tætt við liv­andi bý­ar­umhvørvi. Fróðskapersetrið fer nú oman á Vestaru Bryggju Rigmor Dam, mentamálaráðfrú Mynd: Álvur Haraldsen