Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. JANUAR 2017 SOSIALURIN 12 32 MYND: HEINESEN MYNDIR G! Festivalurin hevur hesa vikuna kunngjørt tey fyrstu nøvnini á skránni. Tey fyrstu nøvnini eru donsku hipphoppararnar Su­spekt, ís­ lendsku rappkvendini í Reykja­ víkurdætur og guitar­snillingin Bombino úr Niger. Fjóðra navnið í røðini, sum varð kunngjørt, er Teitur, ið fer at hava eina serliga framførslu av fyrstu útgávu síni á Universal plátu­ felagnum, Poetry and Airplanes, frá 2003. Hetta var útgávan, sum veruliga gav Teituri luft undir veingirnar og sendi hann á túr við m.a. John Mayer, Rufus Wainwright, Aimee Mann og KT Tunstall. Millum løgini á útgávuni eru sangir sum eitt nú Sleeping with the lights on, I was just thinking, Josephine og You're the Ocean. Í fjør fór Teitur á fyrsta sinni síðani 2003 á túr við útgávuni. Hetta við fullmannaðum bólki og strúkikvartett. Konsertirnar vóru í hildnar útvaldum støðum í Europa, harímillum Tivoli í Keyp­ mannahavn. Ummælini hava verið sera góð, og nú kunnu føroyingar gleða seg um at Teitur tekur hesa serligu kon­sertuppsetingina heim til sínar elsk­aðu oyggjar og G! Festivalin í summar. 32 BAKSÍÐAN K anska eri eg kristin kortini. Hóast eg eri stórsyndari, so er tankagongdin krist­ in. Eg avnokti tó ikki djevulin. Tí hann er her. Eg eri kristin. Tí eg vil ikki, at sam­ kynd sleppa at gifta seg. Heldur ikki tey. Eg haldi ikki, at nakrir, nakrar ella nøkur eiga at sleppa at gifta seg. Hvørki maður og maður, kvinna og kvinna, maður og kvinna ella kvinna og maður. Tá fólk svara ja framman fyri einum myndugleika, gudiligum ella verðsligum, lúgva tey. Tað er synd, ókristið, ógudiligt, at lúgva. Kostar nógvar dagar í helviti, hvør lygn. Tá tey siga ja, siga tey samstundis nei nógvar ferðir. Tey siga nei, eg vil ikki vera fræls/ur. Tey siga nei, eg vil ikki liva sum eg vil. Tey siga nei, eg vil ikki eiga mítt óbýtt. Hjúnabandið, bandið, borgaraligt ella kirkjuligt ella okkurt heilt ann­ að, eigur tí at verða for­boðið. Uttan undantak. Sjálvandi, tí sam­ bært revsilógini og øll­um altjóða og evropiskum manna­ rætt­inda­sáttmálum er forboðið at taka frælsið frá fólki. Ikki er loyvt at skerja frælsið hjá fólki, uttan hjá teimum, sum eru dømd í geglið. Sum ein rættur í einum jabbjabbfólkaræði hevur dømt. Tað verður revsað við frælsis­skerj­ ing at skerja frælsið hjá fólki. Tað sigur revsilógin, sum hjá okkum framvegis er á donskum, hóast málsøkið revsi­ rættur er romantiskt yvirtikið. Í veruleikanum eiga øll tey, sum gifta fólk her hjá okkum, at vera í Mjørka­dali ella í Vestre fængsel. Grein 261 í revsilógini kann ikki mis­skiljast. Hon er púra greið: »Den, som berøver en anden fri— heden, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 år.« Kanska Bíblian sigur okkurt annað, men alment er hon ikki galdandi. Skal hjúnabandið vera loyvt, krevst fyri tað fyrsta, at revsilógin verður broytt, at ein grein verður strikað (hava vit hoyrt tað fyrr?), ella, at tey, sum vilja giftast, verða dømd í rættinum til tess. Dømd at missa frælsið eina tíð til tey við tógvið stríð og strev taka frælsið aftur, kvetta, taka loysing. Fólk lúgva, tá tey í stívasta pussi, sunnudagsklæðum leygardag, siga ja, men áttu at sagt nei, takk. Tí hjúnabandið varar ikki til deyðin skilur. Tí lúgva fólk uttan at rodna upp í gronina á presti ella borgarstjóranum, tá tey svara ja. Nei er eitt nógv betri og avgjørdari orð enn ja, hóast tað er ein bókstav longri. Sum tey siga í donsku um­yrktu kvøðuljómapláguni: ja er kun et fattigt ord. Munur er á, at nei er sterkari og meira mergjað. Bestu ráðini hjá teimum, sum halda seg vita alt um strongd, stress, eru eisini tey, at fólk eiga at læra seg at siga nei. Tey, sum reypa av, hvussu strongd tey eru, hvussu langt niður, tey fóru, tá tey raktu botnin, siga altíð, at tey dugdu ikki at siga nei. Tí fór sum fór. Gamaní, sigur lesarin, um nakar er. Hjúna­bandið er løgfrøði, ikki kristin­ dómur. Fólk giftu seg eisini, áðrenn kristindómurin varð uppfunnin. Lógir ber til at broyta, so sleppast kann undan hjúnatjóðrinum. Vaksin brúka altíð børnini sum umbering. Vit gifta okkum, tí vit eiga børn. Vit bíða við at skiljast til børnini eru vorðin eitt sindur størri. Ein onnur umbering fyri hjúna­ band­inum er kærleiki. Kærleikin er stokkutur. Áhugavert eisini, at hjartasorg varar longur enn kærleiki. Hjartasorg er avleiðing av kærleika, eitt slag av timburmonnum, og hon varar leingi, longur enn kærleikin, tí hann er stuttur. Og illa ber til at javna. Eg eri kristin, tí eg vil ikki, at maður og maður og kvinna og kvinna gifta seg. Tað er synd – í teimum. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Revsivert at gifta fólk Teitur á G! við Poetry and Airplanes