Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Luttakartalið hesaferð var nakað væl lægri, enn tað plagar at vera. - Hetta komst av, at fleiri av teimum, ið plaga at lut­ taka, annaðhvørt ikki hava skrásett sær byrsuna - ella ikki hava fingið sær vápana­ loyvi. Fyrireikararnir av kapp­ ing­ini siga, at tað sjálvsagt er gleðiligt, at eisini tey, sum skjóta við luftbyrsu sum ítriv, virða vápnalógina og vilja bíða við at koma við til kappingar, til hesi viður­ skiftini eru komin upp á pláss. Fyrireikararnir fegnast eisini um, at nýggj andlit ikki smæðast við at melda til kappingar. - Nú fýra kappingar hava verið, hava út við 100 ymisk­ ir luttakarar verið við í hesum kappingum, og nýggj andlit eru við hvørja ferð. Methøgt stigatal Vinnari í kappingini um viku­skiftið við methøgum stigatali (212 stig) var tann sami sum seinast, Kristvar Nils­sen. Sum nakað serstakt, kapp­aðust vanligar luft­ byrs­ur (fjarðabyrsur) og tær nýggju (pcp byrsurnar) í hvør sínum bólki. Eisini varð kappast í standandi støðu. Vinnari í fjarða­byrsu­ kapp­ingini gjørdist Rógvi Mohr við 134 stigum, meðan Bárð­ur von Poulsen vann kapp­ingina í standandi støðu. - Ætlanin er at hava eina kapping aftur um hálv­an mars ella so, siga fyri­reikararnir og vísa til Facebook-bólkin - Luft­ byrsu­skjóting í Før­oy­um - har eisini fleiri myndir av lut­takarunum frá undan­ farn­um kappingum eru at síggja. Tað merkti skjótikappingina við luftbyrsu á Skála um vikuskifti, at Føroyar hava fingið eina nýggja vápnalóg Teir virða vápnalógina Eyðun Hansen, sum gjørdist avlamin av vanlukku, arbeiðir nú í tillagaðum starvi á skrivstovuni hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Á kommunuvalinum seinast varð Eyðun Hansen eisini valdur í kommunustýrið í Vestmanna Brúkiligur garnafiskiskapur Vilmund Jacobsen Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skip­ini koma inn at landa, sum henda vikan gong­ur. Fiski­ skapurin hjá par­trolar­ unum er framvegis smá­ ligur. Fríggjadagin vóru fýra djúpvatnstrolarar eru til fiski­skap, men væntandi kemur bara ein inn at landa fyrst í hesi vikuni. Hesin hevur mest av svartkalva og kongafiski. Hinir djúp­vatns­trolar­ar­ nir koma neyvan fyrr enn í næstu viku. Tveir fiska upsa, og ein fiskar konga­ fisk. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Teir bíða eftir betri líkindum. Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva og hava brúkiligan fiski­ skap. - Annað garnaskipið kem­ur væntandi inn at landa fyrst í hesi vikuni - og hitt kemur væntandi síðst í vikuni, vita tey á Fiska­ marknaði Føroya at siga. Skiparin á rækjutrolaranum Arctic Viking, Bjarni Petersen, sigur, at í Barentshavinum er bølamyrkt alt døgnið, 19 kuldastig - og fiskaloysi Føroyar fáa 5% Vilmund Jacobsen Tað hevur verið ivasamt, hvussu fór at vera við íslendsku lodnukvotuni í ár, sum Føroyar sambært fiskirættindas­ áttmálanum landanna millum fáa lut í. Men, nú hevur Ísland ásett eina lodnukvotu á 57.000 tons fyri hesa vertíðina. Sambært avtaluni, eiga Føroyar fimm prosent av íslendsku kvotuni, og hetta gevur 2.850 tons. Í 2015 keypti Varðin Pelagic á Tvøroyri 7.000 tons av lodnu, og í fjør - 2016 - var tonsatalið 5.000. Lodnukvotan hjá Íslandi er skiftandi, men føroyska uppsjóvarvinnan vónar altíð, at nøkur tons fella Føroyum í lut. Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sigur, at eini 30-40 prosent av lodnuni, sum virkið keypti í januar og februar mánaði í fjør, fóru til Japans - og restin fór til Ruslands. Skipini, sum eru á garnaveiði eftir svartkalva, hava búkiligan fiskiskap Hesa vikuna landa nakrir partrolarar, onkur djúpvatnstrolari og tvey garnaskip