mánadagur 30. januar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. januar 2017 · Nr. 13
GUR
UM
Hóast tíðin rennur undan, so bendir onki í løtuni á, at
ein semja um fiskivinnunýskipanina er í eygsjón
Hvassari orðaval
um nýskipanina
Árni Gregersen
Nógvir fundir hava í sein
astuni verið um nýskipan av
fiskivinnuni at koma í gildi 1.
januar næsta ár.
Men sum útmeldingarnar
eru júst nú, so eru útlitini
fyri einari breiðari semju
ógvuliga lítil. Fundirnir í
farnu viku fingu ikki flokk
arnar – Fólkaflokkin og Sam
bandsflokkin – at nærkast
tí, sum landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum hevur
ætlanir um at gera.
Flokkarnir kunnu semjast
um fleiri partar í einari ný
skipan, men hvussu rættindi
skulu latast eftir nýggjár, er
als ongin semja um.
Høgni
Hoydal,
lands
stýrismaður við fiskivinnu
málum, hevur ferð eftir
ferð sagt, at løtan til eina
einastandandi skipan, sum
fer at virðisøkja tilfeingið
ómetaliga nógv er nú.
Hann vísir á, at tað er so
nógv, sum kann gerast bet
ur, so meira verður eftir
til vinnuna eins og til allar
borgarar í Føroyum.
– Men vit sakna at fáa
nakað ítøkiligt frá lands
stýrismanninum
at
taka
støðu til, sigur Jørgen Niclas
sen, formaður Fólkafloksins.
– Vit hava verið til nógvar
fundir, men en hava vit onki
skrivligt fingið at taka støðu
til. Tað haldi eg er ópro
fessionelt og eg haldi eisini
tað er at samráðast uppá
kvamsvís, sigur hann.
Uppskot er klárt
Við Útvarpið segði lands
stýrismaðurin, at eitt upp
skot er so at siga liðugt og at
tað nú snýr seg um at finna
semjurnar. Tí vil hann ikki
leggja
uppskotið
alment
fram.
– Um eitt uppskot meir
ella minni er klárt, so eiga vit
at síggja tað og taka støðu til,
hvat vit taka undir við, sigur
formaðurin í Fólkaflokkin
um.
– Í veruleikanum haldi
eg, at vit eru partar í einum
myrkaspæli hjá landsstýris
manninum,
sigur
Jørgen
Niclassen.
Tað sum landsstýrismað
urin ferð eftir ferð hevur tos
að um, at væl ber til at finna
semju um er millum annað
eina burðardygga veiðu.
Hesum taka hinir flokk
arnir eisini undir við, men
beinanvegin, tá ið talan er
um fiskidagar ella kvotur,
byrja ymisk sjónarmið at
vísa seg.
Ein annar spurningur er
um útlendingar framvegis
skulu kunnu eiga part í før
oyskum skipum. Semja er
um, at ræðisrætturin skal
vera í Føroyum, men hvussu
stóran
part
útlendingar
kunnu eiga, er ikki full semja
um.
Kortini er hetta helst eitt
av punktunum, sum semja
kann fáast um.
Virðisøkingin av føroyska
tilfeinginum, bæði undir Før
oyum og tí partinum, sum
vit hava samráðst okkum
til, er eisini eitt mál, sum tey
flestu taka undir við.
Eisini fakfeløgini vísa á, at
alt eigur at verða virkað her
á landi og virðisøkt, tí tað
gevur eisini arbeiði á landi.
Knúturin sjálvur er um
alt skal seljast um eina upp
boðssølu ella ei.
Fólkaflokkurin
hevur
greitt boðað frá, at flokk
urin ikki tekur undir við
hesi skipanini, meðan Sam
bandsflokkurin hevur sagt
seg kunna taka undir við
uppboðssølu av nýggjum
tilfeingi.
Í arbeiðssetninginum hjá
nýskipanarbólkinum stóð, at
farast skuldi frá politiskari
útluting til eina marknaðar
skipan. Tað er eisini hetta,
landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
higartil
hevur hildið fast um.
Við
Útvarpið
segði
Høgni Hoydal, at nú tíðin
gongur undan væntar han,
at flokkarn ir fara at finna
tættari saman og at tað fer at
bera til at finna eina breiða
semju.
– Hesum ivist eg í. Eg
haldi, at landsstýrismaðurin
hevur ætlanir um, at sam
gongan
skal
samtykkja
hansara uppskot og vit bert
eru ein partur av hansara
myrkaspæli, sigur Jørgen
Niclassen, formaður Fólka
floksins.
POLITIKKUR
Sa m g o n g u f l o k ka r n i r
taka allir undir við eini
marknaðarskipan.
Tað
er í hvussu so er tað, sum
leiðararnir í samgongu
flokkunum siga.
Millum tingfólk verður
kortini ivi sáddur um,
um tað er so einfalt, at øll
tingfólk hjá samgonguni
taka
undir
við
hesi
skipanini.
Ilt er sjálvandi at vita
um
hetta
er
politiskt
orðsnildni ella um tað
er so. Svar fæst ikki fyrr
enn støða skal takast til
eitt konkret uppskot í
tinginum.
Andstøðan er í einari
heilt aðrari støðu. Serliga
er munur á støðuni hjá
teimum báðum stóru and
støðuflokkunum,
Sam
bandsflokkinum og Fólka
flokkinum.
Meðan Fólkaflokkurin
frá
fyrsta
degi
hevur
tikið frástøðu frá upp
boðssøluni, so sigur Sam
bandsflokkurin í uppskoti,
sum flokkurin hevur gjørt,
at nýtt tilfeingið kann fara
um eina uppboðssølu, men
at skipanin annars skal
virka sum nú, tá ið talan er
um rættindini.
Landsstýrismaðurin
veit væl, at tíðin er í
ferð við at ganga undan.
Seinasta freist at koma
við uppskotum til tingið í
hesi tingsetuni er um mán
aðarskiftði februar-mars,
uttan so, at semja fæst um
at víkja frá tíðarfreistum.
Tí verður arbeitt ómeta
liga hart íløtuni við at finna
semju um fiskivinnuna.
Við teimum broyting
um, sum verða gjørdar
nú, fær sami myndugleiki
rætt til at fara inn í hølir,
ha vinnuligt virksemi við
víkjandi skiparakstri fer
fram.
Broytingarnar í lógini
liggja til hoyringar til
mikudagin í hesi vikuni.
Jørgen Niclassen, formaður Fólkafloksins,
sigur, at teir eftir hansara meting eru partur av
myrkaspælinum hjá landsstýrismanninum