týsdagur 31. januar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er fallið løgtingsformanninum
fyri bróstið, at tað á hvørjum ári
hópa seg so nógv uppskot í løg
tinginum, sum ikki koma í tingið
fyrr enn beint áðrenn tíðarfreistin
er úti á heystið og á vári.
Tí ætlar løgtingsformaðurin nú
at seta kvotur á, so lógaruppskoti
num koma meira regluliga í tingið.
Tað er kanska skilagott av ting
formanninum.
Men tað sum fellir vanligum
fólki fyri bróstið er, hví tað er so
umráðandi fyri tingfólk at fara
heim í summarfrí longur flaggdag
in 25. apríl fyri at halda frí til á ólav
søku.
Og tá tingið kemur saman á ólav
søku, so verða nakrir fáir fundir, at
har tingið viðger ólavsøkurøðu løg
mans og avgreiðir fiskidagarnar. So
er aftur steðgur.
Tað var eftir systemskiftið í 1998
og fullveldissamgongan varð skip
að, at lønin hjá tingfólki hækkaði
100 prosent.
Grundgevingin tá var, at løg
tingsarbeiðið er eitt fulltíðar ar
beiði, og tí skulu tingfólk hava full
tíðarløn.
Og sjálvandi skulu tingfólk hava
fulltíðarløn fyri fulltíðar arbeiði,
tað er eingin, sum misunnir teim
um tað.
Samstundis varð lógarfest, at
tingfólk í fulltíðararbeiði sum
tingfólk ikki má hava meira enn
hálvtíðarstarv við síðuna av – um
altso talan er um alment starv. Er
talan um arbeiði í privatari vinnu,
so blandar løgtingið seg ikki uppí,
hvussu umfatandi tað er umframt
tingarbeiði.
Sjálvandi ber tað ikki til, at alt ov
nógv lógaruppskot verða løgd fyri
tingið í senn.
Men tað hevði væl saktans ikki
gjørt nakað, at tingfólk arbeiddu
nakrar mánaðir afturat um árið.
Sambært Kaj Leo Holm Johann
esen, so hava tingfólk so lítið at
gera, at tey ikki høvdu fingið peng
ar úr ALS, skuldu tey endað har.
Ein løgin samanbering, tá havt
verður í huga, hvussu væl tingfólk
eru tryggjað – bæði ímóti arbeiðs
loysi og ikki minst, tá hugsað verð
ur um ellisárini.
Sjálvandi skal vera skil í lóg
arsmíði, og sjálvandi skulu bæði
løgtingsumsiting og løgtingsnevnd
ir hava ta tíð, sum skal til at viðgera
lógaruppskot, fyrireika lógarupp
skot og hoyra teir partar, sum hoyr
ast skulu í lógarmálum.
Men at gera tað til ein trupul
leika, at tingfólk mugu arbeiða ein
part av summarfrítíðini, sum er
tríggjar mánaðir – tá loypir ketan
av hjá vanligum fólki.
Tað skal vera skil í, hvussu lóg
aruppskotinum koma í tingið, men
tað má so sanniliga eisini vera skil í,
so tingfólk arbeiða ta neyðugu tíð
ina soleiðis, at tingarbeiðið kann
avgreiðast virðiliga.
Er tað neyðugt at hava
tríggjar mánaðir summarfrí?
Hvat er problemið?
Non
sens og
mjørkatos
Virgar dalsgaard
síða 21
Nú má
onkur
vakna
Helgi abrahamsen
Síða 20
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fyrrverandi nevndarformað
urin og fyrrverandi stjórin í
BankNordik, John Rajani
og Klaus Rasmussen boða í
dag frá, at teir hava stovnað
ráðgevingarfelag,
Rajani/
Rasmussen, hvørs endamál
er »at bjóða dygdargóða og
óhefta ráðgeving til virkir
og virkiseigarar«.
– Vit fara at arbeiða við ráð
geving innan virkismenning
og ráðgeving í strategi og
leiðslu: Betri góðskustýring,
betri organisering, betri sølu
og betri marknaðarføring,
sigur John Rajani annar av
stovnarunum.
Teir siga í skrivinum, at
ætlanin er at Rajani/Rasmus
sen seinni í 2017 eisini skal
ráðgeva í sambandi við t.d.:
sølu av fyritøkum, keyp av
fyritøkum, samanlegging av
fyritøkum, veitan av kapitali
umframt aðra fíggjarliga og
strategiska ráðgeving.
– Vit viðurkenna, at eingin
fyritøka ella virkishandil er
eins og at eitt keyp ella ein
søla av eini fyritøku ofta er ein
hin týdningarmesta vinnuliga
og fíggjarliga avgerðin, ið
verður tikin. Okkara mál
verður at ráðgeva fyritøkum
effektivt, har vit vísa teimun
teirra strategisku møguleikar
og hjálpa fyritøkunum at
íverkseta og fremja tað bestu
loysnina, sigur Klaus Rasmus
sen.
Stovnarar av Rajani/Ras
mussen eru:
John Rajani, stjóri
John er útbúgvin MBA og
B.Sc. (EBA), er fyrrverandi
bankastjóri, vinnulívsstjóri
og stjóri fyri Corporate
Finance
deildini
í
BankNordik. John hevur
eisini verið deildarstjóri og
løgmansritari á Løgmans
skrivstovuni og sendimað
ur Føroya í Stórabretlandi,
eins og stjóri fyri Studna
og deildarstjóri í Menta
málaráðnum.
John
byrj
aði
sína
starvsleið
sum
stjórnarskrivari og fyrisit
ingarleiðari í Faroe Seafood.
10 ára royndir úr fíggjar
vinnuni, 10 ára royndir úr
miðfyrisitingini og uttanrík
istænastu og 3 ára royndir
innan fiskasølu. John hevur
sera drúgvar leiðsluroyndir
og hevur ráðgivið í sambandi
við fleiri stórar virkishandlar
bæði í Føroyum og uttanlanda.
Klaus Rasmussen, nevndar
formaður
Klaus er Statsaut. revisor,
Cand. Merc. Aud., Cand.
Polit, er fyrrverandi stjóri
fyri Føroya størstu grann
skoðarafyritøku Rasmussen
& Weihe. Seinastu árini
hevur
Klaus
verið
sera
virkin í vinnulívið m.a. sum
nevndarformaður
i
fleri
størri føroyskum og út
lendskum feløgum.
Klaus hevur meir enn 30
ára royndir sum grannskoðari
og ráðgevi og hevur somulei
ðis drúgvar royndir sum ráð
gevi í sambandi við t.d. virkis
handlar.
Rajani og Rasmussen hava
stovnað ráðgevingarfelag
Í kvøld, mikukvøldið klokkan
18:00, fer besta mannsliðið
hjá EB-Streymi at spæla vin
ardyst móti HB. Dysturin
verður spældu á nýggja vøll
inum í Hólmanum á Eiði.
Hetta er fyrstu ferð, síð
ani EB/Streymur í 2007 flutti
sínar heimadystir til vøllin
við Margáir, at besta manslið
hjá EB/Streymi spælir á Eiði.
Nýggi vøllurin í Hólma
num á Eiði hevur fingið ótrú
liga góð skotsmál frá teim
um, ið hava roynt at spælt
og vant á vøllinum.
– Vøllurin hevur eisini
fingið skotsmál sum ser
stakliga vakur, øll minnast
myndina sum bleiv “viral” á
facebookbólkinum Football
daily,
undir
yvirskriftini
Beautiful.
Myndin
bleiv
dámað yvir 55.000 ferð og
deild á facebook slakar 2000
ferðir, sigur Jógvan í Skorini,
borgarstjóri á Eiði.
Í løtuni er Eiðis kommuna
í holt við at gera ítróttarhúsið
við vøllin. Niðara hædd í
húsinum, ið skal brúkast til
ítróttarhentleikar
verður,
eftir ætlan, liðug í mai, tá er
klárt at hava dystir, á hægsta
føroyskum støði, á Eiði.
EB-Streymur
heimavøll á Eiði
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin