týsdagur 31. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
4
Áki Bertholdsen
Nú verður tað skjótt ein farin
tíð, at fólk skulu noyðast at
standa í longum bíðirøðum
fyri at sleppa við einum skipi
hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan
hevur
nevniliga ment eina skipan,
har tað ber til at keypa sær
ferðaseðil á internetinum.
Hetta er ein skipan, tey
hava tosað um í langa tíð,
men nú verður hon skjótt
klár at seta í verk.
Skipanin verður nú roynd
innanhýsis á Strandferðsluni
og Hilmar Eliasen, stjóri,
sigur, at gongst sum ætlað,
verður farið at seta hana í
verk um tveir mánaðir.
Tað er serliga við Teist
anum, at tað hevur verið ein
trupulleiki, at bilar sleppa
ikki við, tí skipið er fult.
Tí verður hendan talgilda
ferðaseðlaskipanin
sett
í
verk á Teistanum fyrst,
og Hilmar Eliasen sigur, at
gongst sum ætlað, verður tað
nú í mars.
Í hesum sambandi skal
ein serlig breyt gerast aftur
at á Gomlurætt til bilar, sum
hava talgildan ferðaseðil. Tað
arbeiðið eru Strandferðslan
og Landsverk farin í sam
starv um at gera. Í Skopun
er hinvegin nokk av plássi
sum er.
Ein orsøk til, at bíðað
verður til í mars, er, at tá er
broddurin vónandi farin av
vetrinum, tí tey halda, at
tað er óheppið at fara und
ir skipanina á hávetri, tá ið
vandi er fyri fleiri avlýsing
um.
Hann væntar, at hendan
nýggja skipanin fer at hjálpa
ein heilan hóp, tí nú átti fólk
at sloppið frá at staðið á
bryggjuni til onga nyttu.
Men hann minnir kortini
á, at hetta loysir ikki allar
trupulleikar, tí Teistin verð
ur enn hin sami, og hann
verður ikki størri fyri tað um
ferðaseðilin kann bíleggjast
á netinum.
Eisini onnur skip
Stjórin leggur afturat, at
hóast skipanin fyrst verður
sett í verk á Teistanum, er
hon gjørd soleiðis, at vísir
hon seg at rigga sum skal, er
onki hóvasták í at seta hana
í verk fyri Smyril, og onnur
skip eisini.
Stjórin á Strandferðsluni
hevur eitt boð upp á, nær
skipanin kundi verðið sett í
gildi á Smyrli, og øðrum skip
um eisini, og tað er á nýggj
árinum.
Hilmar Eliasen sigur, at
talan er um ein rættiliga um
fatandi skipan, sum hevur
nógv atlit at taka.
– Hevði talan bara verið
um eina einfalda skipan, har
tað bar til at keypa ferðaseð
il, til eingin var eftir, hevði
tað ikki havt nógv upp á seg.
Men hendan skipan skal
tvørturímóti taka alskyns
atlit, eitt nú til vinnuligar
bilar, farmabilar, ruskbilar,
oljubilar og aðrir bilar skulu
eisini hava pláss, og hon skal
leggja upp fyri, hvussu stórir
bilarnir eru.
Fyri at nevna eitt dømi
um, hvussu umfatandi ein
slík skipan er, hevur stjórin
áður nevnt, at biladekkinum
á Teistanum sleppur ein
Citroen Berlingo av tí gamla
modellinum undir heingi
dekkið, men tað nýggja mod
ellið sleppur ikki undir, og
øllum slíkum viðurskiftum
skal skipanin leggja upp fyri.
– Alt tað hevur gjørt skip
anina rættiliga umfatandi at
gera, sigur Hilmar Eliasen.
Hinvegin leggur hann
afturat, at hóast skipanin er
fløkt at gera, verður hon av
bera løtt og einføld at brúka.
Kunnu skjótt keypa
ferðaseðil á internetinum
Strandferðslan er klár við
eini skipan, har ferðafólk
við Teistanum kunnu keypa
ferðaseðil á internetinum
Áki Bertholdsen
Tað verður grikska ferjan,
Galaxy, sum skal røkja
suðuroyarsiglingina
ímeðan Smyril er í dokk
í vár.
Strandferðslan
hevur leitað leingi
eftir einum hóskandi
avloysaraskipið og nú um
vikuskiftið hava umboð
fyri Strandferðsluna og
sjóvinnustýrið verðið í
Grikkalandi og kanna
skipið.
Hilmar Eliasen, stjóri
á Strandferðsluni, sigur,
at skipið lýkur tey krøv,
ið verða sett, so nú eru
tey í ferð við at orða ein
leigusáttmála, og annars
at fáa øll tey formligu
viðurskiftini í rættlag.
Men hann dugir ikki at
síggja nakað, sum skuldi
beint fyri ætlanini.
Smyril skal í dokk
hálvan mars, og hann er
burtur burtur í tríggjar
vikur. Tað merkir, at hann
verður aftur í sigling á
páskum.
Galaxy er gomul ferja,
hon er bygd í Pólandi
í 1979 og siglur undir
Panamaflaggi. Men hon
minnir nógv um Smyril
í stødd. Hon tekur 900
ferðafólk og 280 bilar og
hevur 120 koyggjur. Men
hon siglur eitt vet seinni
enn Smyril, tí hon siglur
16-17 míl, sigur Hilmar
Eliasen
Og av tí, at talan er
um eitt skip, ið minnir
um Smyril, verður siglt
ímillum Krambatanga og
Havnina, sum vanligt.
Galaxy skal sigla fyri
Smyril í tríggjar vikur
Smyril fer í dokk hálvan mars og Strandferðslan
og verður burtur í tríggjar vikur
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tað verður grikska ferjan, Galaxy, sum skal sigla fyri
Smyril, tá ið hann fer í dokk um slakar tveir mánaðir
Tað verður ein himmalskur lætti hjá nógvum, at tað nú fer at bera til at keypa ferðaseðil til Teistan á internetinum