Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Gongst, sum Henrik Old, lands­stýrismaður í sam­ ferðslu­málum, vil, verður tað longu í summar, at Strand­ferðslan fer undir eina royndarskipan, har fólk skulu rinda ymsar prísir fyri ferða­seð­il­in, alt eftir, hvar tey búgva. Sum Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sig­ur í aðrari grein, fer Strand­ferðsl­ an nú at gera eitt uppskot um, hvussu ein slík skipan kann skrúvast saman. Men Henrik Old heldur, at tað er rætt at royna eina slíka skipan longu í summar at vita, hvussu hon riggar. Hann hugsar sær í hesum sam­bandi, at tey, sum búgva á út­oyggj, sleppa at ferðast fyri lítið og lætt, ímeðan onn­ ur afturfyri rinda ein hægri prís fyri ferðaseðilin. Hann heldur, at tað kundi giv­ið Strandferðsluni nakrar roynd­ir at arbeitt víðari eftir. Hann sigur, at um út­ oyggj­ar­fólk so sleppa at sigla púra ókeypis, hevur hann einki ímóti tí. Og um hendan royndin ikki eydnast til fulnar, er tað eis­ini ein bøtiligur skaði, tí nógva­staðni er talan um lut­ fals­liga fá fólk. Henrik Old hevur leingi ver­ið talsmaður fyri, at út­ oyggja­fólk skulu kunna ferð­ast bíl­ig­ari enn onnur fólk og hann heldur enntá, at tey skuldu kunna ferð­ast ókeyp­is. Men hann sigur, at tað kann vera torført at gera eina slíka skipan, tí hvar skal mark­ið ganga. Skulu tað bara vera út­ oyggja­fólk, sum sigla fyri lít­ ið og lætt, ella skulu tað bara vera útlendingar, sum skulu ferð­ast dýrt. Hvat við teimum før­oy­ ing­um, sum búgva í mið­stað­ ar­øk­inum, spyr hann. Sjálvur hellir hann til, at tað verða útoyggjafólk, sum ferðast bíliga og at tað verð­ ur dýrari hjá øllum øðrum. – Eg síggi ikki fyri mær, at tað ber til at gera eina skipan, sum bara skilir útlendingar burt­ur úr, tí tað kann elva til trup­ul­leikar. –  Hvat við einum før­oy­ ingi, sum lesur uttanlands, er hann føroyingur ella út­lend­ ing­ur? Hvat við fólki, sum koma at keypa fleiri ferða­ seðlar, hvussu skal mann­ing­ in á Strand­ferðsluni vita um ein ferða­seð­il er til ein út­ lend­ing, ella ikki, sigur Hen­ rik Old fyri at nevna tveir av trup­ul­leik­un­um, sum kunnu stinga seg upp. Harafturat veit Henrik Old ikki rættiliga um tað ber til at seta eina slíka skipan í verk fyri eitt skip, sum Smyr­ il, har rættiliga nógv fólk ferð­ast. –  Skal tað gerast, skulu allir 5000 suðuroyingar hava eitt borg­a­r­a­kort. Men tað er væl trú­ligt, at tað ber til, legg­ur hann afturat. Áki Bertholdsen Prísurin á ferðaseðlum við skipunum hjá Strand­ferðsl­ uni, eigur at verða ymiskur, alt eftir, hvat ferðafólki býr. Tað heldur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Hann heldur nevniliga, at Strandferðslan eigur at fáa eina øðrvísi prísskipan, har prísurin á ferðaseðlum verð­ ur ásettur eftir, hvar fólk búgva. Grundarlagið undir eini slík­ari skipan, er, at tað skal vera bíligari hjá fólki, sum hava fastan bústað á eini oyggj, har eitt strandfaraskip sigl­ur til, at ferðast, enn tað er hjá øðrum. Hann sigur, at hetta er ein skipan, sum er vælkend aðra­staðni, har fólk, sum býr á eini oyggj, fáa eitt borg­ara­ kort og við at vísa tað, fáa tey ferðaseðilin fyri lítið og lætt. Samstundis heldur Hilm­ ar Eliasen, at tað eigur at verða dýrari hjá øðrum enn oyggja­fólki, at ferðast, eitt nú hjá útlendskum ferðafólki. Sjálvur hevur kensluna av, at tað eisini er politiskur áhugi fyri at gera eina skip­ an í verk við ymsum ferða­ seðla­prísum, alt eftir, hvar fólk býr. Hann heldur, at hetta er ein skipan, sum kann út­vega Strandferðsluni meiri inn­ tøk­ur. Hann sigur, at hann hoyr­ ir javnan frá manningini hjá Strand­ferðsluni, serliga á skip­um, sum sigla á útoyggj, at ferðafólk undrast á, hvussu bíligt tað er at ferð­ ast. Tað er eisini ein sann­ roynd, at í Føroyum er mun­ andi bíligari at brúka sam­ ferðslu­kervið, enn tað er í lond­um rundan um okkum. Tí heldur hann, at akkurát á hes­um øki er viljin rættiliga stór­ur hjá útlendingum at rinda ein hægri prís. Hilmar Eliasen vísir á, at tað er føroyski skatt­gjald­ ar­in, sum rindar fyri sam­ ferðslukervið, og at lata útlendsk ferðafólk ferð­ast fyri sama prís sum før­oy­ing­ ar, er í roynd og veru eitt slag av studningi til tey. Tí er spurningurin, hví út­ lendsk ferðafólk ikki skulu rinda ein hægri prís, sum lík­ ist einum marknaðarprísi. Gera uppskot í ár Hilmar Eliasen sigur, at Strand­ferðslan fer nú at arb­ eiða við einum uppskoti um, hvussu ein slík skipan kundi ver­ið skrúvað saman. Men hann sigur, at tá ið sam­anum kemur er hetta ein politiskur spurningur, men Strandferðslan fer so at gera eitt uppskot um, hvussu hetta kann gerast. Ein spurningur í hes­ um sambandi er, um skip­ an­in bara skal umfata út­ lendsk ferðafólk, ella um tað bara skulu vera oyggja­ búgv­ar, sum rinda tann bíl­iga ferðaseðilin, men so at øll hini rinda meiri fyri ferðaseðilin, eisini før­oy­ing­ ar sum búgva á meg­in­land­ in­um. Sjálv­ur hellir Hilmar Elia­ sen til tann seinna møgu­leik­ an. – Tað er ruddiligari og hó­ ast hevði kanska hevði ferð­ ast nakrar heilt fáar ferðir í eina oyggj, hevur tað lítlan og ongan týdning. Ein annar møguleiki er, at príslegan verður í trim­um, har tey, sum búgva í oyggj­ un­um rinda ein prís, allir aðr­ir føroyingar ein annan prís og so útlendsk ferðafólk aft­ur ein triðja prís. Hvussu nógv ein slík skipan kundi givið Strand­ ferðsluni í eyka inntøkum, hava tey ikki mett um enn. Ætlar at gera eina roynd longu í summar EIGUR AT VERÐA DÝRARI HJÁ SUMMUM AT FERÐAST Longu í summar vil Henrik Old, landsstýrismaður, sleppa undir eina roynd á summum rutum hjá Strandferðsluni, har ferðafólk rinda ymsan prís fyri feraseðilin, alt eftir, hvar tey búgva Stendur tað til stjóran á Strandferðsluni skal tað verða dýrari hjá summum at ferðast við Strandferðslunin enn tað er hjá øðrum TÍÐINDI Hendrik Old ætlar sær at skunda undir eina skipan, har prísurin fyri at ferðast við Strandferðsluni verður ymiskur, alt eftir, hvar ferðafólkini búgva Útlendsk ferðafólk undrast á, so bíligt tað er at ferðast í Føroyum og akkurát á hesum øki er viljin til at rinda rættiliga góður, heldur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni