týsdagur 31. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Nógvir samráðingarfundir
hava verið um eina nýggja
skipan fyri vinnuliga fiski
skapinum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum,
Høgni
Hoydal, hevur havt fundir
við allar flokkar um hvat
gerast kann og fyri at royna
at koma til eina niðurstøðu í
málinum.
Miðflokkurin hevur gjørt
heilt greitt, at flokkurin ikki
longur luttekur í samráðing
unum, uttan so, at hann
verður ein partur av sam
gonguni.
Hinir flokkarnir luttaka
enn, men onkur kanska held
ur minni heilhjartað enn
onkur annar.
Nýtt Sjálvstýri hevur ver
ið á fundi aftur, nú Jógvan
Skorheim, formaður í flokk
inum, aftut tekur sæti á tingi,
men flokkurin tók seg upp
runaliga burturúr samgongu
samráðingum í 2015, tí flokk
urin var heilt ósamdur við
restina av samgonguni um
nýskipanina av fiskivinnuni.
So eru tað hinir báðir and
støðuflokkarnir – Sambands
flokkurin og Fólkaflokkurin.
Onki er at ivast í, at sit
andi samgongan helst bvil
hava, at minst annar av hes
um báðum flokkunum verð
ur partur av einari semju,
men enn er næstan ómøgu
ligt at siga um so verður.
Ógvusligur retorikkur
Skal ein taka alt fyri fult,
sum alment verður sagt um
samráðingarnar, so standa
teir báðir stóru andstøðu
flokkarnir og samgongan
langt frá hvørjum øðrum.
Formaðurin í Fólkaflokki
num hevur verið so hvassur í
orðum, at hann sigur, at sam
ráðingarnar higartil hava
verið óprofessionellar.
Hann fastheldur, at hann
onki skivligt tilfar hevur
fingið frá landsstýrismanni
num, sum hann kann hava
við sær aftur til flokkin, so
flokkurin kann taka støðu til
ymisk punkt í málinum.
Høgni
Hoydal,
lands
stýrismaður við fiskivinnu
málum, sigur hinvegin, at tað
er ikki tørvur á vitan undir
samráðingunum. Alt tilfar er
lagt fram.
– Tað snýr seg nú um at
taka nakrar avgerðir, so vit
kunnu koma víðari fram á
leið, sigur hann.
Sambandsflokkurin hev
ur gjørt sítt egna uppskot og
tí heldur flokkurin, at tað er
eins nógv samgongan, sum
skal nærkast uppskotinum
hjá Sambandsflokkinum,
sum tað, at flokkurin skal
nærkast samgonguni.
Nýggjur fundur er ikki
avtalaður millum samgongu
na og Sambandsflokkin enn.
Dregur enn meira út
Sjálvt um tað stendur longur
uppi í hesi grein, at eftir at
hendan vikan er farin, so
fæst at vita um ein breið
semja verður egg ella ungi,.
So er tað kortini ikki so einfalt.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Høgni Hoy
dal, hevur sagt mera enn
einaferð, at uppskotið um
nýskipan skal leggjast fram
áðrenn tíðarfreistin at leggja
uppskot fram í hesi tingset
uni, er farin og hann hevur
eisini lagt dent á, at eitt upp
skot skal fara til hoyringar
við rímuligari freist at gera
viðmerkingar í.
Hendan vikan skal so
brúkast til at finna, hvørjum
møgulig semjast skal gerast
við, men beinleiðis spurdur
vil Høgni Hoydal ikki siga, at
svar fæst uppá spurningin,
tá ið hendan vikan er farin.
Fólkaflokkurin er fram
vegis við í samráðingunum
og bíðar eftir fundarboðum.
Sambandsflokkurin bíðar
eisini eftir fundarboðum.
Formaðurin, Bárður Nielsen,
er burtur hesa vikuna, men
Magni Laksáfoss og Bjørn
Kalsø eru til reiðar at sam
ráðast víðari.
– Vit hava alla tíðina verið
tríggir til fiskivinnusamráð
ingarnar, so tað er ongin tru
pulleiki um eg ikki eri heima
hesa vikuna, sigur formað
urin í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin hev
ur lagt eina treyt við í sam
ráðingunum.
Tað
er,
at
spyrst onki burturúr, so skal
flokkurin sleppa at leggja
sítt egna uppskot fram, sjálvt
um tíðarfreistin er farin.
– Tí brúka vit alla tíðina at
samráðast við samgonguna,
so fáa vit ikki stundir at
gera okkara uppskot klárt at
leggja fyri tingið. Tí hava vit
sagt, at vit vilja hava trygd
fyri, at vit sleppa at leggja
okkara uppskot fram, sjálvt
um tíðarfreistin er farin,
sigur Bárður Nielsen.
17 atkvøður skulu til, skal
eitt uppskot leggjast fram
eftir at tíðarfredistin er farin
og fyri at fáa 17 atkvøður
kunnu fáast, so er neyðugt at
samgongan eisini atkvøður
fyri at víkja frá tíðarfreistini.
arni@sosialurin.fo
Nú skal semja finnast
um eina nýskipan
Nú táttar í og tá ið hendan vikan er komin at enda fæst at vita um tað
finst ein breið semja um nýggja fiskivinnuskipan
POLITIKKUR