Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 1. februar 2017 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MentaMálaráðið UNITED WORLD COLLEGE United World College Red Cross Nordic (UWCRCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2017 er lið ugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studenta­ skúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøku, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv. Endamálið hjá UWCRCN­skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 90 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum. Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari, sum nevndin fyri UWC Føroyar velur, ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi. Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2017 kr. 4.000. Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í UWC Føroyar á telefon 555037 ella til lestrar­ vegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: http://uwcrcn.no. Upplýsingar eru eisini at finna á Facebook. Umsókn um upptøku á UWCRCN, ljós­ tak av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknar blaðinum, skulu umvegis teldupost sendast claus. reistrup@icloud.com í seinasta lagi mikudagin 15. februar 2017. Umsóknarblaðið er at finna á heima síðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo, www.reydikrossur.fo ella www.norden.fo Tórshavn 25. januar 2017 UWC Føroyar Søkt verður eftir røktarstarvsfólki til eldrasambýlið Giljagarður, í Leirvík Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor til eldri borgarar, so er tað møguliga tær, vit søknast eftir. Giljagarður hevur tørv á einum røktar­ starvs fólki. Talan er um eitt fast starv á 32 tímar um vikuna í miðal, í skiftandi vaktum. Starvið snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt til eldri borgarar. Starvið verður sett 1. mars 2017, ella skjótast gjørligt. Dentur verður lagdur á, at tú hevur: • Útbúgving sum heilsurøktari, heilsuhjálpari ella aðra heilsufakliga útbúgving, so sum ergoterapeutur • Førleika, hegni og áhuga í, at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín dagligdag • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing • Góð tvørfaklig samstarvsevni • Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum Vit kunnu bjóða: • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsum hvørvi • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar • Gott samstarv við onnur fakfólk Starvsetan og løn Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á Giljagarði á tlf. 730282 Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. februar 2017. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Kulibakki 8, 520 Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri de- mens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo Starvið Tú verður við til at tryggja og menna fak­ liga grundarlagið undir málsviðgerð og eftirliti við alivinnuni og at umsita um­ hvørvisøkið sum heild. Harumframt kann verða talan um aðrar uppgávur alt eftir áhuga og førleikum. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, bæði fakliga og persónliga Førleikar Skikkað til starvið eru tey, ið hava við­ komandi hægri útbúgving í lívfrøði ella aðrari náttúruvísindagrein, og royndir frá vinnulívi, alivinnu, almennari fyrisiting, ella málsviðgerð og eftirliti. Tú hevur góð evni at samskifta í skrift og talu á føroyskum, enskum og norður­ lendsk um. Tú ert fleksibul, og kanst út­ inna ymiskar uppgávur. Tú hevur koyri­ kort til bil. Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi til vanlig forrit. Kunnleiki til GIS er ein fyri­ munur. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjør ligt. Arbeiðsstaður er Umhvørvis stov­ an á Argjum. Løn og setanartreytir eru sambært sátt­ mála ímillum Fíggjarmálaráðið og av­ varðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í sein­ asta lagi fríggjadagin 3. februar 2017. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildar­ leiðara á Vernd. Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd Hevur tú ans og áhuga fyri umhvørvinum? Vilt tú verða við til at umsita og menna umhvørvisvernd í Føroyum? Umhvørvisstovan · Traðagøta 38 · Postboks 2048 · 160 Argir · tlf. 342400 · us@us.fo · www.us.fo Nýggi leiðarin í Frelsunarherurinum vitjar Frelsunar- herurin Landsleiðarin fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør William Cochrane vitjar í Tórshavn 4. - 5 . februar. Møti verða í salinum í Tórsgøtu 19 Leygardag kl. 20 vælkomstmøti Sunnudag kl. 11 halgunarmøti kl. 17 sang og musikmøti. Á møtunum hetta vikuskifti verður nógvur sangur og tónleikur, við luttøku frá korpsunum í Tórhavn og úr Vági. Næstleiðari í Frelsunarherinum í Noregi, oberst Jan Peder Fosen luttekur saman við deildarstjórunum Ida Karin og Gunnar Eide F R E L S U N A R H E R U R I N