Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 Fólkaskúlaráðið mælir til, at skipanin við 10. flokki verður umskipa. Millum annað, at eindirnar gerast færri og størri MÆLA TIL AT UMSKIPA 10. FLOKK SKÚLIN Sólvit E. Nolsø Fólkaskúlaráðið hand­aði í síðstu viku landsstýris­kvinn­ uni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt álit um 10. flokk í føroyska fólka­skúlanum. Fólkaskúlaráðið sigur, at enn fara 60% av næming­ unum í fólkaskúl­unum í 10. flokk, hóast skúlaárið ikki er kravt. Tað eru ymsar orsøkir hví ein næmingur velur at fara í 10. flokk. Fleiri vilja betra síni próvtøl og fleiri vilja taka eitt ár afturat, tí tey ikki eru klár at fara víðari. Í stuttum hevur fólka­ skúlaráðið fimm tilmælir í sínum áliti. Fyri tað fyrsta, so vilja tey varðveita tilboðið. Tað eru enn nógv, ið vilja ganga í tíggjunda skúlaárið og tí er neyðugt at varðveita tilboðið. Víðari mæla tey til at skipa tilboðið í fýra eindir, soleiðis at flokkarnir í øllum økjum gerast størri. Eisini tilmæla tey, at innihaldsligar broytingar verða gjørdar og fleiri lærugreinar kravdar, umframt at týðiligari vænt­ anir verða til framtig hjá næmingunum. Til seinast mæla tey til økta gransking innan fólka­ skúlaøkið. Hóast tað lutfalsliga nógvir næmingar, ið fara í 10. flokk, so er tað sera ymiskt hvussu stór næminga­tal­ ið er uppá hvønn skúla. Í summum skúlum eru tað stórir flokkar og í teim­ um skúlunum er tað eingin trupulleiki at skipa fyri fjøl­ broyttum til­boð­um. Í fleiri skúlum er næm­inga­talið tó somikið lítið, at tað hevur verið trupult at skipa fyri nøktandi tilboðum til næm­ ingarnar. Tað er serliga í tilmælin­ um, at skipa 10. flokk í fýra eindir, ið hevur elvt til kjak. Serliga eru tað politisk um­ boð av Sandoynni, ið finnast at, at mælt verður til at leggja tilboðið í oynni niður og leggja tað undir Havnina. Í álitinum verður róð uppundir, at nýggju eindir­ nar í 10. flokki skulu verða sum fylgjandi: – Tórshavn, Vágar, Vestmanna og Sandoy (Tilsamans 230 næmingar) – Klaksvík og Fugla­ fjørður (Tilsamans 123 næmingar) – Sundalagið, Strendur, Runavík og Toftir (Tilsamans 87 næmingar) – Suðuroy (Tilsamans 41 næmingar). solvit@sosialurin.fo Sakni at verða tikin uppá ráð Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi – Sum borgarstjóri fyri størstu kommununa í Sandoynni sakni eg at verða tikin við uppá ráð, hvussu kommununar í Sandoynni síggja framtíðina hjá 10 flokkunum í oynni, og sum heild hvussu framtíðarbygnaðuri, fyri skúlagongd í oynni sær út, nú tunnilin nærkast. Tað sigur Brandur Sand­ oy, borgarstjóri á Sandi í lesarabrævi. Hann metir tað verða skeivt, at framtíðin hjá einum skúla skal verða avgreiddur á einum pappíri, heldur enn at taka atlit til umstøðurnar úti á teimum ymsu plássunum. – Er vilji at hyggja konstruktivt uppá framtíðina fyri skúlabørnini á Sandoynni, og menna tilboðið sum tey hava í dag, so eru vit í politisku skipanini í oynni uttan iva at tosa við. Men at borðreiða við at fólkaskúlabørn okkara skulu verða heimanífrá í 12 tímar, er sum at vísa hundi brand Skulu menna eitt øðrvísi tilboð Jónleif Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin – So leingi sandoyingar ikki hava fast samband við miðstaðarøkið, mæli eg frá at taka undir hesum tilmæli. Tað sigur Jónleif Johannesen, sum var uppstillaður Sandoyar valdømi seinasta val. Jónleif Johannesen sigur, at hann heldur tað verða púra skeivt, at næmingarir á Sandoynni skulu verða heimanífrá í upp til 12 tímar um dagin. Hinvegin mælir hann til, at 10. floks tilboðið á Sandoynni breiðkast. Tað skal skipast fyri einum tøttum samstarvið við til dømis landbúnaðinum, so ein breyt innan landbúnað kundi verið sett upp. – Eisini skuldu tilboðið verið somikið fjølbroytt, at tað eisini gerst eitt gott alternativ til teirra, sum eru eldri enn 10. floks aldur, men ynskja at taka tað árið, og til onnur, sum kundi komið í Sandoynna og tikið 10. flokk, tí tað var eitt somikið spennandi og alternativt tilboð, sigur Jónleif Johannesen. Einki avgjørt enn Vagn Foldbo, formaður í Fólkaskúlaráðnum – Vit tosaðu um møguleikan at varðveita 10. flokk á Sandoynni og so leggja tað í eindina í Havn tá tunnilin kemur, men vit valdu ikki at koyra tað í álitið. Tað sigur Vagn Foldbo, ið var formaður í bólkinum, sum handaði Rigmor Dam álitið um enduskipan av 10. flokki Vagn Foldbo sigur, at tað er eisini ein møguleiki, sum Jónleif Johannesen vísir á, at hava eitt øðrvísi 10. floks tilboð í Sandoy, men tað er ein politisk avgerð, ið krevst um tað skal gerst. – Vit komu til tað niðurstøðu í bólkinum, at um mann skuldi hava færri eindir, so upplagt, at ein liggur í Havn og at Sandoyggin er við har. Tað eru longu fleiri næmingar í Sandoynni, sum til dømis ferðast norð at ganga í Hoydølum, so tað er roynt áður, sigur Vagn Foldbo. Vagn Foldbo undrast eisini á, at Jónleif Johannesen bert viðmerkir eitt tilmæli úr álitinum tá tað tilsamans vórðu fimm tilmælir. – Um tað merkir, at hann er nøgdur við hini, so er tað positivt, sigur Vagn Foldbo.