mánadagur 6. februar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
20 ár í Sankta
Frans Skúla
Danjal av Rana
Í
síðstu viku var móttøka fyri Selmari
Jacobsen, í samband við at hann nú
fer frá fyri aldur sum skúlastjóri í
Sankta Frans Skúla.
Selmar Jacobsen hevur verið settur
sum tænastumaður og tí fall hann fyri
aldursmarkinum, tá hann við ársbyrjan
fylti 67 ár. Selmar Jacobsen varð
føddur 3. januar 1950 á Morskranesi,
konan er Jenny Lydersen, ættað av
Kirkju.
Selmar Jacobsen tók við starvinum
sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla
í 1997, so í summar eru 20 ár liðin,
síðani hann hevði sín fyrsta dag í
skúlanum.
– Eg meti, at yvir 800 børn eru
farin gjøgnum skúlan, hesi 20 árini
eg havi starvast her, sigur hann. Tað
ganga okkurt um 20 børn í hvørjum
flokki, so hvørt av hesum 20 árunum
eru yvir 40 børn farin úr 7. flokki og
tí úr skúlanum. Umframt hesi skulu
teljast øll tey, sum eru givin á skúl
anum áðrenn tey fóru í 7. flokk, og
tey, sum í løtuni ganga í 1. til 6. flokk.
Selmar Jacobsen hevur verið sera
væl umtóktur sum skúlastjóri og
lærarar á skúlanum siga, at børnini
hava sæð hann sum ein góðan abba,
sum gongur um á skúlanum.
– Mínir næmingar søgdu, at teir
gleddu seg, til hann kom aftur at taka
onkrar vikartímar, segði ein lærari.
Selmar Jacobsen tók læraraprógv
á Føroya læraraskúla í 1980 og
fór haðani í starv sum fyrstilærari í
Viðareiðis skúla, har hann var líka úr
1980 til 1997. Tá tók hann við sum
skúlastjóri í Sankta Frans Skúla.
Borgarstjórin í Havn, Annika Ol
sen, legði eisini leiðina framvið og
bar skúlastjóranum eina heilsan. Hon
harmaðist um, at nú hon á fyrsta
sinni vitjaði Sankta Frans skúla sum
borgarstjóri, skuldi møta Selmar í
hurðini á veg út.
Í eini stuttari røðu, segði hon, at
skoðsmálið, sum skúlastjórin fær frá
sínum starvsfeløgum, er einastand
andi. Serliga leggja tey dent á, at hann
hevur stórtrívist millum næmingarnar,
at hann hevur verið sera sjónligur í
skúlanum og hvør einasti næmingur
á skúlanum kennir hann.
– Tú ert tann góði lærarin, sum
næmingarnir koma til og tað eru
nógvir hundrað næmingar, sum sein
astu 20 árini hava havt tann framí
hjárætt at hava teg sum lærara og
skúlastjóra, segði hon um Selmar
Jacobsen.
– Tá tað er sagt, so siga tínir
starvsfelagar eisini, at hóst tolin við
børnunum, so ert tú so sera bráður av
lyndi, tingini mugu ikki draga út, men
skulu henda her og nú. Og tað kann
hava sínar fyrimunir, bæði í samskifti
við tínar starvsfelagaðar og ikki
minst í samskifti við kommunala og
almenna myndugleikan, segði borgar
stjórin millum annað.
Annika Olsen takkaði vegna Tórs
havnar kommunu fyri trúgva og góða
tænastu og handaði gávu og heilsan.
Ikki kann sigast annað, enn at
Selmar Jacobsen nú letur eftir seg
ein væl dámdan skúla. Heili 62 børn
eru skrivaðu upp til at byrja í 1. flokki
í Sankta Frans Skúla eftir summar
feriuna. 43 onnur eru skrivaði upp til
forskúlan.
Aslaug Olsen er komin í hansara
stað og hevur tikið við starvinum
sum skúlastjóri í Sankta Frans. Hon
er 52 ára gomul og tók læraraprógv
í 2002. Harumframt hevur hon tikið
Merkonom og Diplomútbúgving í
leiðslu umframt ymisk skeið í leiðslu
og námsfrøði. Aslaug Olsen hevur
verið skúlaleiðari í Hvalvíkar Skúla í
12 ár, umframt at hava verið virkandi
skúlastjóri í Stranda Skúla seinasta
árið.
Yvir 800 børn hava tikið í hondina á Selmari Jacobsen á teirra seinasta skúladegi í
Sankta Frans skúla. Nú er hann farin frá, eftir næstan 20 ár sum skúlastjóri