Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017 6 TEMA Matstovur & Matgerð ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen K rás í Hósvík, sum umframt at vera matvøruframleiðari, eis­ ini hevur góðkent sláturhús, hevur í fleiri ár ment og virkað ymisk­ ar nýggjar vørur úr tí feska lambs­kjøt­ inum. Millum vørurnar, sum fyritøkan bjóð­ar eftir fletting um heystarnar, er eitt nú suppukjøt, innbakað lambskjøt og lambsrullusteik. Tað er einans hugflogið, sum setir mørkini, og hesi mørk royna tey á Krás støðugt at troyta fyri at menna sítt virksemi. Blóðpylsan hjá Krás er eisini mill­um umtóktu vørurnar, sum virkið hev­ur ment. Tað eru strong eftirlit, ið skulu yvirhaldast undir fletting og hag­ reið­ing av kjøti og avroðum, og hetta eru eisini viðurskifti, sum tey á Krás virðismeta sera høgt. Virkið í Hósvík, sum er góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, lýkur tískil øll krøv til matvøruframleiðslu. Stórur eftirspurningur Á Krás siga tey, at eftirspurningurin eftir tí feska føroyska lambskjøtinum er stórur, bæði á matstovum og úti í handlunum. Føroyskt seyðakjøt er nakað heilt serligt, sum eisini ofta hoyrist millum manna. Matvøruframleiðslan á Krás virk­ in­um fevnir sera breitt, og ein av kend­astu framleiðslunum gjøgnum mong ár er umtókta livurposteiið til viðskera, umframt rullupylsan, kjøt­ pylsan og skinsakjøtið. Til feskan døgurðamat verður framleitt malið oksakjøt, kjøtfars, ymiskir útskornir búffar og steikir av oksakjøti, kotolettir og annað av svína­kjøti. Eisini er fiskafars og tær vælum­ tóktu fiskafrikadellurnar ein partur av breiða úrvalinum hjá fyritøkuni. Til frystan døgurðamat verður fram­leitt saltsprongt lambskjøt, salt­ sprongt oksakjøt og lambstjógv. Á Krás í Hósvík roykja tey eitt nú hamburgarrygg og flesk. Stórkeyp um landið Matvøruvirkið fór í endanum av 2015 undir eina tænastu, sum tey rópa Stórkeyp. Tænastan byggir á, at viðskiftafólk í Á-handlum og Samkeyp-handlum kring landið kunnu bíleggja sær vørur í størri nøgdum til eitt nú føð­ingar­dagar, barnadóp, konfirmatiónir, veitsl­ur, grillveitslur ella hvat tað nú kann vera. Bíleggingarseðil til Stór­keyp liggur við diskarnar í handlum, sum hava hesa tænastu, sum Krás veitir. Einasta treyt fyri bílegging er, at talan er um fýra kilo ella meira av kjøt­ vørum. Hinvegin er eingin av­marking, hvussu stórar nøgdirnar kunnu verða. Viðskiftafólk, sum skulu gera eitt størri keyp, fylla út bíleggingarseðilin og lata hann inn í viðkomandi handli. Síðan kunnu tey heinta og gjalda fyri bíløgdu vørurnar í handlinum dagin eftir. Skulu vit hava døgurðamat og viðskera mugu vit eisini hava framleiðarar Krás er ein matvøru­ framleiðari Alberg Gaardlykke er leiðari á matvøruvirkinum, Krás í Hósvík, sum eisini hevur góðkent sláturvirki