mánadagur 6. februar 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017
16
TEMA
Matstovur & Matgerð
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Heilsugott og vælsmakkandi
Vilmund
Jacobsen
Í
summar verða liðin trý ár,
síðan Hildur Eyðunsdóttir byrjaði
kafé’ina Smakka í Norðurlanda
húsinum.
– Vit vilja gera tað lætt og spenn
andi at velja heilsugott og tilvitað
– ikki minst hjá børnum og ungum.
Í matarskránni eru altíð nakrir reinir
grønmetisrættir, og her eru eisini
rættir, sum tey kunnu eta, ið ikki tola
eitt nú gluten, mjólk og sukur.
Geva eisini tilboð
Hildur Eyðunsdóttir vísir á, at Smakka
eisini leggur dent á at bjóða matar
skrá, ið lagar seg til árstíðirnar og
til mentanarvirksemið, sum er í
Norðurlandahúsinum – við greiðum
íblástri úr øllum norðurlondum.
– Vit vilja veita eina góða tænastu,
og tá ráð
stevnur eru,
vilja vit gera
okkara til, at ráð
stevnan eydnast væl. Vit
eru altíð til reiðar at bjóða spennandi,
vælsmakkandi og heilsugóðar veit
ingar – eisini til stór tiltøk.
Hon sigur, at tey soleiðis eisini
geva tilboð upp á veitingar fyri hálvan
dag, heilan dag ella fyri fleiri dagar,
um tað skal verða.
– Vit eru tøk eftir avtalu til veit
ingar og serveringar uttan fyri vanliga
upplatingartíð í Norðurlandahúsinum,
og vit lata eisini mat út av húsinum
eftir bíleggingum.
Smakka hevur opið frá mánadegi
til og við leygardag frá klokkan 10
til 17 og sunnudag frá klokkan 14 til
17. Harumframt er opið aðrar tíðir, tá
tiltøk eru í Norðurlandahúsinum.
Dagsins rættur
Smakka hevur altíð ein heitan dagsins
rætt við salati, og ein dagsins rættur í
síðstu viku var eitt nú reyðrótabúffur
við grønmetissós og salati.
– Vit bjóða eisini heimabakaðar
bollar, eitt nú heimagjørt pesto,
hummus, músli, súltutoy og annars
nógvar góðar ostar, skyr, frukt, breyð
og egg.
Hildur Eyðunsdóttir sigur, at alt
verður gjørt frá grundini við bestu og
í størst møguligan mun vistfrøðiligum
rávørum.
– Tað er altíð møguleiki at keypa
sær blandað salat við góðum heima
bakaðum speltbreyði.
Neyvari kunning
Hildur Eyðunsdóttir sigur, at tey, sum
hava hug at vita meira um konseptið
hjá Smakka, eru vælkomin at hyggja
inn á heimasíðuna – smakka.fo
– Vit eru eisini á Facebook, fyri
spurningar og bíleggingar kunnu
ringjast á tlf. 535455 ella á 224 661,
sigur eigarin av Smakka í Norður
landahúsinum.
– Alt verður
gjørt frá
grundini við
bestu og í størst
møguligan mun
vistfrøðiligum
rávørum,
sigur Hildur
Eyðunsdóttir,
sum eigur og
rekur kafé’ina
Smakka í
Norðurlanda
húsinum