Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017 18 TEMA Matstovur & Matgerð ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Í Pizza 67, sum húsast í Havnar Klubba, gera tey tað møguligt hjá barnafamiljum og øðrum at koma út at eta – uttan, at hetta skal kosta tað hvíta úr eygunum. – Tá fólk hava goldið fyri tað, sum buffét’in kostar, kunnu barnafamiljur og einstaklingar eta alt tað, tey orka, og tey kunnu drekka ókeypis og eta so nógvan ís oman á, sum teimum lystir. Ingi Solberg Joensen, sum er ætt­ aður úr Miðvági, men býr í Sørvági, sigur, at tá familjur fara út at eta við børnum, skal hetta vera ein hugnalig løta og eitt gott upplivilsi. – Tað skal ikki vera soleiðis, at foreldrini skulu noyðast at ansa eftir, hvussu nógv børnini drekka av sodavatni ella eta av ísi, tí hetta kann koma at kosta teimum ov nógv. Hann sigur, at øll eru hjartaliga væl­komin at eta av buffét’in so nógv, sum tey orka, og hetta er sum nevnt eisini galdandi fyri drykkju­ vørur og ís. Nær er opið? Buffét’in í Pizza 67 er opin vanligar yrkadagar – frá mánadegi til og við fríggjadag – frá klokkan 11.30 til 13.30 og so aftur frá klokkan 16.30 til klokkan 20. Leygardag og sunnudag er buffét’in opin frá klokkan 13 til 20. Ingi Solberg Joensen vísir á, at um­framt at pizza gongur aftur á buffét’ini, er eisini chips, várulla, høsn­ar­unga­veingir, nuggets og grýtu­ rættur við. – Vit hava nógvar gestir gjøgnum eina viku, og gjarna eru hølini fullsett leygarkvøld klokkan 18. Er tað soleiðis vanligar yrkadagar, at fólk eru við øll borðini, er bíðitíðin ofta stutt, tí tað eru altíð nøkur, sum ikki sita leingi. Nógv, sum vitja í døgurðasteðginum, skulu aftur til arbeiðis og gera tí ofta skjótt av. Ingi Solberg Joensen vísir á, at áður hevur verið møguliga at bílagt borð um vikuskiftið, men nú er hetta bert møguligt, um gestirnir, sum bíleggja, eru fleiri enn fimm í tali. – Okkum dámar betri, at fólk bara koma á gátt, og sum eg segði er tað er sjáldan, at nøkrum nýtist at bíða leingi. Hann sigur, at Pizza 67 er vælum­ tókt millum børn og barnafamiljur, og tað eru bæði skúlaflokkar, ítrótt­ ar­feløg og onnur, sum javnan koma á vitjan í bólkum. – Vit síggja, at nógv viðskiftafólk koma aftur og aftur, og tað er gleði­ ligt. Men, tað gleðir okkum eisini, tá vit javnan síggja nýggj fólk inni á gólv­inum, sum vit ikki hava sæð áður, leggur Ingi Solberg Joensen aftrat. Í Pizza 67 eru 65 sitipláss. Eisini heim við Pizza 67 selur eisini pizza út av hús­ inum, og koyrt verður út í høvuðs­ staðarøkinum – Havnini, Argjum og Hoy­vík – fyri ein ávísan kostnað. Hin møgu­leikin er at bíleggja og koma eftir vøruni. – Vit royna at skipa hetta soleiðis, at bíðitíðin at bíleggja og koma eftir pizza er undir ein hálvan tíma. Skulu vit koyra út í høvuðsstaðarøkinum royna vit at skipa so fyri, at við­skifta­ fólk ikki skulu bíða í meira enn tíma frá tí, at bílagt verður, til vøran er við dyrnar. Hann sigur, at tey eisini hava koyrt størri bíleggingar út um Havnina. – Ert tað so, at arbeiðspláss ella bólkar vilja hava einar 25-30 pizza til Kollafjarðar ella í Vágar, ber tað saktans eisini til, sigur Ingi Solberg Joensen í Pizza 67, sum eisini er at finna á Facebook. – Vit síggja, at nógv viðskiftafólk koma aftur og aftur, og tað er gleðiligt. Men, tað gleðir okkum eisini, tá vit javnan síggja nýggj fólk inni á gólvinum, sum vit ikki hava sæð áður, sigur Ingi Solberg Joensen Tú etur og drekkur so nógv sum tú vilt í Pizza 67 í Havn