fríggjadagur 1. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Nr. 187 - 1. oktober 2004
3
Høvdu samband
eystureftir
Svenska sjónvarpið hevur avdúkað, at svenski
Visntraflokkurin hevði gott samband við teir ráðandi
flokkarnar í Sovjetsamveldinum, Eysturtýsklandi,
Rumenia og Norðurkorea í sjeyti- og áttatiárunum.
Í einari sending fyrrakvøldið varð sagt, at í 1968
fanst Vinstraflokkurin hvasliga at sovjetsku innrásini í
Kekkoslovakia, men kortini luttóku umboð fyri flokkin
á kommunistisku floksráðstevnuni í Pahg seinni sama
árið. Eisini bleiv avdúkað, at øll árini frá 1975 til 1993
fekk formaðurin í Vinstraflokkinum øl og brennivín frá
teirri eysturtýsku sendistovuni, tá hann skuldi halda
føðingardag.
Eisini kom fram, at leiðslan í Vinstraflokkinum bað
um at verða boðin á floksráðstevnur í Ungarn, Eystur-
týsklandi, Rumenia og Sovjetsamveldinum, og at hon
fekk innbjóðing hvørja frð. Harafturat hildu umboð
fyri floksleiðsluna ofta summarfrí í hesum londunum.
Sjónvarpið kundi harafturat vísa á, at so seint sum á
heysti í 1989 sendi Vinstraflokkurin leiðsluni í Eystur-
týsklandi eitt fjarrit við ymskjum um góða eydnu í
framtíðini og við vónum um, at tann kommunistiska
leiðslan í Eysturberlin fór at sita við ræðið í nógv ár
afturat. Bara ein mánað seinni fall Berlin-múrurin.
Politiskir eygleiðarar í Svøríki siga, at avdúkingarnar
í sjónvarpinum kunnu fáa ringa ávirkan á umdømið hjá
Vinstraflokkinum. Umboð fyri flokkin hava sagt, at
tann gamla leiðslan mistók seg, og at tað unga ættarlið-
ið má taka við læru av mistøkunum.
Rætt at gjalda
Í Italia halda teir flestu politikararnir, at tað var rætt at
rinda loysigjald fyri at fáa teir iraksku burturflytararnar
at lata Simonu Pari og Simonu Toretta leysar.
Formaðurin í utanríkisnevndini hjá tjóðartinginum,
Gustavo Selvo, segði í gjár, at høvuðssetningurin eigur
at vera, at einki land eigur at slaka fyri burturflytarum,
men hann helt kortini, at tað var rætt at gera tað í hes-
um førinum. Tað týdningarmesta var at bjarga kvinn-
unum, segði Gustavo Selvo.
Teir flesu politikararnir taka undir við honum, og tað
gera teir italsku fjølmiðlarnir eisini. Blaðið La Rep-
ublica skrivaði í gjár, at tað er eingin skomm at rinda
loysigjald fyri at bjarga mannalívum.
Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, hevur nnars hildið
uppá, at Italia rindaði ikki loysigjald fyri at fáa Simonu
Pari og Simonu Toretta leysar. Tað hevur Franco Frattini,
uttanríkisráðhari, eisini sagt, men sambært Gustavo
Selvo er tað bara "tann almenna frágreiðingin".
Tær báðar kvinnurnar komu til Rom týskvøldið efir
at hava verið gíslar hjá irakskum buturflytarum síðani
tann 7. september.
Hann er mín sonur
Amerikanska rockstjørnan Michael Jackson vil vera
við, at tann 19 ára gamli norðmaðurin Omer Bhati er
sonur hansra.
Alment hitust teir báir fyrstu ferð í Tunis í 1996.
Sambært Aftenposten hevur Omer Bhatti ofta búð í
marglætishúsunum hjá Michael Jackson í Kalifornia,
og blaðið vil eisini vera við, at teir báðir líkjast ikki
sørt. Men fólk, sum standa Omer Bhatti nær, siga, at
rockstjørnan er ikki pápi hansara. Men tveir menn, sum
hava arbeitt hjá Michael Jackson, siga, at tíðindini eru
sonn, og at teir báðir umhugsa at viðgera málið í einari
bók, sum teir eru í ferð við at skriva um ta umstríddu
rockstjørnuna.
Amerikanska sjónvarpið Fox News vil vera við, at
bæði Omer Bhatti og næstringar hansara hava fingið
pengar hjá Michael Jackson í fleiri ár. Tað vilja hvørki
Bhatti ella næstringarnir gera nakrar viðmerkingar til.
UTTAN ÚR HEIMI
Fuglakrím kann smitta
ímillum fólk
Amerikanska forsetavalið
verður ein ruðuleiki
Nógv bendir nú á, at
fuglakrím kan smitta
ímillum fólk
FUGLAKRÍM
Árni Joenen
fartekst@mail.dk
Í síðstu viku doyði ein
kvinna í Teilandi av fugla-
krími. Dótur hennara er
sjúk av fuglakrími, og tei-
lendsku læknarnir ivast ikki
í, at dótturin smittaði
mammuna, tí mamman
hevði ikki verið í sambandi
við fugl.
Tilburðurin hevur fingið
teilendsku heilsumyndug-
leikarnar at fara undir eina
umfatandi kanning fyri at
fáa staðfest, um dótturin
veruliga
hevði
smittað
mammuna, tí er hetta rætt,
so er tað fyrstu ferð, at
fuglakrím hevur smittað
ímillum fólk, skrivar Reut-
ers. Higartil hevur verið
hildið, at sjúkan smittar
bara frá fugli til fólk.
Í Teilandi verður málið
mett so álvarssamt, at
stjórnin helt kreppufund
um tað í gjár. Aftan á fund-
in royndi varaheilsumála-
ráðharrin, Chaturon Chai-
sang, at sissa fólk.
– Vit kunnu ikki prógva,
at sjúkan smittar ímillum
fólk, segði hann.
Chaturon
Chaisang
segði, at bardagin ímóti
fuglakríminum kann gerast
drúgvur. Hann vísti á, at
onnur lond hava roynt at
basa sjúkuni tey seinastu
tígju árini uttan úrslit. Hig-
artil í ár eru minst 10 fólk
deyð av sjúkuni í Teilandi,
og í Vietnam hevur fugla-
krím kravt minst 20 manna-
lív teir seinastu níggju
mánaðarnar.
Serfrøðingar siga, at enn
eru eingi prógv fyri, at
sjúkan smittar ímillum
fólk, og tí er lítil vandi fyri,
at sjúkan fer at breiða seg
til aðrar partar av heimin-
um. Kortini bera teir ótta
fyri, at sjúkan kann smitta
ímillum fólk, og so kann
vandi vera á ferð, um vir-
usið hjá fuglakrímið verður
blandað saman við vanlig-
um krímvirusi hjá fólki,
siga teir.
Í summar boðaðu seks
lond í Asia frá, at tey høvdu
staðfest
fuglakrím
hjá
høsnum, og meiri enn 100
milliónir
høsnarungar
vórðu avlívaðir. Trupulleik-
in er sambært teilendsku
heilsumyndugleikununm,
at villir fuglar bera virusið
ímillum londini, og tí ber
ikki til at basa sjúkuni í
einum landi, so leingi hon
er í einum av grannalond-
unum.
Felagsskapurin fyri
trygd og samstarvi í
Evropa, OSCE, vænt-
ar nógvar trupul-
leikar á amerikanska
forsetavalinum í
næsta mánað
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri einum mánað síðani
vóru umboð fyri evropsiska
trygdar- og samstarvsfel-
agsskapin, OSCE, í USA
og kannaðu ymsar skipanir,
sum skulu nýtast í forseta-
valinum fyrst í næsta
mánað. Umboðini hugdu at
tólunum, sum skulu telja
atkvøðurnar, og tey kanaðu
eisini
atkvøðuseðlarnar.
Harafturat kannaðu tey
kærur frá fólki, sum vilja
vera við, at myndugleik-
arnir skerja møguleikarnar
hjá minnilutabólkum at
atkvøða.
OSCE skal fyri fyrstu
ferð hava eygleiðarar í
USA sjálvan valdagin, men
longu nú stúrir felagsskap-
urin fyri, at skilið verður
tað sama sum á forsetaval-
inum fyri fýra árum siðani.
Tá var skilið serliga ringt í
Florida. OSCE sigur, at val-
myndugleikarnir har hava
fingið sær nýggjar telji-
maskinur, men at tær veita
heldur ikki vissu fyri, at alt
fr rætt fram.
Umboðini siga eisini, at
spurningurin um atkvøðu-
rætt er ógreiður, og tí kann
tað væl henda, at fólk
sleppa at greiða atkvøðu,
sjálvt um valmynduglek-
arnir ikki hava vissu fyri, at
viðkomandi hevur rætt at
atkvøða.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani fanst fyrrverandi forset-
in Jimmy Carter at viður-
skiftunum í Florida. Hann
heldur tað vera átaluvert, at
eingin óheft valnevnd er í
statinum.
Á valinum fyri fýra árum
síðani tók tað meiri enn ein
mánað at fáa staðfest, hvør
var valdur til forseta í USA.
Endin var, at George W.
Bush varð kosin vinnari, tí
hann sambært valmyndug-
leikunum hevði fingið 537
atkvøður fleiri í Florida enn
demokraturin Al Gore.
Tann endaliga avgerðin
fall í amerikanska hægsta-
rætti, men nógvir demokra-
tar góðtaka framvegis ikki
Bush sum lógliga valdan
forseta.
Demokratarnir
hava eisini sagt seg fegnast
um, at OSCE sendir eyg-
leiðarar at fylgja við valin-
um hesaferð. Republikan-
ararnir hava harafturímóti
sagt, at tað er óneyðugt.
Tað verður torført at basa fuglakríminum. Ein trupulleiki er, at villur fuglur kann bera sjúkuna við sær ímillum lond
VÁGATUNNILIN
tíðindaskriv
Komandi
leygardag
2.
oktober, verður tað frítt at
ferðast gjøgnum Vágatunn-
ilin. Kravt verður ikki upp
frá kl 6 leygarmorgunin 2.
oktober til kl 6 sunnu-
morgunin 3. oktober.
Nevndin
í
felagnum
hevur avgjørt, at tað fram-
yvir koma at vera 4 tílíkir
dagar um árið, har tað
verður frítt at ferðast gjøg-
num Vágatunnilin.
Ein av hesum døgum
verður í samband við árs-
dagin fyri upplating av
tunlinum, tann 10. dec.
Hinir tríggir dagarnir verða
lagdir ein leygardag í hvør
sínum ársfjórðingi, saman
við vinnuni í Vágunum.
Endamálið við hesum
tiltaki er, at geva almenn-
inginum høvi at ferðast
gjøgnum tunninlin nakrar
ferðir um árið fyri einki,
samstundis sum vinnan í
Vágunum kann nýta høvið
til ymiskt virksemi.
Frí ferðsla í Vágatunlinum
leygardagin
Framyvir verða fýra dagar
um árið, har til ber at ferðast
ókeypis gjøgnum Vága-
tunnilin. Fyrsti av hesum
døgum verður komandi
leygardag
Í sambandi við, at
bøkurnar Havnar
søga 1 og 2 koma út,
skipar Tórshavnar
kommuna saman við
Tórshavnar Býar-
savni og Føroya Forn-
minnissavni fyri
framsýning í Müllers
pakkhúsi
BÝARSØGA
Tíðindaskriv
Søgufrøðingarnir
Jens
Pauli Nolsøe og Kári Jesp-
ersen hava í nøkur ár arbeitt
burturav við einum bóka-
verki um Havnar søgu frá
landnámi til okkara dagar.
Nú er komið somikið væl
áleiðis við arbeiðinum, at
fyrsta og onnur bók, ið er
um tíðarskeiðið frá land-
námi til 1816, verða at fáa
til keyps.
Í høvuðsheitum er fyrsta
bókin um frásagnir og sam-
tíðarlýsingar av Havnini,
fornfrøðiligar rannsóknir í
gomlu Havnini, ting- og
rættarviðurskifti, bónda-
garðin Húsagarð og vinnur
hjá havnarfólki, einahand-
ilin fram til umleið 1790 og
staðanøvn innan- og uttan-
garðs í Havnini.
Onnur bókin er í høvuðs-
heitum um Vágsbotns-
handilin 1768-1793, kong-
liga handilin frá umleið
1790 til 1816, skansaverk-
ið, hospitals- og heilsu-
viðurskifti,
kirkjurnar,
skúlarnar
í
Havn,
og
hvussu Havnin veksur og
mennist fram til umleið
1816.
Høvundarnir hava eisini
gjørt eina roynd at endur-
skapa
fólkavøksturin,
demografisku gongdina í
Havn og í Føroyum í tíðini
frá 1600 til 1816.
Havnar søga 1 og 2 er
prýdd við nógvum mynd-
um, kortum, skitsum, tekn-
ingum og skjølum, sum
almenningurin ikki áður
hevur sæð. Sumt av hesum
tilfari verður endurgivið á
framsýningini, har eisini
fornlutir eru at síggja.
Jónhild
Johannessen,
arkitektur, hevur sniðgivið
framsýningina. Dekostovan
hevur staðið fyri grafisku
uppsetingini.
Framsýninigin í Müllers
pakkhúsi er opin frá 1.
oktober til 24. oktober,
seinnapartin.
Framsýning í Müllers
pakkhúsi
C
M
Y
K
3
2