mánadagur 6. februar 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
M
yndin her er frá fyrst í 60-
unum. Bilurin er ein Vauxhall
Victor hjá Karl Jakobsen, van
liga nevndur Radio Karl, stjóri í S. H.
Jakobsens Radiohandli í Havn.
Karl var eisini hálendskur konsul
í Føroyum. Myndin er tikin heima hjá
Radio Karl ovast í Niels Finsensgøtu.
Drongurin á myndini er Tummas, son
ur Karl. Á myndini sæst yvir á Sankta
Frans Skúl, har fimleikarhøllin ikki er
bygd.
Hesir Vauxhall Victor vórðu fram
leiddir av Vauxhall Motors í Onglandi
frá 1961 til 1964. Her hjá okkum var
tað P/F Vilhelm Nielsen & Søn sum
seldi Vauxhall.
Mynd: Jákup Berg
BILASØGA
Vauxhall
Victor hjá
Radio Karl
Nær er hendan myndin av Havnini tikin?
T
að er altíð hugaligt at seta seg
við gomlum myndum – fyri at
tíðarfesta og hugleiða um tær
broytingar, sum eru farnar fram.
Hendin myndin er tikin fyri
Matrikulstovuna, og við fyrsta eygna
kast sæst, at hon er tikin í seksti- ella
sjeytiárunum.
Hyggja vit nærri at myndini, so
síggja vit, hon er frá fyrru helvt av
sjeytiárunum.
Havnarútbyggingin
á
Eystaru
Bryggju, tá økið fram við Skansaveg
num varð sprongt burtur, fór fram
síðst í sesktiárunum og fyrst í
sjeytiárunum.
Á Bursatanga liggur strandfara
skipið Ritan, sum kom í til Føroya í
1971.
Eystari í býnum er Eysturskúlin.
Men har sæst einki til skúlan og
heldur einki til, at arbeitt verður við
at byggja skúlan. Fyrsta byggistig varð
vist tikið í nýtslu í september í 1974.
Skipasmiðan er ikki útbygd. Nýggi
vognurin varð tikin í brúk um 1977.
Tá var partur av Gamla Hospitali
tikin burtur og Cellan – gamla sinnis
sjúkrahúsið, ljósa húsið millum Skipa
smiðjuna og Gamla Hospital á myndini.
Vit síggja eisini niðan í Hoydalar.
Har sæst einki til nýggju búsetingina
í Hoyvíkshaganum. Fyrsti partur av
útstykkingini var Mannbrekka, sum er
bygd umleið 1974.
Annað tekin um tíðarfesting er
Tjarnastova, sum stóð við táverandi
enda á R. C. Effersøesgøtu, har sum
handilin Hon og Hann er í dag. Hetta
var íbúðarhús í trimum hæddum hjá
Jógvani Haraldsen, sum brann í grund
í september í 1972. Á myndini eru
húsini tikin niður, so tí nærkast við
1973 við tíðarfestingini.
Onnur tíðarfesting er býlingurin
við smáttum – ella »hyttum«,
sum havnardreingir kallaðu tær, ið
Jóhannes Álvheygg lat smádreingir,
sum gingu á dreingjamøti í KFUM,
byggja. Minibýrurin, sum hann kall
aðist, varð bygdur á Trapputrøðni í
1971 og eina tíð fram.
SMS lat upp í 1977, og nakað
frammanundan læt Apotekið upp í
nýggju hølunum á Trapputrøðini.
Okkara besta boð er, at myndin er
tikin í 1973.