Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Landsstýrismaðurin í ferðslu­mál­ um segði við info um dag­ar­nar, at hann fer at kanna eftir, um tað ber til at seta eina nýggja skip­an í gildi í Før­oy­um, har 17 ára gomul sleppa at koyra bil. Ætlanin er ikki at lækka aldurin at fáa koyrikort, men at seta í verk eina skipan, har tilkomin fólk við koyrikorti kunnu læra 17 ára gomul at koyra bil. Ein skipan, sum hevur verið kend í eitt nú Bretlandi í mong harrans ár. Hetta er ein áhugaverdur tanki, sum eisini Ráðið fyri Ferðslutrygd stuðlar – um ávísar treytir verða settar. Landsstýrismaðurin hugsar sær, at ein treyt verður, at eitt tilkomið fólk, sum hevur havt koyrikort í eitt ávíst áramál, er við í bilinum. Samstundis skal bilurin eisini hava eitt týðiligt frámerki, sum vísir, at bilførarin er í læru sum bilførari. Í Danmark er slík skipan sett í gildi, og í Noreg arbeiða tey við at seta slíka skipan í gildi. Landsstýrismaðurin segði við info, at tá tey í Bretlandi hava varð­ veitt hesa skipanina í fleiri ættarlið, má tað vera tí, at tey hava góðar roynd­ir av henni og meta, at hon er til gagns. Landsstýrismaðurin vísti eisini át, at ungfólk eru ómetaliga nom, og hann ivast ikki í, at tey, sum læra at koyra bil, 17 ára gomul, fara eisini at duga nógv betri at koyra bil, tá ið tey eru 18 ár og fáa ordiligt koyrikort. Tað er so sjálvsagt, at vit læra av royndum. Útbúgvingin at fáa koyrikoyrt er ikki ein drúgv útbúgving. Tú tekur at lutvíst stutt skeið í ferðsluástøði fyri síðani at koyra nakrar tíma skúlakoyring. Alt got tum tað, men allur bati bøtir. Kann tað gerast tryggari, at ungfólk kunnu royna seg í bili saman við kendum og royndum bilførara, eitt nú foreldrum, so fáa vit kanska tryggari bilførarar. Ferðslutrygd vísir á, at krøv mugu setast hesum fólkum, og bæði Ferðlutrygd og landsstýrismaðurin vísa á, at neyðugt verður at eftirmeta skipanina fyri at tryggja, at hon livir upp til rætta endamálið. Ferðslutrygdin er nógv bøtt seianstu árini – og hon mennist støðugt. Hugburðurin til ferðslutrygd er munandi broyttur til tað betra, samstundis sum menningin innan trygd í bilum er sera nógv ment einastu árini. Fyri fáum árum síðani var ferðsl­ an størsta lívshóttanin hjá ung­dóm­ inum. Her er tíbetur nógv broytt. Tað hevur sera avgerandi týdn­ ing, at ein skipan við slíkari heima- skúla­koy­r­ing fær ta ávirkan, sum ætl­anin er. Ger hon ikki tað, sum má skip­anin broytast aftur. Alt sum kann bøta um ferðslu­ trygd­ina og hugburð okkara til ferðslu­trygd, eigur at verða tikið í størsta ávlara – so koyrið endiliga á við hesum! Alt sum kann bøta um ferðslu­trygdina er rætt at gera læra tey ungu at koyra bil Vit og heimurin Jóhan mortensen kjak síða 12 Tagn­ ar­skyld­ an und­ir­ grivin Bárður Nielsen kjak Síða 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Hetta er heitið á almennum fyri­lestri, sum verður miku­ kvøldið 8. februar kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkju í sambandi við Reformatiónsárið 2017. Sosialu miðlarnir á døgum Lut­hers høvdu avgerandi týdn­ing fyri reformatiónina. Men merkir tað, at vit ó­kri­ tiskt skulu kasta okkum í føvningin á Facebook og hinum sosialu miðlunum, so at Mark Zuckerberg kann ger­ ast ríkari, meðan lív okkara kanska gerst fátækari? - Í øll­ um førum rinda vit fyri Face­ book við okkara tíð. Í fyrilestrinum fer cand. theol. & IT Jóannis Fonsdal, sókn­arprestur, at lýsa bak­ grundina og tilgongdina í luth­ersku reformatiónini. Her verð­ur hugsað um leiklutin hjá sosialu miðlunum á døg­ um Luthers. Eisini verður mett um nýtsluna, týdningin og virðið av sosialu miðlunum nú. Hetta kvøldið verður eisini høvi at brúka fartelefonina í sam­bandi við fyrilesturin. Og aftan­á verður drekkamunnur í kirkju­kjallaranum. Frá Luther til Facebook Í dag, 8. februar, fyllir Ása Há­tún, fyrrverandi lærari, í Havn 85 ár. Ása er gift Ólavi Hátún. For­eldur hennara vóru Jó­ hanna Sofía f. Haraldsen, lær­ar­inna, úr Elduvík og Krist­i­an Jensen úr Kvívík. Ása arbeiddi á Tjaldurs Ap­oteki veturin 1948-49. Hon var á summarskeið á Frederiksborg háskúla í 1949, tók studentprógv í Havn í 1951, var í Onglandi og Svøríki í 1951-52. Síðani fór hon á Jonstrup Seminarium og tók prógv haðani í 1955. Hon virkaði sum lær­ar­i við Hvidovre skúla­verk árini 1955-68, var tó vikarur við Tórs­havnar Kommunuskúla 1960-61, var á ársskeiði á Dan­marks Lær­er­høj­skole 1963-64. Hon fekk starv á Føroya Lær­a­r­a­skúla í 1968 og ar­ beiddi har, til hon fór frá fyri ald­ur. Hon var á ársskeiði á Dan­ marks Lærerhøjskole 1975-76 í ensk­um og hondarbeiði. Ása giftist 19. januar í 1973 við Ólavi Hátún. Hann er fødd­ur í Svínoy 17. februar í 1931. Ása og Ólavur eiga syn­ir­ nar Heina (1971) og Hjálmar (1973). Ása eigur dóttrina Hel­ enu Dam á Neystabø í fyrru giftu við Atla P. Dam. Dag­urin verður hildin sam­an við familjuni. Ása Hátún 85 ár Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Articon er í ferð við at byggja 12 summarhús heima á Sandi. Tað var fyri sløkum trimum árum síðani, at kommunan á Sandi seldi eitt øki til Articon at byggja summarhús á. Tvey tey fyrstu húsini eru kom­in upp og trý onnur eru ávegis, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon. Hann sigur, at fimm tey fyrstu húsini verða væntandi klár í vár og sjey tey næstu koma eitt sindur seinni. Elementini til húsini verða gjørd norðanfyri og síð­ani flutt suður og sett sam­an á staðnum. Enn eru eingi hús seld, men áhugin er til staðar. Sam­bært Jón Simonsen, stjóra á Skyn, sum um­sita søluna, so koma fyri­spurn­ ing­ar inn javnan. – Vit byrja søluátakið í apríl, tá tað fyrsta húsið væntandi er heilt klárt. Tá kunnu vit brúka sum eitt hús at sýna fram, sigur Jón Simonsen. Fyrsta húsið helst klárt í apríl