fríggjadagur 1. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Nr. 187 - 1. oktober 2004
5
Samskipað sigling í Norðurhøvum
Føroyingar ferðast dúgliga
Samskip tekur nú
rættiliga kappingina
upp við Smyril Line
og Eimskip/Skipafel-
agið um farmaflutn-
ingin til og úr
Føroyum
FARMAFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Íslendska
skipafelagið
Samskip arbeiðir við ætl-
anum um at víðka sigling-
ina millum Føroyar og út-
heimin. Felagið hevur sett
fólk í starv í Føroyum og
fer í næstum at lata upp
egna skrivstovu í Havn.
Joel undir Leitinum er sett-
ur stjóri hjá Samskip í Før-
oyum.
Joel undir Leitinum, sum
áður hevur starvast hjá
Eimskip í Føroyum, sigur,
at umframt hann sjálvan
eru tvey onnur fólk, sum
fyrr hava starvast hjá Eim-
skip, sett i starv hjá Sam-
skip. Harumframt er eisini
eitt avgreiðslufólk í Klaks-
vík, har Samskip eina tíð
hevur havt avgreiðslu, í
starvi hjá felagnum í Før-
oyum.
– Ætlanin er at betra um
flutningsmøguleikarnar hjá
føroyingum, greiðir Joel
undir Leitinum frá.
Men nágreiniliga hvussu
hetta skal gerast, vil hann
ikki koma nærri inn á enn,
tí tað er ikki endaliga av-
gjørt. Tó skilst so mikið
sum tað, at ætlanin er at fáa
í lag eina rutu seinnapart í
viku niður til Europa. Sum
er, siglir Samskip úr Føroy-
um mánadag. Men av tí, at
tær stóru fiskanøgdirnar
vanliga eru seinni í vikuni,
er upplagt, at miðað eftir at
fáa part av hesum eisini,
sigur hann.
Tað skilst á nýggja stjór-
anum hjá Samskipum, at
teir ætla at England skal
vera ein týðandi partur av
hesum nýggja tilboðnum.
Hann nevnir Immingham
sum fyrstu havn, tá farið
verður úrFøroyum. Síðan
verður siglt til Hollands,
Týklands, Danmarkar, Svø-
ríkis og Noregs, áðrenn
komið verður aftur til Før-
oya. Í Íslandi eru havnirnar,
teir brúka, Reykjavík og
Reyðifjørður
á
Eystur-
landium.
Joel
undir
Leitinum
greiðir frá, at umframt
hesar havnirnar, sum siglt
verður til í beinleiðis sam-
bandi við Føroyar, hevur
Samskip eisini rutur og
sambond nógvastaðni úti í
heimi. Við egnu skipum
verður siglt inn í Eystrasalt,
eitt nú til Russlands, og
eisini verður við undirveit-
arum siglt til eitt nú
Fjareystur.
Í Føroyum hevur Sam-
skip higartil brúkt Klaksvík
sum upp- og avskipingar-
havn, men arbeitt verður
við at víðka um rutunetið
við
øðrum
føroyskum
havnum eisini. Joel undir
Leitinum sigur, at talan
verður uttan iva um eina
havn í Suðurstreymoy. Tá
roknar hann Kollafjørð sum
part av Tórshavnar Havn
hoyrandi til Suðurstreym,
sigur hann.
Siglt fer at verða við
bingjuskipum upp á Før-
oyar, og ætlanin er at økja
kapasitetin við størri skip-
um enn teimum, sum í dag
eru á leiðini, sigur nýggi
stjórin hjá Samskipum í
Føroyum.
At tað frammanundan
eru tveir veitarar á leiðini -
Smyril Line og Eimskip/-
Skipafelagið - gevur møgu-
leika fyri at koma rættiliga
við í kappingina, metir Joel
undir Leitinum. Og við at
betra munandi um útflutn-
ingsmøguleikarnar heldur
hann realistiskan møgu-
leika vera fyri at fáa so
mikið stóran marknaðar-
part, at tað fer at bera til.
Ferðaráðið hevur
saman við Gallup
kannað ferðingar-
mynstrið hjá føroy-
ingum í summar.
Bara 11 prosent av
teimum spurdu siga
seg ikki hava verið og
ferðast
FERÐING
Edvard Joensen
Kanningin, sum Gallup
hevur gjørt fyri Ferðaráðið,
vísir, at føroyingar ferðast
bæði innan- og uttanalnds.
Helvtin av teimum spurdu
siga seg hava verið uttan-
lands. Men tey hava eisini
ferðast í Føroyum.
Varhugin, sum fólk í
ferðavinnuni hava havt av,
at føroyingar ferðast meira í
egnum landi, enn teir fyrr
hava gjørt, tykist verða
grundaður, vísir Gallup-
kanningin.
Serliga í meginøkinum,
Eystroy, Streymoy og Vág-
um, hava nógv fólk feðrast.
65 prosent av teimum
spurdu siga seg hava verið í
hesum
økinum.
Eisini
Norðoyggjar eru væl við.
Har hava 19 prosent verið.
Suðuroyggin hevur fingið
15 prosent. Verri er statt við
Sandoy, ið sum tann einasta
av størru oyggjunum liggur
heilt niðri á átta prosentum.
Síðan eru tað útoyggjarnar
aðrastðani enn í Norð-
oyggjum, sum liggja lægri.
Eitt nú siga bara trý prosent
seg hava verið í Mykinesi.
Í kanningini sæst, at heili
22 prosent av teimum, sum
siga seg hava ferðast í Før-
oyum, hava ikki gist nakra-
staðni á ferðini. Tað meta
tey í ferðavinnuni ikki at
vera nóg gott og halda, at
her er avgjørt nakað hjá
teimum, ið hava gistingar-
hús, summarhús ella aðrar
gistingarmøguleikar, at ar-
beiða við.
Eisini verður sagt í við-
mekingum frá Ferðaráðn-
um, at tað tykist eitt sindur
ógreitt, hvat fólk meina við,
tá tey siga, at tey hava
vitjað vinir og kenningar.
Um tað merkir, at tey hava
búð heima hjá fólki, tey
kenna, ella um tey hava
lænt ella leigað hús sum
vinir ella kenningar eiga
aðrastaðni enn har, tey
búgva. Av tí, at ikki nóg
væl er tilskilað her, kann
vera torført at greiða rætta
úrslitið av kanningin á
hesum økinum.
Í niðurstøðuni, eftir at
kanning er gjørd, siga tey á
Ferðaráðnum, at tað tykist
sum føroyingar meira og
meira eru farnir at meta tað
at ferðast í egnum landi
sum ferðavinnu. Eisini
halda tey at føroyingar
meira tilvitað feðrast í
egnum landi nú, enn gjørt
hevur verið fyrr.
Kanningin vísir eisini, at
tey, sum hava verið uttan-
lands og ferðast, eisini ferð-
ast meira í Føroyum, enn
meðaltalið av føroyingum
annars ger.
Joel undir Leitinum er stjóri
hjá Samskip í Føroyum.
Hann hevur fyrr starvast hjá
Eimskip, og saman við sær
hevur hann tvey fyrrverandi
starvsfólk frá Eimskip. Tey
fara at hava høvuðsstøð í
Havn. Eitt fjórða fólk er
frammanundan í starvi hjá
Samskip í Klaksvík
Kanningin, sum Ferðaráðið
og Gallup hava gjørt um
ferðavinnuna vísir, at alt
fleiri føroyingar velja at
ferðast í egnum landi
Mynd: Edvard Joensen
Skeiv borg
Í
hósdagsblaðnum
skrivaðu
vit,
at
Krúnborg var komin á
Skála at skifta gronina
út. Har er tíverri eitt
mistak hent, tí borgin,
sum skal hava nýggja
gron, er Sólborg og ikki
Krúnborg.
bðm.
Fyrrverandi løgtings-
kvinnan, Katrin Dahl
Jakobsen, er millum
valevnini hjá Javnað-
arflokkinum til bý-
ráðsvalið í Tórshavn-
ar kommunu. Heili
átta kvinnur eru á
listanum hjá Suður-
streymoyar Javnaðar-
felag
BÝRÁÐSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Mikukvøldið hevði Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
sín tríðja valevnisfund til
kommunuvalið 9. novem-
ber. Heili átta kvinnur er
umboðaðar á listanum, sum
í alt telir 14 fólk. Millum
kvinnurnar á listanum er
fyrrverandi løgtingskvinn-
an, Katrin Dahl Jakobsen,
sum sat í løgtinginum frá
1998 til 2004.
Høvuðspersónarnar
í
stríðnum í Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag seinastu
tvey árini, Elin Lindenskov
og Tórfinn Smith, eru bæði
millum valevnini hjá Suð-
urstreymoyar
Javnaðar-
felag
Valevnini eru hesi:
Poula Apol
Katrin Dahl Jakobsen
Bjørg Joensen
Gunnvør Joensen
Elin Lindenskov
Meta Palle
Anna Maria Person
Jan Poulsen
Halla Samuelsen
Hallstein Sigurðson
Hans Jákup Simonsen
Tórfinn Smith
Rói Winter
Robert Vilhelmsen
Katrin Dahl Jakobsen stillar upp
Fíggjarlógaruppskotið 2005:
197 mio. krónur í halli
Fíggjarlógaruppskotið
hjá ABC-samgonguni
gevur 197 mió. krónur
í halli. Landsstýrið
ætlar at leggja avgjald
fyri tilsamans 35 mió.
krónur á sodavatn og
tubbak. Loynifulli
skattalættan er eisini á
fíggjarlógaruppskot-
inum fyri 2005
FÍGGJARLÓGAR-
UPPSKOT
Páll Holm Johannesen
Fyrrapartin hósdagin legði
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, Bárður Nielsen,
fíggjarlógaruppskotið hjá
ABC-samgonguni fyri løg-
tingið. Úrslitið á fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2005 gevur eitt hall á 197
mió. krónur. Samlaðu inn-
tøkurnar eru mettar at vera
3 mia. og 461 túsund krón-
ur og útreiðslurnar 3 mia.
657 túsund krónur
Vit endurgeva her nakrar
høvuðstættir í frágreiðing-
ina til fíggjarlógaruppskot-
ið 2005 hjá landsstýris-
manninum í fíggjarmálum,
Bárði Nielsen.
Avgjøld fyri
skattalætta
Í frágreiðingini verður sagt,
at minkandi virksemi í
landinum, minni heildar-
veiting og ætlaði skatta-
lættin eru høvuðsorsøkir-
nar, at inntøkurnar hjá
landskassanum fyri 2005
lækkaðar sammett við und-
anfarin ár. Sambært fíggj-
arlógaruppskotinum verður
mett, at inntøkurnar í ár
kortini verða á leið tær
somu sum komandi ár.
Eins og undanfarna sam-
gongan hevur ABC-sam-
gongan gjørt av leggja
nýggj avgjøld á sodavatn og
tubakk fyri at økja um inn-
tøkurnar. Ætlanin er skrava
35 mió. krónur saman við
at leggja avgjørd á sodavatn
og tubbak.
Størsti partur av inntøk-
um landsins eru skattainn-
tøkur- Landsstýrið metir, at
skattainntøkurnar fara at
minka við góðum 50 mió.
krónum komandi ár. Hetta
kemst av einum ætlaðum
skattalætta á 60 mió. krón-
ur, og at virksemið í land-
inum er minkað.
Vøksturin minkar
Komandi ár halda út-
reiðslurnar hjá tí almenna á
við at veksa, men vøksturin
er minkaður nógv sammett
við undanfarin ár. Rakstar-
útreiðslurnar økjast við 90
mió. krónum, meðan út-
reiðslurnar til íløgur minka
við 60 mió. krónurm
Samanumtikið
verður
mett, at útreiðslurnar kom-
andi ár økjast við einum
góðum prosenti. Høvuðsor-
søkin til vøksturin eru
lønarhækkingarnar
og
hækkingarnar
í
lógar-
bundum útreiðslum.
Landsstýrið kann fegnast
um, at rentuútreiðslurnar
eru minkaðar nógv seinastu
árini. Høvuðsorsøkin til tað
er, at skuldin hjá landskass-
anum er nógv minni, enn
hon áður hevur verið.
Íløgur minka
Í figgjarlógaruppskotinum
hjá ABC-samgonguni er
ætlanin at skerja á iløgusíð-
uni, sammett við fíggjar-
lógaruppskoti fyri 2004. Á
fíggjarætlanini fyri í ár
vórðu 270 mió. krónur
brutto settar av til íløgur,
meðan komandi ár eru 219
míó. krónur játtaðar .
Nettoløguútreiðslan
er
182 mió. krónur, tí ætlanin
er at selja íbúðarbygningar
við Landssjúkrahúsið fyri
30 mió. krónur og gamla
Smyril fyri umleið 7. mió.
krónur.
Landsstýrið
leggur
áherðslu á, at størri parturin
av íløgunum komandi ár
verða virksemisskapandi í
Føroyum, og kemur hetta
fyrst og fremst av, at íløg-
urnar til nýggja Smyril, ið
verður bygdur í Spania,
verða
fluttar
heim
til
Føroya.
Høvuðstøl fyri fíggjarlóg 2005
Fíggjarlógin gevur 197 mió. krónur í halli
Inntøkurnar verða 3.461 mia. krónur
Útreiðslurnar verða 3.957 mia. krónur
Játtanin til almanna og heilsumál er hækka 56 mió.
krónur
Játtanin til lønir í miðfyrisitingini er lækkað 6 %
Avgjøld á tubbak og sodavatn fyri 35 mió. krónur
FAKTA
C
M
Y
K
5
4