týsdagur 7. februar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Samgongan og Sambands
flokkurin eru í tøttum sam
ráðingum um ein fiskivinnu
nýskipan, men enn eru fleiri
mál sum skilja partarnar.
Spurningurin um upp
boðssølu av fiskirættindum
hevur alla tíðina fylt nógv, tá
ið talan hevur verið um eina
nýskipan, men alt bendir á,
at landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum
hevur
slakað nakað í upprunaliga
kravinum um, at øll rættindi
skulu seljast á uppboðssølu.
Sambandsflokkurin hev
ur alla tíðina verið so av
gjørdur í hesum spurningi, at
hann ikki hevði hildið fram
við
samráðingunum,
var
hetta framvegis eitt ultima
tivt krav.
At síggja til eru tað fýra
punkt, sum samráðingarnar
standa og fella við
• Uppboðssøla av øllum
rættindum
• Fiskidagar ella kvotur
• Umsetiligheit av loyvum
• Longdin av rættindum
Uppboðssølan hevur sum
nevnt flutt seg nakað og í
fleiri øðrum spurningum eru
ósemjur, men tær eru ikki
ógvusligari enn so, enn at tað
fer at bera til at finna semjur.
At øll veiða skal vera burð
ardygg er semja um og um
virðisøkingina av tilfeingin
um er eisini semja um.
Spurningurin
um
út
lendskan kapital í vinnuni
viðgera partarnir eisini, men
fæst alt annað uppá pláss,
so er onki av ivast í, at loysn
eisini fæst á tí spurninginum.
Spurningurin um fiski
dagar ella kvotur er ein
spurningur, sum má loysast,
skal ein semja gerast,
Í uppskotinum hjá Sam
bandsflokkinum um eina
nýskipan verður arbeitt við
kvotum heldur enn fiskidøg
um. Í uppskotinum verður
eisini sagt, at tá ið skip fáa
rættindi at veiða eina kvotu,
so er tað upp til skip og reiða
rí sjálvi at avgera, hvussu
kvotan verður fiskað.
Tað eiga myndugleikarnir
ikki at leggja seg útí, tí hetta
er nakað, sum tey sum eru í
vinnuni, eiga at meta um og
vita hvat best loysir seg.
Umsetiligheitin
Ein annar knútur sum skal
loysast,
er
hvussu
tað
skal bera til
at keypa og
selja kvotur og
rættindi.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnu, Høgni Hoydal,
hevur ferð eftir ferð sagt, at
hetta eigur at fara fram um
eina almenna sølu. Tað skal
ikki bera til at selja rættindi,
sum ein hevur fingið fyri
onki við vinningi til onnur í
vinnuni.
Skulu kvoturnar seljast,
so skulu tær fyrst latast inn
til tað almenna, sum so bjóð
ar tær út.
Sambandsflokkurin hev
ur eina heilt aðra fatan av
umsetiligheitini. Flokkurin
heldur, at kvoturnar frítt
kunnu seljast sínamillum í
vinnuni.
Hetta skal kunna gerast,
so vinnan kann tillaga seg
og rationalisera sum best,
heldur Sambandsflokkurin.
Longdin av loyvum
Fjórða punktið, sum Sam
bandsflokkurin
og
sam
gongan mugu semjast um,
er hvussu long rættindini
skulu vera.
Ymiskar
longdir
hava
verið nevndar í kjakinum,
men onki er at ivast í, at Sam
bandsflokkurin vil hava, at
fær tú rættindi at fiska, so
skal tú hava hesi loyvini so
leingi, sum til ber – helst 12
ár.
Samgongan
og
Høgni
Hoydal hava fleiri ferðir
tosað um, at tíðarskeiðið tú
hevur rættindini kann vera
ymiskt – frá einum ári og
kanska upp í sjey ár.
Onki er at ivast í, at hetta
er ein spurningur, sum fara
at taka tíð at fáa semju um.
Tíðin og politikkur
Tíðin er farin at ganga undan
til eitt uppskot skal vera
liðugt at leggja fyri tingið.
Tí vóru samráðingar fyrr í
vikuni til seint út á kvøldið
millum partarnar.
Seinasta freist at leggja
uppskot fyri tingið í hesi
tingsetuni er 28.februar. Tá
skal umsitingin hjá Løgting
inum hava uppskotið í hendi.
Sum nevnt hevur sam
gongan samráðingar við ein
andstøðuflokk. Fólkaflokk
urin er ikki kallaður inn
til samráðingar, men eftir
hvat formaðurin sigur, so
eru samráðingarnar millum
flokkin og samgonguna ikki
slitnaðar.
Tað er tó helst ein veru
leiki, at tað neyvan ber
til at finna semju millum
Fólkaflokkin og samgong
una.
Tað kann sjálvandi enda
við, at ein semja finst millum
Sambandsflokkin og sam
gonguleiðararnar, men sjálvt
um tað hendir, so er tað ikki
vist, at tingmanningin hjá
samgonguni uttan nakað
fer at taka undir við einari
slíkari semju.
Í
Javnaðarflokkinum
eru fleiri tingfólk, sum als
ikki eru heit fyri tí, sum
liggur á borðinum í løtuni.
Tingfólkini halda, at Javn
aðarflokkurin
letur
seg
draga ov nógv til at góðtaka
ein leist hjá Tjóðveldi held
ur enn at sjálvi at fáa javn
aðarpolitikk inn í uppskotið.
Samráðingarnar
halda
fram, men ivasamt er tó
um Sambandsflokkurin fer
heilt til eina semju við sam
gonguna – og um samgongu
fólk so heilhjartað taka undir
við einari slíkari semju.
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GREINING
TØGN UM FISKIN
MEN ENN ERU
SAMRÁÐINGAR
Samgonuleiðararnir samráðast framvegis við Sambandsflokkin um
eitt uppskot til nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap
Høgni Hoydal veit, at hann hevur skund og at tíðin styttist
til at hann skal koma í Løgtingið við einum uppskoti
Sambandsflokkurin samráðist enn, men fýra
knútapunkt eru eftir at finna semju um
Vinnan bíðar eftir at fáa at vita, hvørjar reglur vera galdandi 1.januar næsta ár