týsdagur 7. februar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaða mamma, omma og vermóðir okkara,
Gulli Schiller Skovsgaard
ættað úr Havn
búsitandi í Hareskoven, Værløse, Danmark
f. 21. juni 1933
andaðist 3. februar 2017, 83 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Hareskov Kirke
leygardagin 18. februar klokkan 13.
Vegna familjuna
Jens Osvald og Anne Marie,
Jens Frederik, Aske og Ellen
70 ára
føðingardagur
Hanus Berg fyllir í dag
70 ár
Heilsan Essan,
systirin í Skotlandi
VIÐMERKINGAR
Bárður S. Nielsen
formaður í
Sambandsflokkinum
Tað
er
álvarsligt,
at
Føroya
l ø g m a ð u r
fjalir
seg
aftan
fyri
løgfrøði og
vil ikki taka
avgerðir, ið kunnu varðveita
álitið á embætisverkið, og at
tagnarskyldan verður vird.
Hetta er niðurstøðan, eftir
at løgmaður hevur svarað
einum § 52a fyrispurningi
frá Sambandsflokkinum.
Fyrispurningurin
snúði
seg m.a. um, hvørt løgmaður
fer at gera nakað við, at ein
fyrrverandi embætismaður
sannlíkt hevur brotið sína
tagnarskyldu við á heysti
í 2016 at leka út hópin av
trúnaðarupplýsingum
frá
fullveldissamráðingunum í
árinum 2000.
Í svari sínum staðfestir
løgmaður, at tað ”ikki er rætt”
gjørt, at fyrrverandi em
bætismaðurin hevur framt
víðfevnda lekan. Kortini vil
løgmaður einki gera við, at
tagnarskyldan sannlíkt er
brotin, og at brot tí sannlíkt
er framt á borgarligu revsi
lógina. Hann skjýtur seg m.a.
inn undir, at fyrrverandi
embætismaðurin ikki longur
er í starvi í embætisverkinum.
Og løgmaður vil heldur eingi
rættarlig stig taka, men hann
mælir í staðin øðrum til at
melda málið til fútan.
Hetta er ómetaliga álvars
ligt.
Løgmaður eigur sjálvandi
at taka neyðug stig, so at
álitið á embætisverkið og
tagnarskylduna
verður
varðveitt. Løgmaður hevur
ábyrgdina, og kann ikki lata
tað upp til onnur at taka
støðu til.
Vandi er fyri, at løgmað
ur nú hevur knæsett prin
sippið um, at tað er loyvt
embætisfólkum
at
bróta
tagnarskylduna og at leka út
trúnaðarupplýsingar. Hetta
kann frameftir raka øll tey,
sum veruliga hava brúk
fyri at verða vard av tagnar
skyldu.
Spurt varð eisini, um løg
maður orsakað av víðfevnda
lekanum
ætlar
at
leys
geva øll skjøl frá fullveldis
samráðingunum, so at føroy
ingar sjálvir kunnu meta um,
hvat fór fram undir nevndu
samráðingum.
Heldur ikki í hesum føri
vil løgmaður taka sjálv
støðuga avgerð. Í staðin
ætlar hann at spyrja ein
fyrrverandi løgmann, ein
fyrrverandi og núverandi
landsstýrismann og Ríkis
umboðið, um skjøl kunnu
leysgevast. Løgmaður hev
ur sjálvur møguleika at
leysgeva skjølini, og tað eigur
hann sjálvandi at gera sum
skjótast, eftir at víðfevndur
leki er farin fram.
Sa m ba n d s f l o k ku r i n
heitir á løgmann um at taka
sjálvstøðugar avgerðir og
leysgeva nevndu skjøl, og at
tryggja, at føroyingar kunnu
hava álit á, at tagnarskyldan
er nakað verd í Føroyum.
Tagnarskyldan verður undirgrivin og
løgmaður rennur undan ábyrgd
Hóast stór ábyrgd liggur hjá løgmansembætinum, er vandi fyri, at løgmaður nú hevur knæsett
eitt prinsipp um, at tað er loyvt embætisfólkum at bróta tagnarskylduna. Hetta kann frameftir
raka øll tey, sum veruliga hava brúk fyri at verða vard av tagnarskyldu
Magnus Rasmussen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
G o n g d i n
seinastu
6
árini í inn
t ø k u n u m
frá fiski- og
alivinnuni
er tann, at
hesar
inn
tøkur eru vorðnar ein alt
meira týðandi partur av
inntøkugrundarlagi lands
kassans og harvið føroyska
vælferðarsamfelagnum.
Samstundis eru krøvini til
leiðslu og stýring av lands
kassabúskapinum
vorðin
harðari, serliga tí, at til
feingisinntøkur eru óvissar
inntøkur
Inntøkulop frá
fiski- og alivinnuni
Tann 11. januar í ár setti eg
Kristinu Háfoss, landsstýris
kvinnu, skrivligan fyrispurn
ing, har eg ynskti at fáa
upplýst, hvussu stór samlaða
inntøkan frá fiski- og ali
vinnuni til landskassan hev
ur verið seinastu 20 árini,
greinað á inntøkuslag.
Inntøkusløgini eru:
Felagsskattur, kapitalvinn
ingsskattur, tilfeingisskattur,
avgjald á fiskatilfeingi, upp
boðssøla og skattur av vinn
ingsbýti.
Svarið er nú komið, og er tað
greinað á ymisku inntøku
sløgini. Landsstýriskvinnan
kann tó av góðum grundum
ikki upplýsa, hvussu stór
ur felagsskatturin hjá báð
um vinnunum er í 2016,
tí endaligu tølini eru ikki
klár. Her havi eg loyvt mær
at brúka somu upphædd í
felagsskatti fyri 2016, sum er
staðfest í felagsskatti í 2015,
bæði í fiski- og alivinnuni.
Heilt frá 1997 og fram til
2010 fór samlaða inntøkan
ongantíð upp um 30 mió,
men síðani 2011 er samlaða
inntøkan økt munandi:
Í 2010 tilsamans 29 mió.
kr.
Í 2011 tilsamans 194 mió. kr.
Í 2012 tilsamans 140 mió. kr.
Í 2013 tilsamans 273 mió. kr.
Í 2014 tilsamans 377 mió. kr.
Í 2015 tilsamans 407 mió. kr.
Í 2016 tilsamans 629 mió. kr.
Sí talvuna omanfyri
Hesar sera stóru upphæddir
eru komnar beinleiðis í
landskassan, men vit skulu
minnast til, at umframt tað,
at landskassin hevur fingið
nógvan pening, so hava
kommunukassarnir
eisini
fingið sín góða part í øktum
felagsskatti og øktum per
sónsskatti av nógv økta virk
seminum, sum hesar vinnur
hava skapt í Føroyum.
Vit skulu heldur ikki
gloyma, hvussu stórir ring
virkningarnir eru av hesum
vinnum kring landið - teir
eiga ikki at undirmetast.
Góðir og støðugir
vinnukarmar
Vit vita øll, at tað gongur væl
í fiski- og alivinnuni í løtuni,
og vit síggja í omanfyri
nevnda yvirliti og á myndini,
at vinnurnar báðar hava lagt
nógv eftir seg í landskassan
seinastu árini. Tølini tala
greitt.
Flestu fólk – eg sjálvur
íroknaður - halda tað vera
rímiligt, at vinnan leggur
nakað eftir seg beinleiðis í
landskassan - og sjálv hevur
vinnan einki ímóti hesum.
Tann brennandi spurn
ingurin er altíð, hvussu nógv
er rímiligt, at vinnan skal
leggja í landskassan?
Her ber ikki til at seta eina
ávísa upphædd á, men sum
meginreglu eiga vit m.a. at
hava fyri eygað at:
[if !supportLists]• [endif]
Føroyska fiski- og alivinnan
eigur ikki at hava verri
skattlig
viðurskifti
enn
kappingarneytar
okkara
uttan úr heimi – helst betri
Fiski- og alivinnan eiga at
fáa góðar og støðugar um
støður, soleiðis at m.a. íløgu
ætlanir kunnu leggjast og
fremjast
Tað eigur ongantíð at
verða tørvurin á fíggjarlógini,
sum avgerð, hvussu nógv
hesar vinnur skulu gjalda í
landskassan
Megna vit hetta og tað
eigur at bera til, so fær vinn
an góðar umstøður, og lands
kassin fer framhaldandi at
fáa sín góða part frá hesum
vinnum.
Verður rætt atborið, so
verða
landskassans
inn
tøkur frá fiski- og alivinnuni
framhaldandi ein grundar
steinur undir føroyska væl
ferðarsamfelagnum.
Tølini tala – risa inntøku
vøkstur til landskassan
Myndin niðanfyri vísir m.a., hvussu knappliga
inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni vaksa í 2011, og
hvussu skjótt árligu inntøkurnar síðan vaksa og
floyma inn í landskassan, nærmast á hvørjum ári.
Kelda: Tøl frá Fíggjarmálaráðnum. Egin uppseting av grafikki.