fríggjadagur 1. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Nr. 187 - 1. oktober 2004
7
Avgjøld á sodavatn:
Vinnufíggindaligt
fíggjarlógaruppskot
– Sodavatn er ein av
teimum fáu vørunum,
sum tað ber til at
framleiða í Føroyum.
Men nýggja fíggjarlóg-
aruppskotið leggur av
álvara fót fyri vinnuni,
nú teir ætla at leggja
avgjøld á sodavatn,
sigur Einar Waag,
stjóri á Føroya Bjór
FÍGGJARLÓGIN
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Føroyska sodavatnið fer at
dýrka, um fíggjarlógarupp-
skotið verður sett í gildi.
Bárður Nielsen og hansara
menn ætla nevniliga at fáa
35 milliónir inn í lands-
kassan, við at seta avgjøld á
tubbak og sodavatn.
Einar Waag, stjóri á
Føroya Bjór, er alt annað
enn nøgdur við hetta upp-
skotið.
– Eg skilji ikki hví teir
skulu leggja fót fyri eini av
teimum fáu vinnunum, sum
bera seg í hesum landinum.
Hetta er 60'ara og 70'ara
politikkur, sum vit ræðast,
og sum ikki vilja síggja
aftur, sigur Einar Waag.
Søtmetið slapp undan
Einar Waag sigur, at eitt av
størstu ivamálunum er, hví
til dømis søtmetið heilt er
sloppið
undan
nøkrum
avgjøldum.
– Vit, sum eru ein partur
av føroysku vinnuni, koma
at gjalda dýrt fyri hesi
avgjøldini. Men allar hesar
innfluttu
sukurvørurnar
koma als ikki at vera
merktar av hesum. Tað er
veruliga ikki til at skilja,
heldur Einar.
Hann sigur, at undan-
farna samgonga arbeiddi
miðvíst við heilsugóðum
málum. Tiltiknu
grønu
keksirnar, sum skuldu ger-
ast dýrari, tí tær vóru
ósunnar, vóru bert eitt
dømi. Um undanfarna sam-
gonga hevði komið við
einum uppskoti um eisini at
leggja avgjald á sodavatn, tí
tað er so ósunt, so hevði tað
kanska givið meining.
Men Einar skilir ikki, hví
núverandi samgonga hevur
tikið avgerð um at leggja
fót fyri føroyska sodavatn-
ið, ímeðan bíligu, út-
lendsku
vørurnar
heilt
ótarnaðar, framvegis kunnu
floyma inn á føroyska
marknaðin.
– Vit kunnu taka juice
sum dømi. Tað er prógvað,
at tað inniheldur bæði sukur
og sýru, og at tað tí er minst
líka ringt fyri tenninar sum
sodavatn er. Vit kunnu taka
alla sjokolátuna, sum í dag
kostar svarta einki, og sum
tey ungu ganga og jagla
allan dagin. Tað er so
sanniliga heldur ikki sunt.
Hví verða avgjøldini ikki
løgd har ístaðin, so tey ikki
skaða føroysku vinnuna,
spyr Einar Waag.
Hann sigur, at hann í gjár,
tá hann fekk leysatíðindini
um
avgjøldini
váttað,
spurdi Bárð Nielsen, fíggj-
armálaráðharra, um hví
søtmetið er sloppið undan.
– Hann svaraði mær, at
tað visti hann ikki ordiliga.
Tá eg so spurdi hann hví
sukurfría sodavatnið, sum
er tað einasta sodavatnið
diabetikarar kunnu drekka,
eisini verður líka hart
skattað, svaraði hann mær,
at tað er ein tolltekniskur
spurningur. Men hatta eru
reinar undanførslur, og eg
haldi ikki at teir hava hugs-
að seg nóg væl um, stað-
festir Einar Waag.
Av tí, at sukurfría soda-
vatnið eisini fær avgjald,
ímeðan
søtmetið
heilt
sleppur undan, heldur Ein-
ar, at hesi avgjøldini ikki
kunnu
umskyldast
við
heitinum »heilsutollur«.
Hægstu avgjøld í
Evropa
Einar Waag sigur, at Føroy-
ar og Danmark hava nógv
tað hægsta mvg-gjaldið í
Europa, samstundis sum vit
eisini hava nógv tey hægstu
avgjøldini á sodavatni.
– Vit liggja á 25% í meir-
virðisgjaldi, sum er met-
høgt í Europa. Nú ætla teir
at fáa enn meir inntøkur av
vinnuni, og avgjaldið á før-
oyska sodavatnið fer sostatt
at koma upp á 2,40 kr pr.
litur. Tá tað er lagt afturat
vanliga prísinum, skal mvg
og vinningur eisini omaná
aftur. So tað verður heilt
avgjørt ein príshækking,
sum kemur at merkjast,
sigur Einar.
Hann sigur, at Danmark,
sum eisini hevur eitt sera
høgt avgjald á sodavatn,
hevur 1,15 kr. Belgia er nr.
3 í Evropa við 50 oyru pr.
litur. Føroyingar koma so-
statt at rinda 1,25 kr meiri
fyri liturin av sodavatni enn
danir og heilar 1,90 kr
meiri enn belgiarar. Hetta
heldur Einar líkjast ongum.
– Landið fær jú longu
25% av allari sølu, sum er
nógv meiri enn hini londini
í Europa fáa, so eg haldi tað
vera púra burturvið, at teir
nú fara inn og taka enn
meiri vinning av sodavatn-
inum. Tað verður jú brúkar-
in, sum skal rinda, og tað er
ikki víst, at hann vil tað,
sigur Einar, sum er sann-
førdur um, at hetta fer at
elva til eina stóra niður-
gongd í søluni av føroysk-
um sodavatni.
– Tað er fullkomiliga ørt,
at eingin í føroysku vinnuni
kann kenna seg tryggan,
fyri nær og hvar landsins
leiðsla næstuferð fer at
leggja fót. Hetta er púra
burturvið,
sigur
Einar
Waag at enda, og leggur
eina við, at hann í øllum
førum fer at gera sítt til, at
uppskotið ikki verður sam-
tykt í verandi líki.
Rættindi
hjá
brekaðum
Týsdagin 5. okto-
ber verður ein evn-
isdagur um rætt-
indi hjá brekaðum
í Norðurlandahús-
inum
EVNISDAGUR
tíðindaskriv
Á evnisdegnum verður
ein røð av fyrilestrum
og
framløgum
um
støðuna hjá fólki, ið
bera brek, sum samfel-
agsborgarar.
Tiltakið, sum byrjar
klokkan 13.00, er al-
ment, og luttøkan er
ókeypis, so vónandi seta
nógv fólk sær hendan
seinnapartin av, fyri at
hoyra um, hvørji rætt-
indi og hvørja støðu,
fólk við breki hava í
Føroyum í dag.
Bjørt Samuelsen, fjøl-
miðlakvinna,
stýrir
degnum og tekur sam-
anum. Møguleiki er hjá
áhoyrarunum at seta
spurningar.
Tað er stýrisbólkurin
fyri Ár teirra brekaðu
2003, sum saman við
Almanna- og heilsu-
málaráðnum skipar fyri
tiltakinum.
Single-
kvøld í
Vertshúsin
um
SINGLE-KVØLD
tíðindaskriv
Vertshúsið hevur fingið
áheitanir um at fyriskipa
eitt singul kvøld av og á.
Tað eru nógv sum eru
singul og tíma ikki at
fara einsamøll á Vert-
shús. Leygarkvøldið 2.
oktober verður eitt sing-
ulkvøld í Vertshúskjall-
aranum við hugnatón-
leiki,
kertuljósum,
amorøsari drinksmenu
og kærleika í luftini.
Vertshúsleiðslan vónar
at nógvir singlar koma í
kjallaranan
Leygar-
kvøldið og hvør veit ?
kanska situr "your lifes
companion" har ótolin
og býðar við tveimum
"Kiss Me Quick" cock-
tailum og østrogenini
fara upp á kók.
Færø Expo 2004 eitur
framsýningin, ið letur upp
leygardagin 2. Oktober á
Bredgade 69 í Keypmanna-
havn.
Listamenninir
verða
Zacharias Heinesen, Am-
ariel Norðoy, Eyðun av
Reyni, Torbjørn Olsen og
Kári Sverrison.
Tryggvi Johansen setur
framsýningina.
Skriv
frá
Bredgade
Kunsthandel, har fram-
sýningin skal verða, sigur
millum annað soleiðis um
teir fimm listamenninar:
»... som alle hører til den
absolut
fremtrædende
gruppe af færøske kunstn-
ere, som gennem tiden har
formået at samle den fær-
øske billedkunst i en kol-
lektiv, ekspressiv referance-
ramme...«
Framsýningin
verður
opin til og við leygardagin
23. oktober. Meiri kann les-
ast um hvat kunsthandilin
hevur at siga um lisa-
menninar á www.bredgade-
kunsthandel.dk
–eys–
Føroysk list í DK
Amariel Norðoy verður ein
av teimum fimm
føroyingunum, sum skulu
hava framsýning í
Keypmannahavn í oktober
Einar Waag, stjóri í Føroya
Bjór, skilir ikki hví landsins
leiðsla vil leggja fót fyri
føroysku vinnuni við ætlaðu
avgjøldunum á sodavatni
Savnsmynd
Tvøroyrar Kommuna
ger ikki meiri við
leiðaran á frítíðar-
skúlanum, so má
Landsstýrismaðurin
heldur stongja hann
ÓSEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Nú er mangt,
sum bendir á, at frítíðarskúl-
in á Tvøroyri verður stongd-
ur.
Tvøroyrar býráð ætlar sær
nevniliga ikki at slaka meiri
fyri Landsstýrinum og so
má tað standast av í má.
Tað er ósemja um leiðar-
an á frítíðarskúlanum á
Tvøroyri, sum ger seg gald-
andi.
Tvøroyrar Býráð setti ein
lærara í starvið og tað fekk
pedagogfelagið at tala at.
Felagið sigur, at eftir lógini,
skal leiðarin vera peda-
gogur.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, gav felagnum
rætt og álegði Tvøroyrar
býráð at broyta starvssetan-
ina.
Býráðið ógildaði so set-
anina, men setti síðani
sama lærara aftur sum fyri-
bils leiðara fyri frítíðar-
skúlan.
Hetta hevur so aftur fingið
landsstýrismannin at seta
býráðnum knívin á barkan:
Hevur býráðið ikki ógildað
setanina og sett ein pedagog
í starvið í seinasta lagi í dag,
fríggjadagin, verður frítíðar-
skúlin stongdur.
Gera ikki meir við
málið
Men hetta rínur ikki við
býráðið á Tvøroyri.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri, segði í gjáramorg-
unin, at býráðið gjørdi ikki
meiri við málið.
So ger landsstýrismaður-
in tað, sum hann heldur at
hann eigur at gera.
Borgarstjórin sigur, at tað
stendur ongastaðni í lógar-
tekstinum, at leiðarin skal
vera pedagogur.
Tað stendur at hann skal
vera námsfrøðingur og tað
kann einsvæl verða lærari.
Kristin Michelsen sigur,
at stongir Hans Pauli Strøm
frítíðarskúlan, fara tey fýra
starvsfólkini til húsar.
Eini 20-22 børn í fyrsta
flokki hava sína dagligu
gongd í frítíðarskúlanum
eftir skúlatíð og tey verða
sostatt eisini send til hús.
Men býráðið er eisini so
mikið sannført í síni sak, at
tað hevur gjørt landsstýr-
ismanninum
greitt,
at
stongir hann frítíðarskúlan,
kann hann vænta sær
endurgjaldskrav
frá
kommununi.
Á Tvøroyri verður
arbeitt við at savna
allar flokkarnar á ein
einstakan lista til
býráðsvalið í næsta
mánaði
BÝRÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Politiska baro-
metrið á Tvøroyri hækkar
alsamt. Tað hevur altíð leik-
að ógvuliga hart á ímillum
teir ymsu politisku flokkar-
nar á Tvøroyri og tað eru
ikki so mong ár síðani at
enntá javnaðarfólk gingu í
tveimum bólkum og still-
aðu upp til býráðsval á
tveimum listum.
Tað stríðsmálið varð síð-
ani lagt afturum og javnað-
arfólk kundu aftur savnast á
sama lista. Og til hetta bý-
ráðsvalið verður enntá arb-
eitt við at savna allar flokk-
arnar í Býráðnum á Tvør-
oyri á einum og sama lista.
Teir ymsu flokkarnir
hava tosað saman um hetta
og tað er ymiskt, hvussu
móttøkan hevur verið.
Summir flokkar taka
undir við tí, aðrir hava ikki
tikið støðu og uppaftur aðr-
ir eru meiri ivingarsamir.
Men málið er ikki slept
og arbeitt verður víðari við
tí.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, heldur
tað at tað hevði verið tað
einasta rætta at savnast um
ein felags lista á Tvøroyri.
– Tað eru kommunumál,
vit skulu arbeiða við og
ikki landsmál og eg haldi,
at vit áttu at kunna samst
um at ført kommunupolit-
ikk, uttan at blanda parta-
politikk upp í, tí partapol-
itiskar ósemjur hoyra ikki
heima í einum kommunu-
stýri, heldur borgarstjórin.
Á seinasta býráðsvali
vóru fýra listar: Ein javnað-
arlisti, ein sambandslisti,
ein uttanflokkalisti og ein
samgongulisti við limum úr
tjóðveldisflokkinum, fólka-
flokkinum
og
miðflokkinum.
Tað eru sjey byráðslimir
á Tvøroyri og tað kunnu í
mesta lagi vera 11 valevni á
einum lista. Verður talan
um ein felagslista, verða
tað sostatt í mesta lagi 11
valevni til býráðsvalið á
Tvøroyri í næsta mánaði.
Sumbingar og tvøra-
fólk fara at tosa víð-
ari um samanlegg-
ing, serliga nú lands-
stýrið ætlar at
broyta lógina so at
kommunur kunnu
leggja saman mitt í
einum valskeiði
KOMMUNUSAMAN-
LEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sumba/Tvøroyri: Tað er
nú greitt, at Sumbiar- og
Tvøroyrar
Kommuna,
leggja ikki saman beint
nú.
Í sambandi við komm-
unuvalið
í
november,
hevur landsstýrismaðurin
í innlendismálum sett
eina tíðarfreist fyri, nær
kommunur kunnu leggja
saman
Tann freistin fór fyrr í
vikuni
og
mikudagin
fingu kommunurnar í
Sumba og á Tvøroyri boð
um, at freistin verður ikki
longd.
– Tað kom óvart á okk-
um, at freistin ikki kundi
longjast nakrar dagar.
Serliga kom tað óvart á
okkum, tí hann var posit-
ivur tá ið vit spurdu hann
munnliga fyri nøkrum
døgum síðani, sigur Krist-
in Michelsen, borgarstjóri
á Tvøroyri.
Hann ásannar, at tað
hevur drigið út, men nú
høvdu kommunustýrini
sett sær fyri at fingið ferð
á ætlaðu samanleggingina
og ætlanin var at avgreiða
málið uppá einar tvær
vikur.
Hann vísir á, at fleiri
aðrar samanleggingar eru
gjørdar norðanfyri, so
leisturin er gjørdur.
Skulu Sumba og Tvør-
oyri leggja saman, er tað
at kalla bara at skifta
nøvnini út í teimum sátt-
málum, sum eru gjørdir
um samanlegging og so
kanska gera onkrar dag-
føringar.
Borgarstjórin sigur,at
kommunustýrini í Sumba
og á Tvøroyri hava tosað
leysliga saman og fyribils
hava tey hug at halda fram
við arbeiðnum at leggja
saman, tó at tað ikki verð-
ur beint nú.
Annars hava sumbingar
gjørt vart við seg hjá
bygdaráðnum í sambandi
við
ætlaðu
saman-
leggingina við Tvøroyri.
Í eina tíð hava tey savn-
að inn undirskriftir í Sum-
biar kommunu í sambandi
við samanleggingina og
týskvøldið handaðu tey
bygdaráðnum ein lista við
182 undirskriftum.
Tað er gott og væl
helvtin av teimum, sum
hava vælrætt í kommun-
uni. Á løgtingsvalinum
fyrr í ár, høvdu 310 fólk
atkvøðurætt í kommun-
uni, 218 fólk í Sumba og
92 fólk í Lopra og á
Økrum.
Tey, sum hava skrivað
undir, krevja, at borgara-
fundur verður í Sumba
um samanleggingina. Og
tey krevja eisini, at verður
semja við Tvøroyri um
ein sáttmála um saman-
legging, skal fólkaat-
kvøða verða í Sumba,
áðrenn bygdaráðið tekur
endaliga støðu.
Sleppa ikki
endanum
í Sumba og
á Tvøroyri
Bakka ikki meiri
fyri Hans Paula
Steingir landsstýrismaðurin frítíðarskúlan á Tvøroyri, skal hann vænta sær endurgjaldskrav,
sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
Politiska barometrið á Tvøroyri
hækkar
Tað eru ikki so nógv ár síðani, at ósemjan var so stór á Tvøroyri, at sjálvt javnaðarfólk gingu í
tveimum bólkum. Í løtuni eru fýra listar umboðaðir í Býráðnum, men nú verður arbeitt við at
savna allar politisku flokkarnar á einum og sama lista til býráðsvalið í næsta mánaði
C
M
Y
K
7
6