Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKRIVSTOVUNÆMINGUR TIL LØGMANSSKRIVSTOVUNA Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og nærløgdum skrivstovunæmingi í almennari fyrisiting Um starvið: Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, har tú kemur runt á ymisku arbeiðsøkjunum og loftar nógvum ymsum arbeiðsuppgávum. Starvið fevnir um almenna fyrisiting. Hetta merkir, at tú arbeiðir við nógvum ymiskum fyrisitingarligum uppgávum saman við øðrum dugnaligum starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni. Í lærutíðini arbeiðir tú m.a. við fjølbroyttum skrivarauppgávum, avgreiðslu, journal, bókhaldi, samskipan, menning og fyrisitingarligum- og politiskum mannagongdum. Førleikakrøv: Vit vænta;  at tú hevur miðnámsútbúgving sum t.d. HH, HF ella studentsprógv,  at tú dugir væl at skriva føroyskt og helst eisini danskt og enskt,  at tú ert fyrikomandi,  at tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, og  at tú dugir at vera høvisk/-ur, umhugsin og varin, tá hetta krevst. Setanarviðurskifti: Talan er um eitt lærustarv, har tann setti fær útbúgving í almennari fyrisiting. Útbúgvingartíðin er vanliga 2 ár fyri næmingar við HH prógvi og 2½ ár fyri næmingar við students-/HF-prógvi. Partar av útbúgvingini fara fram í Danmark, og er vanliga talan um 4 umfør í umleið 4 vikur hvørja ferð. Umsókn: Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møgulig viðmæli skulu sendast til: Løgmansskrivstovan, Tinganes, Postrúm 64, 110 Tórshavn Ella: info@tinganes.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. februar 2017 kl. 12.00. Starvið verður sett 1. apríl ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Leiv Langgaard, fulltrúa, tel.: 30 60 00 ella 55 61 26. Løgmansskrivstovan er fyrisiting løgmans.  Løgmansskrivstovan tænir løgmanni í at skipa landsstýrisarbeiðið og hevur ábyrgdina av at fyrireika, fremja og hava eftirlit við teimum uppgávum, sum løgmaður hevur samsvarandi stýrisskipanini. Tær eru samskipan og fyrisiting. Løgmaður fyrisitur eisini uttanríkismál og lógarmál.  Stevnumið Løgmansskrivstovunnar er at fremja mál løgmans og at samskipa fyrisitingina, so at politikkur landsins verður útintur á fullgóðan og lógligan hátt, og so at øllum verður tryggjað ein holl og reiðilig tænasta. VIT DRAGA EINA LÍNU – VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI – VIT VILJA VITA – VIT BRÓTA SLÓÐ Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin er í løtuni Løgmansskrivstovan. Gør som Lilja, Marjun, Ester, Petur og Beinta Tag på Grejdalens Efterskole 30 minutter fra Billund Lufthavn Forstander René Brorson er på Færøerne d. 5.-16. februar. Er du interesseret i at høre mere om Grejsdalens Efterskole, så kontakt ham på ge@grejsdalens.dk