fríggjadagur 1. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Nr. 187 - 1. oktober 2004
9
Tá bretski fiskimála-
ráðharrin vitjaði á
landsfundi Javnaðar-
floksins í Havn leyg-
ardagin, fegnaðist
hann um at vera boð-
in á fund hjá einum
systurflokki, sum sat
við stjórnarvaldið, tí
færri og færri javnað-
arflokkar í Evropa í
dag sita við stjórnar-
valdinum
LANDSFUNDIR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað man neyvan verða hent
áður, at ráðharri í úr einum
av stórveldunum í heim-
inum, í hesum føri granna-
tjóð okkara Bretlandi, vitjar
og heldur røðu á eini lands-
stevnu hjá tí føroyska Javn-
aðarflokkinum. Í ár hendi
tað so, og forkunnugi gest-
urin var eingin minni enn
breski fiskimálaráðharrin,
Ben Bradshaw.
Í sambandi við almennu
vitjanina, har bretski fiski-
málaráðharrin fekk innlit í
føroyska fiskivinnu gav
hann sær leygarmorgunin
stundir til at vitja politisku
felagar sínar í Føroyum, tá
hesir hildu landsstevnu í
Læraraskúlahøllini.
Við ljómandi og inniligu
føroysku røddini hjá okkara
fræga tónleikara, Steinley
Samuelsen varð hesin fram-
standandi bretski politikar-
in móttikin av eini vælupp-
lagdari fjøld av fólki og
teirra millum sjálvum for-
manninum í Javnaðarflokk-
inum og løgmanni, Jóannes
Eidesgaard. Har vóru so
eisini allir tingmenninir og
umboð fyri lokalfeløgini
kring landið.
Ben Bradshaw dámdi væl
hugnaligu atmosferuna og
serføroysku tónarnar, sum
rungaðu um høllina og
fegnaðist um at hava fingið
høvið at støkka inn á gólvið
á hesi javnaðarkongressini,
nú hann, sum hann málbar
seg, varð ávegis til Bright-
on at sita við lið Tony
Blairs á eini aðrari javnað-
arkonkress, nevniliga árligu
Laborkongressini har.
Hann bar fram heilsu frá
Labourflokkinum og her
eisini Tony Blair og fór
hann nú at bera honum eina
heilsu úr Føroyum frá løg-
manni og føroyska javnað-
arflokkinum.
Bretski ráðharrin við-
gekk, at hann visti lítið um
Føroyar, áðrenn hann kom
á vitjan og helt fyri, at bret-
ar høvdu uttan iva nógv at
læra av føroyingum í fiski-
vinnumálum, men hann
legði eisini dent á, at Før-
oyar eru eitt gott og spenn-
andi land at vitja hjá
fremmandafólki, eitt nú
bretum.
Hann tók tó eisini í egnan
barm og viðgekk, at sjálvur
kendi hann ikki søguna um,
áðrenn hann kom tikl Før-
oya, at føroyingar høvdu
hildið lív í onglendingum
undir øðrum veraldarbar-
daga, sum hann nevndi vera
svartasta tíðin í bretskari
søgu.
Fegnaðist um
støðuna her
Hann fegnaðist annars um
at vera boðin á fund hjá
einum systurflokki, sum sat
við stjórnarvaldið, tí færri
og færri javnaðarflokkar í
Evropa í dag sita við stjórn-
arvaldinum. Hann nevndi,
at Labour og Javnaðar-
flokkurin hava sama grund-
leggjandi virðisgrundarlag
sum er tað góða samfelag-
ið, hóast flokkarnir eru ym-
iskir á máli á ymiskum økj-
um.
Ben Bradshaw legði dent
á, at javnaðarflokkar kring
heimin mugu stríðast í
felag, og hann vónaði, at
Javnaðarflokkurin slapp at
halda fram við stjórnar-
valdinum í Føroyum, eins
og hann vónaði, at Labour
vinnur valið komandi ár í
Bretlandi.
Á fundinum leygarmorg-
unin varð altjóða arbeiðara-
sangurin sungin, og Ben
Bradshaw helt eitt sindur
kensluborin fyri, at hetta
var fyrstu ferð í fleiri ár, at
hann hevði sungið sangin.
Síðani gekk leiðin vestur í
Vágar saman við bretska
konsulinum í Føroyum,
Tummas Hanusi Dam, sum
hevur tikið sær væl av
bretska gestinum seinastu
dagarnar.
Av Javnaðarstevnu í Havn
á Labourkongress í Brighton
Bretski fiskimálaráðharrin, Ben Bradshaw og Jóannes Eidesgaard á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum í Havn.
Mynd: Jan Müller
Ben Bradshaw og Krisjan Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins
Mynd: Jan Müller
– Soleiðis at lond sum
Føroyar, Noreg,
Ísland og Grønland
kunnu gerast limir
FISKIVINNUPOLITIKK
UR OG EU
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Herfyri
vitjaði
bretski
fiskimálaráðharrin
Ben
Bradshaw í Føroyum. Hann
sigur í samrøðu við Sosial-
in, at tað varð Tony Blair
sjálvur, sum heitti á seg um
at fara til Føroya at læra
nakað um fiskivinnuna her.
– Okkara formaður hevur
heldur ikki gloymt tann
stóra týdning, ið arbeiðið,
sum føroyingar gjørdi fyri
bretar undir krígnum, hevði
– og skuldi eg eisini bera
hesa heilsan víðari.
Hóast bretar hava verið
við til at skipa og góðtaka
fiskivinnupolitikkin
hjá
EU, so er tað vorðið alt
meira sjónligt, at hesin
politikkur í dag als ikki liv-
ir upp til tørvin hjá fiski-
vinnuni í Bretlandi. Og tað
er so m.a. fyri at kunna
ávísa nýggjar og betri leiðir
í fiskivinnupolitikkinum, at
Blair hevur sent Bradshaw
til Føroya.
Sjálvur sigur Ben Brad-
shaw seg væl skilja, at Før-
oyar vilja standa uttan fyri
EU og eru ímóti fullum
limaskapi, nú samfelagið er
so bundið at eini vinnu og
at limaskapur hevði ført til
trupulleikar fyri Føroyar út
frá felags fiskivinnupolit-
ikkinum, sum sigur, at øll
lond skulu sleppa at fiska
frítt hjá hvørjum øðrum.
– Men eg vóni, at fram-
tíðar fiskivinnupolitikkurin
í EU vónandi fer at verða
endurskoðaður, soleiðis at
Føroyar eina ferð í framtíð-
ini, sjálvandi treytað av um
Føroyar ynskja tað og tá
hava lættari at taka hesa av-
gerð, kunnu fara upp í EU.
– Men við síni støðu í EU
er Bretland tá yvirhøvur
ført fyri at broyta fiski-
vinnupolitikkin soleiðis, at
Føroyar kunnu gerast lim-
ur?
– Eg haldi, at har er ein
møguleiki. Og tað er hetta
vit royna at fáa framt. Vit
royna at fáa hini londini við
til at gera fiskivinnupoli-
tikkin meira liðiligan og í
størri mun lata lokaløkini
standa fyri honum. Eg vóni,
at tað fer at eydnast okkum.
Ben Bradshaw viðgong-
ur, at hetta er ein stór av-
bjóðing men hann heldur
hon er av alstórum týdn-
ingi.
– Tað er nevniliga ein
sannroynd í dag, at fiski-
vinnupolitikkurin hjá EU
ikki hevur verið væleydn-
aður. Tað meina fleiri EU
lond og eisini EU nevndin
sjálv. Tað, sum eg havi lært
á vitjanini í Føroyum kann
vónandi hjálpa mær at re-
formera bretskan politikk
og tað kann so eins væl
vera við til eisini skunda
undir ynskini at reformera
og endurskoða allan EU
fiskivinnupolitikkin.
– Men hvat kunnu lítlu
Føroyar læra tí stóra Bret-
land um fiskivinnu?
– Oftani kunnu smærri
pláss læra størri pláss nógv.
Tit hava megnað at byggja
upp ein góðan fiskiídnað,
hóast tykkara umstøður eru
øðrvísi enn tær í Bretlandi,
men eg haldi kortini, at vit
kunnu læra nógv av tykk-
um.
Tit hava góðan vilja og
eru eitt raskt fólk. Tit eru
sera
blíð
og
vinarlig.
Kunnu politikarar, fiskiídn-
aður og politi karnir í Bret-
land i arbeiða meira saman,
so trúgvi eg eisini, at vit
kunnu fáa eina meira løn-
sama og burðardygga fiski-
vinnu enn vit hava í dag.
Og har trúgvi eg nettupp vit
hava nógv at læra av tykk-
um.
Grindafyri-
lestrar á Sunda
Bókasavni
Dorete Bloch
Danielsen og
Bjarni Mikkelsen
frá Náttúrugripa-
savninum halda
fyrilestur um
grindakanningar
og grindamerking
á Sunda bókasavni
FYRILESTUR
Tíðindaskriv
Føroya
Náttúrugripa-
savn hevur í mong ár
skipa fyri kanningum av
grind. Dorete Block
Danielsen fer at greiða
frá um gomlu grinda-
hagtølini, lívfrøði so
sum føði, aldurbýtið,
kynsbýtið, nøring og
vøkstur hjá grindhvali
og um hvussu gamla
grindamátið samsvarar
við støddina á hval-
unum.
Bjarni Mikkelsen fer
at greiða frá merking av
grindahvalum og hvørj-
ar upplýsingar um ferð-
ing og kaving kunnu fá-
ast burtur úr hesum.
Fyrilestarnir vera í
Skálanum á Norðskála -
Oyrar skúla týskvøldið
klokka 20. Bókasavnið
vísir fram greinar og
bøkur um grind og hval,
og eldri og sum nýggjur
grindareiðskapur verður
at síggja.
Sjálvsstýris-
felagið skipað
AÐALFUNDUR
Tíðindaskriv
Suðurstreymoyar Sjálv-
stýrisfelag hevði aðal-
fund 15. septembur.
Valda nevndin hevur
skipað seg soleiðis:
Carl August Arge,
formaður
Jóanes N. Dalsgaard,
næstformaður
Annleyg Lamhauge,
skrivari
Svenn Brimheim,
kassameistari
Anna Louisa Joensen,
nevndarlimur
Felagið hevur fyrsta upp-
stillingarfund til Býráðs-
valið mánakvøldið 4.
oktobur; annar, og møgu-
liga triði uppstillingar-
fundur, verður mána-
kvøldið 11. oktobur.
Báðir fundirnir vera kl.
19:30 í hølum felagsins
í Tildugøtu 9. Nýggir
limir eru vælkomnir.
Formaðurin í Vinnunevndini, Hendrik Old og Ben Bradshaw høvdu nógv at tosa um á landsfundinum. Aftanfyri Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Mynd: Jan Müller
LANDSFUNDUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Hóast flokkarnir eru ym-
iskir á fleiri økjum, so
ganga vit inni fyri somu
samfelagsvirðum – fyri
einum góðum samfelag og
eisini altjóðagerð. Tað hev-
ur ongantíð verið so nógv
brúk fyri altjóðagerð sum
nú, har altjóða yvirgangur
stendur frammaliga, har
stórir trupulleikar eru í
Irak, og har vit hava eitt
sera sterkt USA, sum vit
ynskja skal virka innan fyri
altjóða skipanina og ikki
einsamalt og uttan fyri
hesa.
Hetta sigur bretski fiski-
málaráðharrin Ben Brad-
shaw við Sosialin, eftir at
hava verið gestur á lands-
fundi hjá føroyska javnað-
arflokkinum.
Ráðharrin hevur einki
ímóti at tosa um Irak og
heldur fyri, at mong hava
misfatað støðuna hjá Blair
og Bretlandi í Irakmál-
inum.
– Politikkurin hjá Blair á
hesum øki er rættur og hev-
ur eitt endamálið verið at
tryggja, at USA ikki fór í
sjálvdrátt og bert koyrdi
eftir egnum høvdi men í
samstarvi við altjóða sam-
felagið. Eitt nú heldur at
vilja brúka ST og stuðla teir
altjóða stovnarnar, sum
vilja virka fyri friði. Tað
hevur tó ikki altið verið líka
lætt hyggja vit eftir úrslit-
unum, men Tony Blair hev-
ur megnað nakað á tí øk-
inum heldur Ben Bradshaw
fyri.
Hann vísir á, at tað í byrj-
anini var ein trekleiki í
amerikonsku stjórnini at
virka saman við ST, og
hetta hevur verið nakað,
sum Blair hevur roynt at
bøtt uppá. Hann leggur tó
dent á, at ST megnaði so
heldur ikki nóg væl at med-
virka til at loysa málini út
frá sínum egnu samtyktum.
– Spurningurin er tí í hes-
um førunum, um ST hevur
megnað at gjørt seg til eitt
amboð til at gjøgnumføra
altjóða lóg og tess egnu
samtyktir! Hvat Irak við-
víkur, so hevur hetta ikki
eydnast sigur Ben Brad-
shaw.
Blair megnaði at flyta USA
Bretski fiskimálaráðharrin:
Vil broyta fiskivinnupolitikkin hjá EU
C
M
Y
K
9
8