Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 10. februar 2017 Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Eik Banki ikki hevði fingið viðhald frá Taks, sum enn eina­ferð hevði viðgjørt avskrivingarnar upp á keyp­ið av banka­num, sum Eik Banki segði gav bankanum ein skatta­frád­rátt upp á góðar 90 milli­ónir krónur. Um so var, at bankin hevði fingið við­ hald, so hevði Taks ikki givið bankanum hoyr­ings­skriv, og so hevði bankin uttan iva ver­ið skjótur úti og sagt, at alt var rætt, sum bank­in hevði gjørt. Men tá tá tað blívur til sakarmál ímóti fyrr­ver­andi stjóra og nevndarlimi fyri æru­ meið­ing, tá tykir tað sum um, at tam­ar­hald ikki er á øllum. Fjølmiðlarnir hava verið hvassir við Eik. Og tað skulu fjølmiðlarnir vera, tá tað snýr seg um 90 milliónir krónur, sum bank­in ikki hevur rætt til úr almenna felags kassa okkara. Bankin hevur hinvegin sín fulla rætt at kæra fjølmiðlarnar, og vit skulu eis­ ini hava átalu, tá vit fara um fjøl­miðla­etisk mørk. Tað merkisverda við hesum máli er tó, at Taks nú brádliga broytir støðu. At tað, sum fyri ein­um ári síðani var galdandi, at bankin kundi avskriva 90 milliónir, nú brádliga ikki er gald­andi meira, tí nú kann bankin bara av­skriva 0 krónur. Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvussu tað ber til, at Taks hevur broytt støðu. Hevur bankin givið skeivar upp­lýs­ ing­ar, ella hevur Taks ikki gjørt arbeiði sítt til lítar? Og hví góðtekur Eik brádliga, at 90 mill­ i­ón­ir krón­ur gerast til 0 krónur? Um Eik held­ur seg hava rætt, sum stjórin hevur sagt. Hví kærir Eik so ikki víðari. Hví stevnir bank­in so ikki eftir pengunum, sum vit sum eig­ar­ar av TF-samtakinum nú missa? Kann man bara semjast um, at í fjør hevði Bankin rætt, og nú hevur bankin skeivt. Ella at í fjør tók Taks feil, men í dag hev­ur Taks rætt? Hetta er ørkymlandi – sera ørkymlandi. Stjór­in á Taks sigur, at eingin í verðini dug­ir betur at meta um hesi viðurskiftini, enn hann og hansara fólk á Taks, sum í fjør vóru 90 milliónir krónur við síðunav. Vanligi borgarin verður revsaður, um hann ger smáar villur. Bara tað at ein lítil vinnurekandi er ein tíma ov seinur at lata eina mvg-uppgerð inn kostar pengar. Hví er hetta púra ókeypis fyri Eik? Er tað tí, at feilurin liggur hjá verðinsmeistarunum á Skálatrøð? Tríggir ting­m­ enn av Skála­ fjørði­num vilja hava al­mennar stovn­ar út á bygd. Ítøkilig held­ur Kári P. Høj­gaard, at Fróð­skap­ar­setrið hóskandi kann flytast til Runa­víkar, tí har eru so nógv parkeringspláss. Hetta bloggar Birgir Kruse um – og bloggan endar soleiðis: »Skal føroyska vælferðarsamfelagið haldast í hevd, er tí einki annað at gera, enn at steingja smá­pláss og útoyggjar um veturin. Hetta til tess at verja borgaran og veita honum javnt somu skatta­fíggjaðu tænastur alt árið í kring. Óansæð hvar hann býr, so má útoyggjabúgvin flytast inn á meg­in­landið til okkara, tá veðrið er ólagaligt, helst allan veturin. Tá eigur at verða sløkt og stongt á útoyggj. Við tvingsli um neyðugt. Tá hava vit einar javntsettar og sam­halds­ fast­ar Vælferðarføroyar. Óskipaða lívið á út­ oyggj, kunnu vit á meg­ in­landinum ikki long­ur veita trygd fyri.« http://birkblog.blogspot.com Verðinsmeistararnir í skatti á Taks Les eisini blaðið á telefonini Telja, rokna ella gita... Høgni Djurhuus baksíðan Trýst á dírvi­ knøttin av og á Bloggan síða 20-21 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Suni Schwarts Jacobsen er stjóri í TF Holding, sum eigur Eik Banka, og hann er eisini stjóri í Eik Banka. Eyðun Mørkøre er stjóri í Taks og fyrr­ver­andi deildarleiðari í Eik Banka. Kristina Háfoss er fíggjarmála­ ráð­frú og deil­darleiðari í farloyvi hjá Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar, sum TF Holding eigur. Eyðun Mørkøre hevur álit á sær sjálvum, og tað hevur Kristina Háfoss eisini. Hesi bæði fyrr­verandi TF Holding-fólkini skulu nú kanna, um Eyðun Mørkøre hevur viðfarið við­ur­skift­ini hjá Eik Banka rætt. Tí eingin ann­ar dugir líka so væl sum hann at meta um tað. Mis­takið upp á 90 milliónir kostar ong­um nak­að. Her ber til at koma til somu nið­ur­ støðu, ið Axel Strøbye sum kriminalassistent Jensen í Ol­sen Banden kemur til: »Problemet er så stort – det hander om flere hundrede millioner, så det la'r vi ligge!« Eik-fólk kanna Eik-fólk? Flytið øll til Havnar