Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 187 - 1. oktober 2004 Nr. 187 - 1. oktober 2004 11 Javnaðarflokkurin er á einum krossvegi. Hetta ber væl til at lesa burturúr samtyktini á landsstevnuni. Flokkurin hveru verið útií kuldanum í fleiri ár, og setti tí øll segl til fyri at koma upp í samgongu eftir valið. Hetta eydnaðist so væl, at flokkurin fekk løgmann og og leiðsluna av sam- gonguni. Hetta eydnaðist av fleiri grundum. Flokkurin hevur formann, ið dugir væl at samráðst og sum annars í allar mátar er "presidential". Men hetta var ikki tann einasta grundin. Ein onnur grund skal søkjast í fíggindaskapinum millum Fólkaflokkoin og Tjóðveldisflokkin. Fólkaflokkuirn, ið hevði alt at missa við ikki at sleppa í samgongu hevði einki val. Hann noyddist at velja hesa samgonguna við Javnaðarflokki og Sambandsflokki. Men hetta var einki lætt val hjá stórum parti av Fólkaflokkinum, tí hetta kundi uppfatast, sum at nú var sjálvstýriskósin slept. Javnaðarflokkuirn veit, at Fólkaflokkurin ella partur av honum kann vera hálur at halda um, og her skal orsøkin til ta ideologisku kósbroyt- ingina ivaleyst finnast. Landsstevnan ásannar og fegnast um, at stórur og týðandi partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum er við í sam- gonguskjalinum. Samstundis heitir landsstevnan staðiliga á floksins valdu umboð um at virka fyri, at hesi mál verða framd í verki. Hetta ljóðar alt gott og væl. Men hinvegin er torført at finna aftur "stórar og týðandi partar av val- skránni" í samgongunskjalinum. Tó eru nøkur avgerandi øki t.d. pensiónsmálið og samhaldsfasti eins og fyritíðarpensjónin verður dagførd. Tað var sera skilagott av Javnaðarflokkinum at fara upp í hesa samgonguna. Flokkurin kom inn í politiska hitan aftur og hann megnaði at skilja Fólkaflokkin frá Tjóð- veldisflokkinum, tó sigast skal, at her hjálpti Tjóð- veldisflokkurin væl til sjálvur. Nú eiga floksins umboð í landsstýri og á tingi alt fyri eitt miðvíst at fara undir at fremja tær áheitanir, sum hesi fingu frá landsstevnuni. Her er talan um málið um útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum, umhvørvismál og virknan umhvørvispolitikk. Serstakliga áhugaverd er ásetingin í landsstevnuyvirlýsingini um at fáa fleiri kvinnur uppí politikk. Her tykist flokkurin í Havn at liva væl upp til kravið frá landsstevnuni við tað, at átta kvinnur og seks menn eru uppstillað til býráðvalið, sum verður í næstum. Hetta er sera áhugavert og átti at givið føroyskum kvinnum nakað at hugsa um. Áhugavert var eisini at hoyra umboð fyri flokkin tosa um eldraøkið. Har tykist vera semja um, at eldraøkið skal ikki fyri einhvønn prís leggjast út á kommunurnar. Her má munur gerast á teimum smærri kommununum og eitt nú høvuðs- staðarkommununi. Javnaðarf.lokkurin er einum krossvegi. Hann má velja millum realpolitikk og ideolog ella megna ta torføru uppgávuna at finna eina hóskandi javnvág millum hesi. Tað er tó greitt, at skal hann varðveita valdið er tað realpolitikkurin, sum má viga tyngst. Velur hann hinvegin bara at tvíhalda um ideologisku fundamentalismuna er vandi fyri, at hann endar úti aftur í kuldanum. Svarið frá landsstevnuni er eintýtt: realpolitikk fram um ideologi ella eina skilagóða og realistiska javnvág millum hesi bæði – í tann mun hetta kann lata seg gera í einum samstarvi við borgarligar flokkar. DAGSINS MEINING Sosialurin Flokkur á krossvegi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Maud Wang Hansen Valevni hjá Tjóðveldis- flokkinum til kommunuvalið Nú lagkøkan fyri 2005 hjá Tórshavnar Býráð er løgd saman og býtt sundur, sær tað út til at barnaansingin fær uml.22% av teim 460 mió, og hetta man vera tað mesta nakrantíð. Tórshavnar Býráð hevur tømt allar bíðilistarnar til dagstovnar, og tað er eitt stórt framstig . Hóast tað so lesa vit í bløðunum, at hetta ikki er farið fram uttan at tað rakar onkran meint. Dømini um, at man broytir normin fyri nær eitt barn telur sum barnagarðsbarn niðureftir, fær bíðilistan at síggja penan út. Tað er bara ikki heilt í tráð við lyftini um, at trygdin og góðskan í ar- beiðnum á stovnunum ikki skuldi gerast verri, hvørki fyri børnini ella starvs- fólkini har. Tað sær út sum at bý- ráðssamgongan tímir øgi- liga væl at sita og spæla sær við at byggja bygningar og at gera av hvør sleppur at byggja. Akkurát sum tá dreingir spæla LEGO. Men tá tað kemur til innihaldið og trivnaðin hjá børnunum, so er tað ikki so áhugavert longur hjá býráðssam- gongumonnunum. Nú karmarnir eru lagdir eiga vit at leggja okkum eftir, at fáa innihaldið enn betri enn áður. Mín meining er, at man í Tórshavnar Býráð eigur at leggja seg eftur, bert at fremja slíkar broytingar í neyvum samstarvi við fak- fólk og brúkarar á økinum. Tað er hóast alt tey, sum dagliga varða av okkara dýrabarastu íløgum í før- oyska samfelagnum. Nevniliga okkara børnum. Tað er uppá tíðina at taka LEGO-brikkarnar frá bý- ráðspolitikarnum og lata børnini spæla, meðan tey vaksnu arbeiða! Spæla Jan og Heðin LEGO? Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Jón Guttesen Tvøroyri Tað sæst á øllum brøgdum at Suðuroyar Sjúkrahús áhaldandi verður gjørt til eftirbát í sjúkrahúsverkin- um. Tí skal leggjast á ann- an bógv og Suðuroyar Sjúkrahús skal loysast úr lagdi sum undirvísingar- depil. Frændir og grannar, tað var eitt megnartak ið fekk Almanna- og heilsuskúlan suður um fjørð. Men enn er ikki komið á mál við skúl- anum og onnur megnartøk skulu takast skulu vit vinna Suðuroyar Sjúkrahúsi sømdir. Fyri at troyta allar møgu- leikar í liggja í Suðuroyar Sjúkrahúsi, samstundis sum útbúgvingarnar fáa fyrimunir av hvørjum øðr- um, skal Suðuroyggin og Suðuroyar Sjúkrahús verða karmur um allar útbúgv- ingar innan sjúkrarøkt. Almanna- og heilsuskúli Almanna- og heilsuskúlin hevur og skal framhaldandi hava tætt tilknýti til Suður- oyar Sjúkrahús, somuleiðis til ellis- og røktarheimið. Almanna- og heilsu- skúlin skal fáast í fasta legu á fíggjarlógini. Í øðrum lagið skulu nøkt- andi høli útvegast skúlan- um. Tað áliggur komandi bý- og bygdaráðum í Suð- uroynni at vísa vilja og samstarvsvilja at vísa á eina loysn í felag. Skúli til sjúkrarøkt Skúli til útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum skal byggjast í næstum og tað áliggur komandi bý- og bygdaráðum í Suðuroynni at fáa staðfest okkara ynski um at fáa útbúgvingina til oynna og í felag at vísa á eina loysn. Undirvísingardepil Samvirkandi fyrimunirninr við at samantvinna Al- manna- og heilsuskúla, Skúla innan Sjúkrarøkt- arfrøði og Suðuroyar Sjúkrahús eru ótaldir. Út- búgvingarnar allar fáa gagn av at verða undir somu lon, við somu undirvísarum og umsiting. Samstundis sum Suðuroyar Sjúkrahús verð- ur loyst úr lagdi. Granskingardepil Gransking innan heilsu er á høgum støði í Føroyum, átøk eru eisini gjørd innan gransking í arbeiðsum- hvørvi á havinum. Ílegu- gransking er í eyksjón, meðan tað vantar í hjá granskingini innan sjúku og sjúkrarøkt. Ein undirvísingardepil innan sjúkrarøkt hevði verið ein framúr karmur um gransking innan sjúku og sjúkrarøkt. Suðuroyar Sjúkrahús sum undirvísingardepil VIÐMERKINGAR Ívar Iversen Í sept. 04. Tríggjar/fýra ferðir í sam- røðu við eitt av starvsfólk- um útvarpsins nú eitt kvøldið, var Bjarni »upp á sigt.« Hann mundi dottið út í »upp á núverandi tíðs- punkt-felluna«, men fótaði sær. Kortini snávaði hann so hjartaliga »upp á sigt«. Hatta er »upp á sigt«. Hvat mundu teir gomlu kollfirð- ingarnir – Andras í Húsin- um, Jandus, Jóannes á Rætt, Garða-Jóannes, Tinnu-Jens, Pól í Homrum og aðrir tignarligir menn haðani – sagt, tá hesin mað- ur, ið er aldur upp í Kolla- firði, hevði borið upp á mál um »sigt«? Væl vóru teir mæltir, og ongatíð var neyðugt at siga »ha«, tá teir høvdu sagt tað, ið sigast skuldi. Okkurt skulu tómar hendur gera. Hjá mær er eitt nú at sita undir tí, ið mangan gleppur politikar- um okkara av munni – bæði skemtiligt og so avgjørt ikki skemtiligt. Tá tú kennir hesar menn, og havt verður í huga, at mangir teirra – um ikki allir – eru aldir upp í einum umhvørvi, har teir áttu at kent seg málsliga á heimabeiti, stendur tú ikki sørt bilsin. Sum frá líður (ikki »upp á sigt«) eigur eisini Bjarni Djurholm at leggja sær hetta í geyma. Á donskum »på kort sigt« = áðrenn langt um líður, bráðfeingis, í løtuni, fyribils. »På langt sigt« = í longdini, sum frá líður, við framtíðini í huga, sum tíðin líður, ella sum frá líður. Óhugaligt er mangan at hoyra eitt annars skilagott uppskot verða so illa máls- liga viðfarið í orðaskifti í tinginum, at sjálvur kjarnin í uppskotinum er dottin burturímillum av málslig- um hjálparloysi teirra ymsu røðara og hevur eitt mang- an lurtara so mikið upp, at hann nærum hevur mist endan og uppskotið, sum so er farið aftur við borðinum. Smátt í tykkum, ið fara so illa um málsliga dýrgrip og tjóðareyðkenni okkara. Sigrun Wardum mamma Provokatión Nú fíggjarligar skerjingar aftur eru vorðnar gerandis- kostur víða um í okkara samfelag, kom tað ikki júst óvantað, tá ið boðað varð frá, at Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli eisini skuldi spara vegna lægri játtan. Tað sum undrar meg er, at kvøldskúlaleiðarin kann fara so harðrendur til verka sum at skera øll tilboð til fólk við menningartarni ella øðrum breki burtur. Hetta eru tey ið hava tor- førast við at svara fyri seg. Hvar er sláimaskinan nú? Eg velji at trúgva, at kvøldskúlaleiðarin ger tað sum provokatión. Tað kann ikki passa, at man í 2004 so ótarnaður kann skera øll tilboð til ein samfelagsbólk burtur! Ein samfelagsbólk sum frammanundan hevur so sera fáar valmøguleikar í mun til aðrar borgarar. Eg fari í hesari grein at leta ljóskastaran á nøkur økir í samband við oman- fyrinevndu sparingar. Lógtingslóg um frítíðar- undirvísing v.m. Sambært lógini verður frí- tíðarundirvísing skipað í 3 økir, sum eru: 1. almenn frítíðarundir- vísing: Vanlig tilboð sum vit eru von at síggja í kvøldskúlaskrá- unum 2. serstøk frítíðarundirvís- ing: Tilboð av 3 ymisk- um sløgum • Royndarfyrireikandi undirvísing • Yrkiskend undirvísing • Serundirvísing 1. frítíðarvirksemi: Til børn og ung undir 25 ár Hesi 3 økir hava ymiskar gjaldstreytir. Sum kvøld- skúlaleiðarin í Tórshavnar Kommunu hevur greitt frá, so er útreiðslubýtið millum land og kommunu javnt í samband við undirvísing í øki 1 og 3. Útreiðslurnar í samband við undirvísing av øki 2 verða goldnar við 100% av landinum. Tað er tí á ein hátt væl skiljandi, at kvøldskúla- leiðarin kvettir alt burtur, sum krevur fult gjald frá landinum. Harvið fáa fleiri borgarar ágóðan av lands- kassastuðlinum eftirsum at landskassastuðulin saman við kommunugjaldinum røkkur longur, enn um tilboðið skal gjaldast við 100% frá landinum. Men harfyri gerst sparingin ikki meira human. Hvussu verða kvøld- skúlatilboðini bólkað í hesi 3 økir Í kvøldskúlaskránni sæst, at tilboðini til menningartarn- að og rørslutarnað verða rópt "Eykatilboð". Hesi eykatilboð fevna um ym- iskan ítrótt og onkur kreativ fak. Samanborið við hini tilboðini í kvøldskúla- skránni eru hetta púra van- lig tilboð. Hvussu ber tað so til, at tilboðini til menningartarn- að og rørslutarnað verða bólkað undir Øki 2? Eg meini, at "eykatilboðini" høvdu hóskað betur undir øki 1 "Almenn frítíðarund- irvísing". Um vit hyggja at Øki 2 "Serstøk frítíðarundirvís- ing" í lógini, so kunnu kvøldskúlatilboðini til menningar- og rørslutarnað hvørki bólkast undir "Royndarfyrireikandi" ella "Yrkiskenda" undirvísing. So er einans "Serundirvís- ingin" eftir. Hvat er serundirvísing Sambart rammulógini §5 stk.3 er serundirvísingin: "specialundervisning om- fattende såvel undervisn- ing, der tager sigte på at af- hjælpe eller begrænse virk- ningerne af et handicap (kompenserende under- visning), som undervisning der er tilrettelagt under hensyntagen til deltagernes handicap (hensyntagende specialundervisning). Er tað tá 15 — 20 menn- ingartarnað spæla boccia, stavbólt ella okkurt heilt annað? Nei eg bara spyrji? Kvøldskúlaleiðarin sigur í einum tíðindaskrivi, at hann í besta føri fær bjarg- að einum brotparti av til- boðunum til menningar- tarnað og heilsubrekað, um hann fær skipað tey sum "frítíðarvirksemi". "Bjarg- aðu tilboðini" skula tískil sambært lógini hóska børn- um og ungum upp til 25 ár. Men hetta úttalilsi kvøld- skúlaleiðarans kann eisini tulkast sum, at kvøldskúla- leiðarin metir, at í øllum førum nøkur av tilboðunum til menningar- og rørslu- tarnað eru av tílíkum slag, at tey ikki kunnu kallast serstøk undirvísing. Hví hoyra tey alíkavæl undir hetta øki? Niðurstøða Eftir míni bestu sannføring er gjaldsbýtislykilin mill- um land og kommunu púra burturvið. Sambært lógini skal landið gjalda 100% av kostnaðinum av tilboðun- um undir øki 2. Í mínari verð eigur stuðul bert at verða veittur kommununi fyri tær eykaútreiðslur, ið kunnu standast av einhvørj- um breki, eitt nú til serút- gjørda teldu ella aðra út- gerð. Sum er frátekur lógin kommununi útreiðslur í samband við fyriskipan av frítíðarundirvísing til menningar- og rørslutarn- að. Samanumtikið má sigast, at lógin er grundarlag fyri grovari diskriminatión av einum bólki í samfelag- num, sum illa kann svara fyri seg. Hví skal kommun- an sleppa ókeypis frá at skipa vanliga frítíðarundir- vísing fyri fólk við breki? Undirvísing sum, í teimum førum eg kenni til, ikki krevur eyka útbúnað ella eyka førleikar? Eru hesir brúkarar ikki borgarar í kommununi eins og hini? Áheitan Eg fari fyrst og fremst inni- liga at heita á kvøldskúla- leiðaran um at endurskoða avgerðina um sparingarnar á kvøldskúlaøkinum og at endurskoða hvussu bólk- ingin verður framd. Herumframt fari eg at heita á lands- og kommu- nalpolitikararnar um at seta seg inn í hetta viðkvæma málið, soleiðis at teir gerast tilvitaðir um, um tað er so- leiðis teir vilja hava at borgarar við skerdum før- leika vera viðfarnir. Til síðst fari eg at heita á landsmyndugleikarnar at endurskoða Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frí- tíðarundirvísing v.m. ser- liga við atliti til at broyta stuðulsbýtið millum land og kommunu. »Sigt!« Eru borgarar við menningar- ella rørslutarni ikki borgarar í Tórshavnar Kommunu? Elin Lindenskov býráðslimur www.lindenskov.com Á Javnaðarlistanum í Suðurstreymoy eru átta kvinnur og seks menn uppstillað til kommunu- valið. Soleiðis er Javn- aðarflokkurin vorðin ein rættur kvinnulisti. Javn- aðarflokkurin hevur fingið fleiri sterkar kvinnur at stilla upp, har í millum eisini fleiri nýggj andlit. Allar vilja vit gera okkara besta fyri at fáa í minsta lagi tvær og helst fleiri kvinnur valdar á okkara lista. Tað er hart tiltrongt, at kvinnur verða valdar í Tórshavnar býráð. Í løt- uni sita vit bara tríggjar kvinnur ímóti 10 monn- um. Eitt so skeivt kyns- býti ger, at málini, í allar flestu førum einans verða sædd og lýst við manseygum. Menninir hugsa mest um at byggja bygningar, vegir, havnir, parkeringsøki, kloakkir o.s.fr. Teir hugsa minni um, at fólk skulu trívast. T. d. hava vit sæð tað við barnagørðunum, hanr hevur verið hugsað nógv um at byggja bygningar- nar. Tá ið bygningarnir eru lidnir, halda teir, at nú er málið loyst. Teir hava ikki hugsað um, at bæði børn og starvsfólk skulu brúka stovnin og trívast har. Tá ið ferðslan í býnum øktist, gjørdust parker- ingsplássini ov fá til allar bilarnar. Tá var beinanvegin hugsað um at leggja grøn økir undir asfalt og betong. Tað var ikki hugsað um, at kanska tað hevði hjálpt, um vit útbygdu Buss- leiðina, soleiðis at fleiri fólk fóru at brúka buss- in, heldur enn bilin til arbeiðis. Um Bussleiðin bleiv útbygd, kundu vit varðveitt grøn øki í bý- num, spart slit á vegir- nar og samstundis fingið reinari umhvørvi við minni bilosa og dusti frá slitnu vegunum. Um helmingurin av býráðslimunum vóru kvinnur, høvdu málini verið sædd og lýst nógv breiðari, samstundis sum avgerðirnar høvdu verið tiknar á einum breiðari demokratiskum støði. Tí fari eg at heita á teg um at hjálpa okkum at velja ein sterkan javn- aðarflokk í býráðið við fleiri kvinnum á. Tær átta kvinnurnar á javnaðarlistanum eru: Poula Apol, Katrin Dahl Jacobsen, Bjørg Joen- sen, Gunnvør Joensen, Elin Lindenskov, Meta Palle, Anna Maria Pers- son og Halla Samuelsen. Á mínari heimasíðu kanst tú síggja allan listan. Javnaðarflokkurin ein sterkur kvinnulisti C M Y K 11 10