fríggjadagur 1. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Nr. 187 - 1. oktober 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Fyrsta sandoyar-
kvinnan á ting
Í sambandi við at Páll á
Reynatúgvu,
tingmaður
Tjóðveldisfloksins í Sand-
oy, hevur biðið Løgtingið
um sjúkrafarloyvi, hevur
Meiken
Krabenhøft
úr
Skopun fyribils tikið sæti á
tingi.
Meiken stillaði fyrstu
ferð upp til løgtingsvalið í
januar og gjørdist nummar
tvey á lista Tjóðveldisflok-
sins í Sandoy.
Tjóðveldisflokkinum
kunnugt, er hetta fyrstu
ferð, at ein kvinna úr Sand-
oyar valdømi hevur sitið á
tingi.
Frammanundan
hevur
Tjóðveldisflokkurin størstu
kvinnuligu umboðanina á
tingi. Meðan Maiken Krab-
enhøft situr á tingi, er
henda umboðan økt úr
einum fjórðingi upp í meira
enn triðingin.
Í síðsta mánað legði Vensil Olsen á Toftum árarnar inn.
Hesin merkismaður, sum fylti so nógv í bygdarmyndini
á Toftum. Hann var næstan 98 ára gamal, nú hann and-
aðist.
Vensil fór til skips í 1922 við deyðsiglara. Nólsoyggin
var eitt av skipunum, sum framvegis ikki hevði fingið
motor , og tí vóru tað bara seglini, ið førdu teir um høv.
Skipari við Nólsoynni var ein av bygdarmonnunum hjá
Vensili, Michael í Tøðu.
Síðani fór Vensil við Buttercup við Andriasi í Túni
sum skipara. Nøkur ár seinni fór hann við Volunteer, har
Piddi á Lakju var fiskiskipari, og Jens uppi á Regni var
flaggskipari, tí Piddi var so ungur.
Umleið 1930 varð Volunteer ásigld á Jerpagrunninum
undir Íslandi. Teir vóru akkurát byrjaðir nýggjan túr, tá
ein enskur trolari rendi inn á stýriborðsbógv. Volunteer
fór úr spónalagnum og gjørdist vrak. Tað eydnaðist
teimum kortini at pjøssa hana so frægt, at teir kundu
sigla heim. Skipið varð lagt fyri ringarnar innanvert
Hulk og varð liggjandi har.
Vensil fór nú aftur við Buttercup, og enn einaferð var
ein toftamaður skipari. Tað var Hans í Norði. Buttercup
fór seinni á land á Siglunesi og bleiv vrak.
Eftir tað fór Vensil við Expedit hjá Evensen við
Andriasi í Túni sum skipara. Um hetta mundið fullu
fiskaprísirnir nógv, og tað bar í sær, at nógv reiðarí
brendu inni við fiskinum og fóru á heysin. Eitt teirra var
reiðaríið hjá Expedit.
So hendi tað, at Andrias keypti skonnartina Mjóvanes
og Vensil fór við Andriasi har umborð, og hann var við
Mjóvanesi til annar heimsbardagi brast á.
Undir krígnum róði hann út við deksbátinum Nýpuni
saman við sváginum Jens uppi á Regni. D.P. Højgaard
átti Nýpuna.
Tá kríggið var av, fór Vensil at arbeiða fisk uppi á
landi hjá D.P. Højgaard. Og tá so tað nýggja og snotiliga
flakavirkið Nykur í 1969 fór at taka ímóti fiski í heim-
bygdini, fór hann har at arbeiða og arbeiddi fyri tað
mesta í saltfiskinum, til hann gavst fyri aldur. Allir
mans í saltfiskakjallaranum tóku til hvussu kvikur
Vensil var at flekja, hóast aldurin var vorðin høgur.
Vensil var ein arbeiðsrót, og hann legði nógv á seg
sjálvan bæði á sjógvi og landi. Evnagóður var hann sum
fáur, kvikur og sera bráur. Tað kom ikki fyri, at nakar
mátti bíða eftir honum.
Vensil var sum oftast bestur at fiska við snørinum.
Men á dekkinum lá hansara partur so sanniliga ikki
eftir. Tiltikið er avrikið, tá hann umborð á Volunteer ein
roktúr á Suðurlandinum flakti 1600 toskar eina nátt.
Hann gjørdi alt sjálvur, bæði spretti og tók ryggin úr.
Vensil var sonur Julius Olsen úr Hálvdanstoft á
Toftum og Juliu, fødd Joensen, av Kjalnesi í Kollafirði.
Pápin, Julius, var smiður og tá føtur skuldu setast
undir egið borð, fann hann eina øðrvísi loysn enn tey
flestu. Húsini í Køkinum eru sett saman av tveimum
húsum. Ovari parturin stóð suður úr húsunum í Túni.
Tann niðara partin, sum er tann breiðari, keypti Julius
oman av Hamri. Í teimum húsunum hevði verið køkur
og soleiðis kom heimið hjá Vensil og teimum at eita í
Køkinum. Frammanundan hevði Hákunarstova, sum er
eitt av teimum gomlu búplássunum á Toftum, staðið har
Køkshúsini standa.
Yngsti beiggin hjá Vensili, Hanni og kona hansara
Paula, settu barnaheimið í Køkinum í upprunaligan
stand. Nú hevur Fornminnisfelagið á staðnum keypt
húsini, og tey eru ein virðiligur varði um farna tíð.
At Vensil var lættur av lindi, kom til sjóndar eitt nú í
kortspæli. Dúgliga varð spælt sjavs í Køkinum tey
myrku vetrarkvøldini. Var ikki fullmannað tá spælið
byrjaði, tók mamman Julia kortini upp í hondina, og
spældi til tann fjórði maðurin kom.
Í mínum uppvøkstri gekk Vensil systkinabarnið nógv
niðan til okkara. Minnist at hann ofta slangaði sær á
beinkinum og so fóru vit børn at beistast við hann. Tað
dámdi honum og ikki minni okkum.
Longu tá Vensil var smádrongur sást, at hann hevði
ógviliga góðan hug at arbeiða. Pápin, Julius, gjørdi
honum ein lítlan rimaleyp, og við leypi á baki plagdi
hann at fara við pápanum at smíða.
Julius var sløttumaður hjá Sámali bónda á Kjalnesi.
Sum smádrongur var Vensil mangan við pápanum, og
longu tá vísti hann gott hegni at fáast við jørðina. Seinni
í lívinum velti hann nógv upp úr nýggjum í gerðinum
hjá verpápanum, Jákupi bónda.
Sjálvur hevði hann altíð nakrar heimaseyðir, sum
hann gekk uppí við lív og sál. Tað var ein sonn bygdar-
mynd tá Vensil fór við hoysekki á baki gjøgnum
bygdina.
Vensil hevði stóran tokka til heimbygdina Toftir. Tá
hann var heima av skipi, og eftir at hann fór at arbeiða
uppi á landi, var hann ikki av bygdini meira enn hægst
neyðugt. Gott prógv um hetta er, at hann ongantíð hevði
verið á Ólavsøku, hóast bara Flesjarnar og Hoyvíks-
hólmur eru millum Havnina og Toftir.
Í 1931 giftist Vensil við Nannu oman av Regni. Tey
fingu átta børn saman, fimm gentur og tríggjar dreingir.
Genturnar Juliu, Nicolinu, Emmu, Jastrid og Rúnu, og
dreingirnar Julius, John og Vernar.
Í seinastuni hava Nanna og Vensil búð á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi og har býr Nanna framvegis.
Vensil er farin. Men góðu minnini um hendan
merkismannin liva okkara millum.
J.M.M.
Vensil í Køkinum av Toftum
Føddur 14. september 1906
Deyður 17. august 2004
Maiken Krabenhøft, fyrsta
sandoyarkvinna á tingi. Her
saman við floksfelaganum
Hergeiri Nielsen
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
65 ár eru nú klikt inn á lívsins stempul-
klokku hjá tvøramanninum Jon Morten-
sen. Stempulklokkan skal halda skil á
nógvum. Ungdómurin, manndómurin,
børnini, konan, hús og heim, eydnan og
hvussu nógvir dagar eftir eru á kortinum.
Men størsti posturin hjá flestum okkum er
helst brotið, sum eitur arbeiðið. Tíðin er
so undarlig, at hon tykist so rúgvusmikil
og long tá hon liggur frammanfyri og so
stutt og horvin, tá ið hon er farin framvið.
Fyri tveimum árum síðani kom Jon til
brotið sum eitur pensjónstíð hjá politist-
um. 37 ár í samfelagsins tænastu vóru
fokin framvið. Samvitskufulli og dugna-
ligi politisturin hevði røkt sína skyldu.
Sum sýslumaður í Vágum, á Sandi og á
Tvøroyri og sum politistur í Runavík og
serliga í Havn. Men hvat nú?
63 ára gamal - tað er eingin aldur. Hug-
urin varð til sjógvin, men knøini søgdu
nei. Nøkur ár gingu, dagarnir høvdu hug
at líkjast. Onki varð av álvara at takast
við.
Men dugnaskapurin, hjálpsemi og ídni,
sum politiið í trý áratíggju fekk gleðina
av, er nú komið bili nummar 5 hjá Auto til
góðar. Tí hóast at Politiið heldur at orkan
er ikki til arbeiði aftaná tey seksti trý, so
er stempulklokkan hjá Jon so avgjørt ikki
samd. Tá funktionerarnir møta til arbeiðis
hevur Jon longu koyrt fleiri tímar og hann
gevst ikki fyrrenn at Útvarpið hevur havt
seinnu tíðindasendingina. Og so væl tað.
Ídnið og samvitskan sum Jon hevur lagt
í arbeiðið hevur eisini merkt allar aðrar
partar av lívi hansara. Stempulklokkan
hevur havt úr at gera við at skráseta.
Serliga hava vit børnini havt gleðina av
einum kærum, umhugsnum og skila-góð-
um pápa. Tú hevur dugað at leitt okkum á
rættu kós - onkuntíð við nøkrum røttum
orðum og aðrar tíðir við røttum gerðum.
Hepnið hevur tú eisini við tær. Vit skulu
ikki taka dagar ímillum hvør tykkara er
betur giftur, men væl dugir tú at velja tær
konu.
Vit eru komnar í heimin til eitt gott
heim, sum tit bæði hava skapt tykkum.
Fyrstu árini í Runavík, men serliga sein-
astu nógvi árini á Spógvavegnum í Havn
hava tit ikki einans bygt eini hús, men
eina borg um familju okkara.
Hóast at árini innan politiið hava verið
nógv, var ikki altíð vit fingu so nógv at
vita um hvat tú gjørdi. Men vit vita, at tá
ið tú kom illa skaddur heim aftaná
arbeiðstíð var tað róliga sinni í tær, sum
helt verð okkara saman. Vita eisini, at tú
gav Paul Watson og Sea Shephard ein
skarpan gang. Tann tíð tað var.
Í oktobur 1962 helt verðin ondini.
Sovjetsamveldið og USA hildu bæði
hondini yvir reyða knøttinum - hvør
blinkaði fyrst? Flestum kunnugt so var tað
Khrushchev. Eisini har hevur stempul-
klokkan hjá Jon verið til arbeiðis. Eina
løtu í 1962 vóru einans fáir hundrað metr-
ar ímillum bumburnar hjá Khrushchev og
ein ungan telegraf-ist av Tvøroyri, tá
skipini hittust nærindis Cuba. Telegraf-
isturin gjørdist politistur og politisturin
gjørdist taxasjafførur. Men hóast at
starvsheitini broytast, so broytist maðurin
ikki. Jon Mortensen fyllir í dag 65 - vón-
andi hava vit teg i 65 afturat.
Hjartaliga tillukku frá
døtrunum hjá tær.
Jon Mortensen 65 ár
Fríggjakvøldið 17. september and-
aðist Arnhold Davidsen á Toftum
84 ára gamalur. Arnhold var ein
bygdarmynd á Toftum og væl
kendur kring alla oynna. Hann
arbeiddi í mong ár sum bilførari.
Arnhold á Kvíggjarheyggi, sum
var føddur 23. juni í 1920, var
sonur til Niclas og Annu Helenu
Davidsen. Hon var úr Hoygarðin-
um á Toftum, og hann var av
Kvíggjarheyggi á Nesi. Tey bæði
áttu sjey børn: Dávur, Kristianna,
Hassadi, Arnhold, Mary, Nelly og
Anni. Eftir á lívi eru Kristianna,
Dávur, Mary og Anni. Hassadi búði
í Klaksvík, og Nelly búði á Kvíggj-
arheyggi. Anni býr í Heiðum,
Mary býr í Havnini, Kristianna býr
á Toftum, og Dávur býr í sam-
býlinum á Toftum.
Arnholdi dámdi frá barni av væl
at flóta og veiða, og hann hevði frá
heilt ungum av góðan hug til jørð
og landbúnað. Tá ið hann var fjúrt-
an ára gamalur, fór hann til Dan-
markar, har hann í fýra ár var á
bóndagarði í Jyllandi. Stutt undan,
at kríggið breyt út í 1939, kom
hann aftur til Føroya. Undir kríg-
num sigldi hann eitt nú við Gun-
hild. Tá ið kríggið var liðugt, fór
Arnhold saman við knappliga
sjeyti øðrum føroyingum við
hollendskum reiðarí á hvalaveiðu í
Suðuríshavinum. Teir fóru úr Før-
oyum í september í 1946, og teir
vóru við hús aftur í mai í 1947.
Arnhold mundi vera ein tann
fyrsti á Toftum, sum fekk sær
koyrikort. Tað var í 1944. Nakað
eftir, at hann var komin aftur av
hvalaveiðuni, fór hann at koyra bil,
og tað gjørdist lívsstarvið hjá hon-
um at koyra buss, lastbil og hýru-
vogn. Eitt nú koyrdi hann í fleiri ár
toftabørnini, sum gingu í fram-
haldsskúla á Glyvrum. Tað hevur
so ofta verið tikið til, hvussu laga-
ligur hann var at fáast við skúla-
ungdómarnar.
Arnhold var sera fryntligur og
fyrikomandi maður, og hann var
altíð klárur at dugna og veita eina
hjálpandi hond. Arnhold gekk alla
sína tíð høgt upp í heimaseyðin, og
eftir at hann fyri einum tíggju árum
síðani var givin at koyra lastbil, helt
hann fram við at koyra persónbil
inntil eina ferð í vár, tá ið hann
gjørdist sjúkur, og tað skjótt fór at
ganga skeiva vegin.
Í 1951 giftist Arnhold við Henny,
fødd Højgaard, og ættað úr Rituvik.
Tey búsettust við Toftagjógv. Hetta
var í hjartanum í bygdini. Nógv
ferðsla var har um vegir, og mong
duttu inná gólvið og nutu blíðs-
skap.
Henny og Arnhold eiga seks
børn: Aloma, Hanus, Niclas,
Annika, Harda og Fróði. Hanus og
Harda búgva í Havnini, Fróði býr í
Saltangará, og Aloma, Niclas og
Annika búgva á Toftum.
Tøkk
Øllum tykkum, ið mintust til mín og á
ymiskan hátt gleddu meg á 75 ára føðingardegi
mínum 5. september, takki eg hjartaliga.
Vinarliga
Elinborg
Arnhold Davidsen farin
Dagurin
Oktober: Í gamla rómverska kalendaranum byrjaði
árið við marsmánði, og oktober var so áttandi
mánaðurin, octo merkir júst átta. Hjá okkum er hann
tann tíggjundi.
1. oktober, Remigius, deyður 533. Galliskur
aðalsmaður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til
biskup í Reims. Kristnaði Chlodoveh kong, sum var
langabbi Karlamagnus. Remigius doyði 96 ára
gamal.
85 ár føðingardagur
Leygardagin 2. oktober verður Johanna Johannesen, Johanna í Kinn, Fuglafjørður, 85 ár. Dagurin verður
hildin heima frá kl. 17–22.
C
M
Y
K
13
12