fríggjadagur 1. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2004
15
Sodavatn er verri
fyri heilsuna enn
grønar keks, og tí
sluppu grønu keks-
irnar undan avgjaldi
á hesum sinni
FÍGGJARLÓGIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Teimum, ið dámar væl
at roykja og sutla soda-
vatn, mugu komandi ár
longur niður í lummar-
nar fyri at fáa fatur á
hesum vørum.
Sambært fíggjarlógar-
uppskotinum hjá lands-
stýrinum eru ætlanir um
at leggja avgjald á bæði
sodavatn og tubbak.
Ætlanin er, at avgjaldið
á tubbak skal økja úr
0,80 krónum til 1,10
fyri sigarettina, meðan
avgjaldið á sodavatn fer
úr null krónum upp í
2,40 krónum fyri liturin.
Landsstýrið metir, at
avgjøldini fara at geva
35 mió. krónur í eyka
inntøkum.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Bárður
Nielsen, sigur, at tað er
ongantíð
heppið
at
leggja avgjald á vørur,
men tað varð neyðugt,
um landsstýrið skuldi
sleppa at raðfesta eitt nú
almanna- og heilsumál
hægri.
Spurdur, hví júst soda-
vatn og tubbakk eru tik-
in úr rúgvuni, svarar
landsstýrismaðurin, at
tann avgerðin er tikin
eftir heilsuligum atlit-
um.
Ongar keks og
posar
Sambært fíggjarlógar-
uppskotinum er ikki ætl-
anin, at avgjald verður
lagt á nógv umrøddu
grønu
keksirnar
og
plastik posarnar, sum
undanfarin fíggjarlógar-
uppskot hava boðað frá.
Spurdur, hví lands-
stýrið ikki hevur lagt seg
eftir, at seta avgjøld á
søtmeti sum keks og
annað, tá landsstýrið
velur at taka heilsulig
atlit, svarar Bárður Niel-
sen, at ein arbeiðsbólkur
í almanna- og heilsu-
málaráðnum og fíggjar-
málaráðnum ikki hevur
mett, at keks eru eins
skaðiliga sum sodavatn.
Landsstyrismaðurin
hevði kortini onga kann-
ing, sum prógvaði hetta
uppáhald. Spurdur, hví
landsstýrið ikki hevði
valt at leggja avgjald á
plastikposar fyri at verja
umhvørvið, svarar Bárð-
ur Nielsen, at tað komst
fyrst og fremst av tí, at
tað varð so ringt at skipa
fyrisitingarliga.
Vit taka heilsulig atlit
Mánamorgunin
komandi letur gamla
skaðastovan á Lands-
sjúkrahúsinum aftur,
og samstundis verður
bráðfeingis móttøkan
á 1. hædd í nýggja
sjúkrahúsbygningin-
um tikin i nýtslu
SJÚKRAHÚS
Virksemið í nýggju bráð-
feingis móttøkuni verður
væl meira umfatandi enn
møguleiki var fyri á gomlu
skaðastovuni. Góðar um-
støður eru til bæði kirurg-
iska og medisinska við-
gerð, og framyvir fer fyrsta
viðgerðin av øllum bráð-
feingis sjúklingum at byrja
í bráðfeingis móttøkuni.
Nýggja inngongdin
ætlað bráðfeingis
sjúklingum
1. hædd í nýggja bygning-
inum fer umframt bráð-
feingis móttøkuna at hýsa
intensivu deild, viðrakning
og einari kirurgiskari dag-
deild. Hesar deildir lata
eisini upp mánamorgunin.
Tá lata eisini høvuðsdyrnar
í nýggja bygninginum upp.
Hendan inngongdin er ein-
ans ætlað bráðfeingis sjúk-
lingum. Øll onnur - sjúk-
lingar, vitjandi og við-
skiftafólk annars - skulu
framvegis nýta tær gomlu
inngongdinar
á
Lands-
sjúkrahúsinum, eisini um
tey hava ørindi í nýggja
bygninginum.
Opið hús um
vikuskiftið
Farið varð undir at flyta inn
í nýggja sjúkrahúsbygning-
in stutt eftir summarferi-
una, og skurðgongin á 2.
hædd varð sum tann fyrsta
tikin í nýtslu 23. august.
Innflytingin hevur gingið
væl, og nú vantar bert 1.
hædd at takast í nýtslu.
Men áðrenn tað hendir,
fær almenningurin høvi at
síggja nýggju umstøðurnar.
Fríggjadagin verður al-
menn móttøka og leygar-
dagin er opið hús í ný-
bygninginum, har starvs-
fólk á Landssjúkrahúsinum
fara at vísa runt og greiða
frá virkseminum á teimum
fimm hæddunum.
Nýggj skaðastova og intensiv deild lata upp
Góðar umstøður eru bæði til kirurgisia og medisinska viðger í nýggju hølunum á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Partafelagið Vest-
manna Tourist Centre
og Vestmanna Timb-
urhandil hava undir-
skrivað sáttmála um
bygging av ferða-
vinnumiðstøð á
Havnalagnum Inni á
Fjørð í Vestmanna.
FERÐAMIÐSTØÐ
tíðindaskriv
Bygningurin verður liðugur
1.apríl 2005 og letur upp
alment 1.mei 2005.
Louis Kristensen, stjóri,
sigur, at hann er sera spent-
ur uppá, hvørja móttøku
bygningurin fær, tí onki
líknandi er í Føroyum
frammanundan.
- Samstundis sum vit
hava matstovu, kunningar-
stovu og sølubúð á 1.hædd,
so er eitt stórt høli í erva,
sum kann brúkast til nógv
ymisk endamál, til dømis
smáar ráðstevnur, fram-
sýningar ella tiltøk fyri
børnum, sigur hann.
Louis Kristensen leggur
afturat, at stramma tíðar-
ætlanin ger, at 2. hædd
neyvan verður liðug til
næsta summar.
Óli Hansen, stjóri í Vest-
manna Timburhandli sigur,
at hóast tíðarætlanin er
knøpp, so fer hon at halda.
– Vit smíða element til
bygningin inni í høllini hjá
Timburhandlinum
sam-
stundis sum betongarbeiðið
verður gjørt uti, sigur hann.
Bygningurin verður við
bátahylin Inni á Fjørð, eitt
hanagleiv frá har sum bát-
arnir fara undir Vestmanna-
bjørgini.
Ferðamiðstøð í Vestmanna
Fakta
Vestmanna Tourist Centre í tølum
Samlað vídd
230 fermetrar
Matstova
70 fermetrar
Sitipláss
70 fólk
Kunningarstova/Sølubúð 50 fermetrar
2. hædd
120 fermetrar
Starvsfólk
4-5 (í háárstíð)
Søkt er um skeinkiloyvi
Poul Erik Johannesen, Karl Simonsen, Gunnar Skúvadal og Louis Kristensen frá VTC og Óli
Hansen og Regin Joensen úr VT
15
14
Nr. 187 - 1. oktober 2004
Fríggjadagin 1. okto-
ber kl. 16 til 18 letur
Zacharias Heinesen
upp málningafram-
sýning í Galerie Focus
í Havn
FRAMSÝNING
tíðindaskriv
Bygdin og náttúran er tema
fyri hesi framsýning. Fram-
sýningin verður opin til 15.
oktober, týsdag til fríggja-
dag kl. 14 til 18 og leygar-
dag kl. 16 til 18.
Vassula Rydén fer at
tala í Vesturkirkjuni
um »Satt Lív í Guði« -
boðskapir, sum hon
gjøgnum innblástur
hevur tikið ímóti frá
Guði síðani 1985
FORKUNNUG VITJAN
tíðindaskriv
Øll eru hjartaliga vælkomin
í Vesturkirkjuna í Havn
týskvøldið tann 5. oktober
kl. 19:30 í sambandi við at
Vassula Rydén vitjar í
Føroyum. Í sambandi við
vitjanina er fyrsta bind av
boðskapunum umsett til
føroyskt, og hetta eintak
verður at fáa ókeypis eftir
taluna í Vesturkirkjuni. Út-
yvir niðanfyrinevndu lýs-
ing fæst nærri at vita á al-
tjóða
heimasíðuni
www.tlig.org og á føroysku
heimasíðuni www.slig.org
Um Vassulu
Vassula Rydén er griksk,
fødd í Egyptalandi og hoyr-
ir til tað griksk ortodoksu
kirkjuna. Mamma at tveim-
um synum og kona at ein-
um svenskum ríkisborgara,
búði hon meginpartin av
lívi sínum í londum í triðja
heiminum.
Í 1985, meðan hon búði í
Bangladesh, vendi Guð sær
til Vassulu gjøgnum henn-
ara verndareingil Daniel,
og seinni, eftir eina reinsan
og andaligan vøkstur, bjóð-
aði Guð Vassulu at tæna
Honum við at bera Hansara
guddómligu orð út til øll
fólk. Vassula tekur ímóti
hesum innblástri gjøgnum
andborin orð og andbornar
sjónir. Guð bað hana kalla
hesar profetisku boðskapir,
"Satt Lív í Guði". "Satt Lív
í Guði" er eitt guddómligt
kall til okkum øll til at iðra
okkum, til sáttargerð, frið,
kærleika, og fram um alt, til
einleika kirkjunnar.
Innblástu handritini av
"Satt Lív í Guði", nú tøk á
fleiri enn 40 tungumálum,
hava í túsundatali av holl-
um og trúgvum lesarum,
sum hava tikið orðini til sín
við náði Heilaga Andans og
bera ávøkst í tænastum, so
sum grundleggjan av væl-
gerðarheimum til frama
fyri tey fátæku, nevnd Beth
Myriam (Heim Mariu).
Síðani 1988 hevur Vas-
sula verið boðin at tala í
yvir 60 londum og hevur
haft yvir 700 framløgur.
Vassula fær onga samsýn-
ing og ongar persónligar
materiellar fyrimunir fyri
hennara ómak. Harrin segði
við hana: "Eg havi givið tær
fyri einki, gev fyri einki."
Áheitan
Kæri lesari,
Guð er sorgarbundin, tí
vit gera uppreistur móti
Honum. Hvat er menniskja,
at tann Hægsti tekur sær
stundir at hugsa um okk-
um? Og tó, tað ger Hann.
Sum ein burturgloymdur
faðir, óttafullur um børn
síni, kemur hann at leita
eftir okkum. Guð hellur seg
allan vegin niður frá trónu
Síni fyri at frelsa okkum.
Guð kemur til okkum øll,
sjálvt til tey mest neyðars-
ligu, lat tí ikki hurðina aftur
fyri Andliti Hansara.
Guðs ríki kemur ikki so
sum menniskja hevur spátt,
og offurið, sum Guð biður
okkum um í dag, er ein broy-
ting innanífrá. Frá hvørjum
einstøkum av okkum biður
Harrin okkum um eitt
iðrandi hjarta, tí vit kunnu
ikki halda okkum vera
gudrøkin og falsleys, uttan
so at ein ber ávøkst í iðran.
Lat okkum opna hjørtu
okkara og lurta eftir tí, sum
Andi Hansara sigur okkum.
Viðmæli frá teologi
LJUDEVIT
RUPCIC,
OFM, teologur, lærari í
eksegesu í Sarajevo
Vassulu’sa royndir (erfar-
ingar) við Guði er ein var-
andi og ótømandi kelda av
vísdómi, kærleika, eldhuga
fyri Guði og frelsu heimsins.
Av hesi orsøk er vitnisburð-
urin sannførandi, stimbrandi
og fullur av gleði. Fyriuttan
umvending og eitt kall til
mannaættina um at svara
kærleika við kærleika, er
eisini umsorgan fyri einleika
kirkjunnar.
"Kærleikin
elskar teg" (3/7-92) merkir -
í Vassulu’sa samrøðum og
sameining við Guð - at hvør
einstakur av okkum kann
seta seg í Vassulu’sa stað.
Guð elskar ein og hvønn á
henda hátt. Allastaðni í
hennara
skrivibókum
merkja vit Anda Kærleik-
ans. Náðin streymar í øllum
støðum; Heilaga Andin er til
verka allastaðni og gevur í
yvirflóð. Allastaðni hoyrir
ein fótafet Harrans.
Hinvegin átti ein at
grunda yvir, hvagar Guðs
boðskapur gjøgnum Vassulu
vil føra, um hesin verður
settur í verk. Um fólk vendu
eygu síni móti kærleikanum
í Guði og menniskjum,
vildu tey verðið leidd til at
elska Guð og hvønn annan.
Um fólk svaraðu áheitanini
um at biðja, vildi boðskap-
urin breitt út um allan heim-
in ein takksemisnóta til
Guð. Um ein góðtekur, at
einleiki má vera millum
kristnu kirkjurnar, vildi ein
vón longu verið fyri at
uppfylla Jesu lyfti — "eitt
seyðafylgi, ein hirði" (Jóh.
10,16). Um fólk góðtóku
Guð á tann hátt sum Vassula
mælir til, vildi Hann longur
verið "alt í øllum" (1 Kor.
15,28). Um fólk tóku
Vassulu’sa ávaring móti
Sátan í álvara, vildi Sátan
longu verið burturrikin úr
menniskjunnar hjørtum og
úr heiminum. Um fólk vildu
givið gætur eftir Guðs kalli
gjøgnum Vassulu, vildu allir
menn og allar kvinnur longu
verið halgimenni. Um øll
gjørdu royndirnar hjá Vas-
sulu til sínar, vildi tann per-
sónliga søgan hjá hvørjum
einstøkum, og tessvegna
søgan hjá allari mannaætt-
ini,
verið
ein
sangur
kærleikans.
Vassula Rydén talar í Vesturkirkjuni
Keypið
sloyfur
Tíðindaskriv
Ljósareyða sloyfan er
symbol fyri átakið »Ì her-
nað móti bróstkrabba«
Sloyfan kann keypast í
handlum kring landið
Tey sum keypa sloyf-
una stuðla arbeiðinum
hjá Bót til Bata
Í oktober mánaði verð-
ur runt um í heimi varpa
ljós á bróstkrabba.
Hagtøl vísa at 1 av 10
kvinnum og 1 av 100
monnum verða rakt av
bróstkrabba. Bróstkrabbi
er tað slagi av krabba-
meini, sum mest er av í
Føroyum.
Í Føroyum fáa umleið
25 kvinnur árliga stað-
fest hesa sjúku og talið
økist tíverri.
Við at keypa ljósareyðu
sloyfuna,
sum
kann
keypast í handlum kring
landið í oktober mánað,
ert tú við at stuðla ar-
beiðinum hjá Bót til
Bata.
Bót til Bata er ein bólk-
ur av sjálvbodnum kvin-
num, sum eru skurðvið-
gjørdar fyri bróstkrabba-
mein.
Hesar kvinnur veita
stuðul, vegleiðing og
ráð til arðar kvinnur, ið
eru ella skulu skurðvið-
gerast fyri krabbamein í
brósti. Harafturat ar-
beiðir bólkurin fyri at
fremja áhugamál hjá
hesum sjúklingabólki,
mótvegis mynduleikum
og heilsuverki og at
fremja upplýsandi og
vegleiðandi virksemi.
Zacharias í Focus
Jóan Magnus í
Smiðjuni
Jón Magnus Joensen
hevur framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík í
døgunum frá 30.
september.- 6. okto-
ber. Opið er allar
dagar frá kl. 15- 20
FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Við á framsýningini eru
fleiri enn 40 oljumáln-
ingar. Myndaevnið er før-
oyska náttúran, bygda-
lagið og ljósið.
Jón
Magnus
hevur
gingið á listaháskúla í
Hillerød og hevur tikið lut
á mongum framsýningum
áður - bæði á ólavsøku-
framsýningum, framsýn-
ingum hjá Lions Club
v.m. Hetta er triðja ferðin,
hann sýnir fram í Smiðj-
uni.
Stílurin hjá Jón Magnus
er lættur, litríkur og ex-
pressionistiskur.
Zacharias Heinesen letur
fríggjadagin upp framsýning
í Galerie Focus í dag
C
M
Y
K
14