Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2017 · Nr. 19 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 8-9 Hava bíðað í 15 mánaðir Tíðindi síða 11 Hvilvt­ enni næst­ bestur í Íslandi Leingi er tað, ið væl skal vera. Nú hev­ur løgmaður ásett, at vit skulu á fólka­at­kvøðu á sjálvum flagg­degn­ um næsta ár – á 78 ára degnum fyri, at Mason konsul góðkendi føroyska Merkið. Fólkaatkvøðan verður um eina før­oyska grund­lóg – sum helst ikki fer at eita »grundlóg«, men »stjórn­ ar­skipan«. Ikki tí at týdningurin er stórur, men júst orðið »grundlóg« verður helst ein ov herkin biti fyri ráðandi harran á Slotshólma í Keypmannahavn. Hóast forsætisráðharrin hev­ur bestu umstøður at skilja før­oysk­ an politikk, so má hann lurta eftir stokk­konservativu sjón­ar­mið­u­ num hjá systirflokkinum í Før­oy­ um – og gera sum danskir for­sæt­ is­ráð­har­rar eiga at gera: Tosa fólki eft­ir munninum. Tað besta, sum kann henda er, at tað verður eitt samt løg­ting, sum stendur aftan fyri tað, sum at­kvøð­ ast skal um á fólka­at­kvøð­uni. Her eiga víðgongdastu part­ar­nir, Tjóð­ veldi og Sam­bands­flokk­ur­in, at vísa virð­ing og fyrilit. Øll vita, at tað verður ikki so­leið­ is, at vit fara at loysa í morgin. Tað verð­ur eingin brádlig loysing mill­ um Føroyar og Danmark. Øll vita eisini, at vit fara ikki at knýta okkum fastari í danska rík­ i­num. Sjálvt ikki Sam­bands­flokk­ urin trýr longur upp á tað. Tað er bara ein leið, og tann leiðin er fram­á. Og framá merkir, at vit støð­ ugt menna okkum og taka á okkum fleiri ábyrgdir. Sambært løgmanni skal stjórn­ ar­skip­anin niðurfella saleika okk­ ara. Talan verður um eitt sam­ leika­skjal, sum skal tryggja okkum grund­leggjandi rættindi og skyldur. Skjalið skal eisini vera trygd hjá fólkinum í Føroyum ímóti valdinum. Soleiðis skal fólk­ið spyrjast á fólkaatkvøðu, um vit eitt nú skulu loysa frá Da­n­mark ella nærkast Danmark í ríkis­fel­ ags­skap­i­num – eisini, um vit skulu melda Før­oyar inn sum lim í ES. Altso skal stjórnarskipanin flyta vald­ið frá løgtinginum til fólkið so­ leiðis, at Løgtingið ikki kann taka stór­ar avgerðir uttan at spyrja fólk­ ið fyrst. Í meira enn 100 ár hava vit kjak­ ast um hetta málið. Alt ov nógv orka er soleiðis nýtt til onga nyttu. Politikkur er at flyta seg. Nú mugu okkara politkarar vísa, at teir megna ta uppgávuna, vit hava litið teim­um í hendi. Og ein teirra er at finna semja í stjórnarmálinum, sum kann sendast til fólkaatkvøðu. So taka vit tað haðani! tjóðskaparliga semjan Nú skal trygdin í Varðagøtu bøt­ast soleiðis, at foreldur ekkaleys kunnu seta børnini av, tá tey skulu í skúla. »Sankta Frans skúli« – ella »Nonnu­skúlin«, sum hann eit­ur í dagligari talu – varð bygd­ur í Varðagøtu fyri fleiri enn 80 árum síðani. Hesa tíð­ina er ferðslan sum vera man nógv økt, og í nógv ár hevur stórur vandi verið á ferð í Varða­gøtu við skúlan, har rætti­liga nógv ferðsla er – nógv meira, enn gamla veg­ a­netið megnar at svølgja. Men hetta skal nú broyt­ ast. Tórshavnar kommuna fer nú und­ir at smalka veg­in, har buss­ur­in steðgar við høv­uðs­ inn­gongd­ina til Sankta Frans skúla so­leiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr buss­inum og yv­ir um Varð­a­gøtu og í skúla. Nýggja loysnin er eis­ini trygg­ari, tá ið buss­ur­in ikki set­ur børn av, tí far­leið­in yv­ir um vegin verð­ ur styttri, og bil­ar fáa ikki yv­ir­hálað á hes­um strekk­i­num. Tórshavnar kommuna fer eft­ir ætlan undir arbeiðið nú í febr­u­ar, og tað er liðugt fyrst í mars mánaði. Umframt at vegurin utt­an fyri Sankta Frans skúla verð­ ur smalri, setir Tórs­havn­ar komm­una klokk­u­stýrd veg­ a­skelti upp við veg­a­mót­ið Sjúrð­ar­gøta­/­Varða­gøta. Soleiðis verður vegurin til Sankta Frans skúla, Stella Ma­r­is vøggustovuna og Sankta Jósefs barnagarðin ein­vegis hvønn gerandisdag frá kl. 7:30 til kl. 8:30. Henda eina tíman hvønn morg­un gerandisdagar ber bara til at koyra oman eftir Varð­a­gøtu. Klokkustýrda talv­an verður sett upp við vega­mótið Sjúrð­ar­gøta/ Varð­a­gøta, og er hetta fyrsta skip­an­in av sínum slag í Tórs­havn­ar kommunu. Ein­ veg­is ferðsl­an er galdandi á Varð­a­gøtu frá Sjúrðargøtu og til Pedda við Stein gøtu. Smalka vegin at bøta um trygd Hava kjakast um stjórn­ar­ skipan í meira enn 100 ár Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Sankta frans skúli P/F Næraberg hevur keypt uppsjóvarskipið Research úr Hetlandi, og skipið fær navnið Borgarin. Skipið er bygt í 2003, men hevur samanlagt bert verið í rakstri í trý ár, tí fiskiskapurin hjá het­lend­ ing­um hevur verið skipaður so­leiðis, at skipið bert hevur ver­ið til fiskiskap 2 - 3 mán­ að­ir um árið. Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 lang­ur. Maskinan er 10.500 hesta­ kreftir. Skipið kemur inn fyri Næra­berg og er fíggjað í Eik Banka. – Vit hava seinasta árið ført fram, at tað neyvan fóru at verða gjørdar nýíløgur í nýbygningar við teimum út­ litum, sum stóðu fyri framm­ an í sambandi við nýggju fiski­vinnulógina. Hetta er framvegis okkara fatan, tó at vit í hesum føri býta verandi fiskiorku út við annað skip, sum ikki er ein nýbygningur, men eitt skip, sum er í sera góðum standi, sigur P/F Næra­berg í tíðindaskrivi. Uppsjóvarkvotan hjá Før­ oyum veksur við meira enn 200.000 tonsum í 2017 í mun til 2016. – Hetta fer at seta stór krøv til pelagisku vinnuna, og hevur felagið við keyp­i­ num av Borgaranum brynjað seg út til henda vøkstur, tí onkur skal fiska henda fiskin til frama fyri manningar og reiðari, sigur reiðaríið. Borgarin verður á Klaks­ vík fyrrapartin í morgin Borgarin fyri Næraberg