mánadagur 13. februar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 13. FEBRUAR 2017
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Atlantic Airways, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands velja ársins ambassadør, ársins ambassadørátak
Suni Selfoss er ársins
ambassadørur
H
óskvøldið vórðu ársins am
bassadørur og ársins am
bassadørákak
innan
vinnu
ferðavinnu kosin. Súni Selfoss frá
Starvsmannafelagnum varð heiðr
aður sum ársins ambassadørur og
ársins ambassadørátak gjørdust HM/
EM undankappingarnar hjá Hondbólt
sambandi Føroya, við Kristiani Johan
sen og Gunn Ellefsen á odda. Eitt
serligt heiðursbræv var latið Virgari
Hvidbro, aðalskrivara hjá Fótbólts
sambandi Føroya.
Ambassadørnetverkið, sum bleiv
stovnað 18. mars 2016, telist umleið
80 fólk, sum sita í altjóða nevndum
og feløgum, og sum á beinleiðis ella
óbeinleiðis hátt hava møguleikan at
fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.
Vinnuferðavinnan í Føroyum verður
roknað sum ein sera burðardyggur
partur av ferðavinnuni. Hesin bólkurin
av ferðandi leggur umleið tríggjar
ferðir so nógvan pening eftir seg um
dagin í mun til frítíðarferðafólk, eins
og at tey vitja aðrar tíðir av árinum
enn vanlig ferðafólk.
Dagurin hósdagin, sum Visit Faroe
Islands skipaði fyri, byrjaði við einum
fyrilestri í Smæruni, ið skotin Scott
Taylor stóð fyri.
Scott Taylor er fyrrverandi stjóri
í Glasgow City Council og verður
mettur at hava havt ein sera stóran
leiklut í, at Glasgow í løtuni verður
roknað sum ein av týdningarmiklastu
býunum innan ráðstevnur og fundir í
Stóra Bretlandi.
Um kvøldið varð ein veitsla hildin
á Panorama á Hotel Hafnia, har
ársins ambassadørur og ársins am
bassadørátak vórðu kosin fyri fyrstu
ferð, umframt at eitt serligt heiðurs
bræv bleiv handað.
Tað eru umboð frá teimum størstu
partnararunum innan vinnuferðavinnu
í Føroyum, Atlantic Airways, Visit
Tórshavn og Visit Faroe Islands,
ið velja ársins ambassadør, ársins
ambassadørátak og sum valdu at lata
serliga heiðursbrævið í ár.
Ársins Ambassadørátak 2016
– Kristian Johansen og Gunn
Ellefsen úr Hondbóltssambandi
Føroya
Grundgeving frá dómsnevndini:
»Hondbóltssambandið hevur framt
eitt bragd í 2016 og januar 2017 við
at fáa undankappingar, bæði í EM
og HM, til Føroya. Tey vóru heppin
við lutakasti, men sanniliga eisini
dugnalig við samráðingum at fáa
ávikavist EM- undankappingin hjá
monnum, U21 HM-undankapping
hjá monnum og HM-undankapping
hjá kvinnum til Føroya. Við hesum
kappingum, eydnaðist tað teimum at
fáa tilsamans umleið 210 vitjandi til
Føroya, úr londum sum Makedonia,
Íslandi, Eysturríki, Finnlandi, Sveis,
Ísrael, Grikkalandi, Ungarn, Lettlandi,
Noregi, Belgia, Póllandi og Kýpros.
At savna so nógv fólk í lágárstíð er
júst í tráð við aðalmálið at økja um
ferðafólkatalið í lágárstíð, ið er í sera
stóran mun við til at gera føroysku
ferðavinnuna meira fíggjarliga burðar
dygga.«
Ársins Ambassadør 2016 – Súni
Selfoss frá Starvsmannafelagnum
Grundgeving frá dómsnevndini:
»Súni Selfoss hevur verið ein sera
virkin ambassadørur í 2016. Hann
hevur skipað fyri tveimum størri ráð
stevnum og einum altjóða fundi. Við
sínum frámúr “alt-ber-til” hugburði
og síni sera stóru sjónligheit í altjóða
fakfelagsrørsluni, var tað nærmast ein
sjálvfylgja, at stórir bólkar úr londum
rundan um okkum komu á gátt hjá
honum og Starvsmannafelagnum.
Eisini hevur Súni staðið á odda fyri
stásiliga fundarhølinum Smæruni, har
millum annað tolkaútgerðin er so góð,
at tolkar sjálvir eru farnir at markn
aðarføra Føroyar sum eitt frálíkt stað
at halda fundir. 187 norðurlendskar
gestir hevur Súni megnað at fingið
til Føroya, sum koma ymsastaðni úr
fakfelagsrørsluni.«
Serligt heiðursbræv – Virgar
Hvidbro úr Fótbóltssambandi
Føroya
Grundgeving frá dómsnevndini:
»Fótbóltssamband Føroya hevur í
eitt langt áramál havt ein sera stór
an leiklut í arbeiðinum at seta Før
oyar á heimskortið á jaligan hátt.
Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og
áræði hevur Fótbóltssamband Føroya
fyriskipað nógv tiltøk, sum hava fingið
fleiri tíggjutúsund fólk til Føroyar úr
ymiskum londum kring heimin, bæði
í hág- og lágárstíð. Hetta hevur havt
alstóran týdning fyri ferðavinnuna í
Føroyum.«
Súni Serlfoss, formaður í
Starvsmannafelagnum, varð kosin
Ársins Ambassadørur í 2016
Myndafólk: Bárður Eklund / Visit Faroe Islands
Virgar Hvidbro fekk serlig heiðursbræv
vegna Fótbóltssambandið
Myndafólk: Bárður Eklund / Visit Faroe Islands
Hondbóltssambandið fekk Ársins Ambassadørátak. Á myndini
Ári Rouch og Kristian Johansen frá Hondbóltssambandinum
Myndafólk: Bárður Eklund / Visit Faroe Islands