Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Málið um umvælingina av bú­stovn­ i­num á Eirargarði átti at ver­ið ein sól­skyns­søga. Men so var ikki, tá tey av­varðandi varnaðust, at lands­ stýriskvinnan einans vil umvæla bygn­ingin, so hann stendur í sama standi, sum hann gjørdi, tá hann bygd­ur fyri næstan 40 árum síðani. Tey avvarðandi hava harðliga mót­mæla ætlanini og átala, at tey ikki hava verið við í tilgongdini, at og Javni einki hevur fingið at vitað um æt­l­anina, fyrr enn hon varð send MBF til hoyringar. Tey vísa á, at seinastu árini eru bygd fleiri sambýli og bú­fel­ags­ skap­ir í Klaksvík og Runavík – men at einki er hent í Suðurstreymi síð­ ani 1980, hóast tað er júst í Suð­ur­ streymi, at tørvurin er størstur. Javni skrivaði í hoyr­ings­svar­i­ num, at tey gleðast um, at tað end­ iliga eftir 40 ár er ætl­an­in at gera nakað við synd­ar­ligu bú­stað­ar­ støð­una hjá fólki í Suð­ur­streym­oy, ið hava menn­ing­ar­tarn og fjøl­brek. Men tey mót­mæla harðliga, at Eir­ ar­garður skal um­byggj­ast til bú­ staðir, tí úrslitið blív­ur ongantíð í nánd av at verða nøkt­andi bústaður fyri nakran. Hvørki fyribils, ella per­m­anent. Tað er væl skiljandi, at av­varð­ andi mótmæl, tá ætlanin er, at fólk við menn­ingartarni og fjølbreki ikki fáa nøkt­andi privatlív og skulu til dømis deil­ast um wc-umstøður við fleiri onn­ur við líknandi ella øðr­um trup­ulleikum. Javni setti eisini spurnartekin við, hvørjum virðum Al­manna­verk­ ið ar­beiðir út frá, tá tey koma til ta nið­urstøðu, at tað er í lagi at savna fólk við breki í øllum aldri í eina ó­tíð­ar­hósk­andi ghetto, sum bert hev­ur sjúkrahús-, fyrisitingar-, og be­tong­bygningar sum grannar. – Vit seta eisini stórt spurn­ar­ tekin við, hvussu tað ber til, at Al­ manna­verk­ið heldur seg kunna seta so nógv lægri krøv fyri bú­stað­ ar­karm­ar­nar í Suðurstreymi enn teir í Run­avík og Klaksvík, skriva tey. Tey skriva eisini, ætlanirnar við Eir­ar­garði eru langt frá politisku vis­i­ónini og í andsøgn bæði við ST-sátt­mál­an og Bústaðarpolitikk lands­ins. Harafturat hevur ST- nevnd­in mælt til, at Føroyar tekur stig til at lata teir stovnslíknandi bú­stað­ir­nar, ið eru, aftur, sigur Javni, sum vísir á, at um heimild verð­ur giv­in til at fara víðari við ætl­a­n­u­num, undirgrevur tað álitið á pol­it­isk­ar ætlanir. Nú frættist, at lands­stýr­is­kvinn­ an hevur lurtað. Við Kringvarpið segði hon, at færri fólk enn ætlað verða á stovninum, og at tey fáa frægari umstøðu enn ætla, og at tey eitt nú fáa hvør sítt wc. Nú kenna vit ikki tilgongdina í hesum máli. Men sjálvsagt er, at avvarðandi eiga at verða tikin upp á ráð. Talan er um fólk og avvarðandi, sum eru í eini serligari støðu, sum vit øll eiga vísa viriðing. Sjálvandi skulu tey á Eirargarði hava góðar umstøður lurtið eftir avvarðandi Skerpa lóg um tilhald Tíðínd síða 4 Kaj fekk lívs­ neistan aftur heilsusíða Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Barbara Holm Goodwil virði 0 krónur er nið­ur­støðan frá Taks, og tað merkir bara, at Eik ikki fær nakran skattafrádrátt kort­ ini. Men hóast hetta, so ætlar bank­in framvegis at draga gamla stjóran í bankum í rætt­in fyri ærumeiðing, tí hann hevur víst á júst hetta. Eitt mál, sum í ringasta føri kann kosta Jørn Astrup Han­sen upp í tvey ára fongsulsrevsing. – Man má hyggja eftir, hvør essensurin er í tí, sum Jørn Astrup hevur sagt. Og ver­u­leikin er, at Astrup hev­ ur fingið rætt. Eik hevði ikki rætt til frádráttin. Og kanska skuldi man bara havt lurtað eft­ir Astrup frá byrjanini av, held­ur enn at draga hann í rætt­in nú, sigur Lars Krull, sen­i­or­ráðgevi í deildini fyri øko­nomi og leiðslu á Aalborg Universiteti, sum hevur fylt skatta­málinum hjá Eik. Og tí er hann av tí sann­ før­ing, at tað er óalmindeliga smá­ligt, at draga gamla banka­stjó­ran í rættin. – Eik gongur í óvanliga smá­um skóm, um teir ætla at gjøgn­umføra rættarsakina móti Jørn Astrup Hansen, sig­ur Lars Krull. Víðari sigur hann, at eftir hans­ara meting er tað eingin, sum uppfatar leiðsluna í Eik sum svindlarar, uttan so, at teir gjøgn­umføra hetta málið móti Astrup. – Tað sigur seg sjálvt, at at­finningar frá júst Jørn As­ trup níva eyka nógv og tað er iva­leyst tí, at man reagerar so óvanliga ógvusligt. Men tað er púra høpisleyst at fara víðari við rættarsakini, nú hetta málið er loyst, sigur Lars Krull. Súni Schwartz Jacobsen hev­ur boðað frá, at Eik held­ ur fram við rættarsakini móti As­trup, tí sum bankastjórin segði við Kringvarpið í farnu viku: – Vit hava eina betri sak nú enn nakrantíð. Danskur serfrøðingur: Eik gongur í smáum skóm Tað er skeivt at tveita Jørn As­ trup Hansen í fongs­ul fyri at bjarga okkum 90 milli­ónir krónur – Hevði Jørn Astrup Han­sen ikki gjørt vart við skatta­mál­ ið hjá Eik og so áhaldandi ført síni sjónarmið fram, so hevði skattgjaldarin komið at gold­ið hesar 90 milliónir krón­ur. Tað sigur royndi ad­vok­ at­urin, Halgir Winther Poul­ sen, í greiní blaðnum í dag. Hann vísir á, at Eik hev­ur stevnt Jørn Astrup Han­sen við kravi um fongs­ul­srevs­ ing. Og at Suni Schwartz Jac­ob­sen hevur sagt, at Eik eftir sein­astu avgerðina hjá Taks held­ur seg hava eina enn betri sam ímóti honum. Hann heldur tað í vera løg­ið, at nú skattamálið er end­að, og øll eru glað, at so tann, ið veruleiga er atvoldin til hesa »happy end«, nú skal enda í geglinum. Lesið grein á síðu 10! Astrup bjargaði okkum 90 milliónir Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin – Man má hyggja eftir, hvør essensurin er í tí, sum Jørn As­trup hevur sagt. Og ver­u­leikin er, at Astrup hev­ur fingið rætt, sigur Lars Krull, serniorráðgevi á Ålbor Universiteti – Orsøkin til, at føroyski skattgjaldarin slapp frá at gjalda 90 mill­iónir krónur til Eik er einanans áhaldandi stríðnum hjá Jørn Astrup Hasen fyri at takka, sigur Halgir Winther Poulsen