Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Góða Nicolina. Eitt ár er liðið síðan tú, óvæntað og púra meiningsleyst, ein lagnu­myrkan týsdag í januar í fjør, bleiv tikin frá okkum. Góða Nicolina, tú vart kona, mamma, vermamma, omma og syst­ir, og tú fylti nógv og legði góð og hugna­lig spor eftir teg, har tú trein. Áhugin fyri tínum næstu var ein umráðandi partur av daglig­ degnum, og ein tekur ikki munnin ov fullan, tá ein vil pástanda, at tú var límið í helt øllum lutum sam­ an. Á lívsleið tíni var tú í besta blóma og breiddi alsamt vøkur blómu­bløð. Hugtakið, at finna meining í ruðuleikanum, er sera fráverandi tá ein hugsar aftur á tíðina upp­ undir, undir og eftir tragiska sorgar­leik­in uttan fyri heim tykk­ ara á Velba­staðvegnum. Hinvegin, lagnunnar speisemi er helst órann­sakandi og at venda og snara hesum tilburð­inum gevur onga meining og førur ongan veg. Havandi hetta í huga, hevði tú helst ikki sjálv brúkt tíð uppá at fáa skil á galskapinum, men ypt øksl, rist høvdið, og herja á víðari. Eftir teg sita tey so: Andrass, Tróndur og Rani við sínum familj­um og so einkardótturin, Ingileyg. Mítt hjarta bløðir fyri tykkum og tykkara missi og sakni, samstundis sum vit við stórari virðing fylgja tykkum og síggja hvussu tit royna at berja tykkum upp á slættan aftur, fyri síðan at anda lættan í undanbrekkuni sum jú er har úti, onkrastaðni. Nicolina var í fleiri ár yngst av fimm systkjum. Jógvan, Frida, Sunnleif og John Olaf, líka til tú sum 10 ára gomul fekk ein lítla­ beiggja, Jónfinn. Mamma tín var Jona úr Nólsoy og Petur, pápi tín, var úr Sandavági. Tú vaks upp mitt í bygdini í Sanda­vági, í húsunum á tí øki, sum seinni bleiv til Skraddaragøta. Nólsoy hevði, eins og hjá okkum øllum, eitt serligt pláss í huga og hjarta, og nógvar góðar løtur vóru at njóta á vøkru oynni saman við familjuni annars. Tá tú vaks til, leitaði tú, sum fleiri onnur til høvuðsstaðin og umvegis ymiskar sniðgøtur komst tú víðari í lívinum og loksins greiddi tú eina sernámsútbúgving og ognaði tær eisini serligar bók­ ligar eginleikar til, sum tú við lætt­leika og rættleika brúkti so hvørt í lívinum, sum hesi kravdu tað. Tú fann kærleikan í Sørvági á rættiliga ungum ári, tá Andrass kom um tína kjørbreyt. Hóast tykk­ara relativt unga aldur, hildu tit saman, gjøgnum góðar og ser­liga eisini truplar tíðir, og loksins knýttu tit, nakað fyri aldar­skiftið, end­arnar saman við hugna­liga vígslu­hátíð heima við hús, ið tá var longri niðri á Velba­ staðvegnum. Holurnar á tykkara vegi hava avgjørt eisini verið har, og serliga missurin av Fríðgerð var svárur. Tí var tað eitt vælsignilsi, tá Ingi­ leyg sá dagsins ljós. Nú vit, eitt ár aftaná, taka sam­an­um, er faktum, at missurin er stórur, tómrúmið stórt og sakn­urin eftir tínum lætta og hjartaliga lyndi næstan ikki at koma yvir. Tú ert ikki millum okk­ um meira, men vit vita, at har tú nú ert, syrgir tú helst eisini fyri, at tey minnast til at halda hvønn annan hátt og síggja tað besta í hvørjum øðrum. Vit sakna og leingjast nógv eftir tær og biðja Guð um at hjálpa og styrkja okkum øll og ser­ liga tínum allar kærastu at klára dagin og veg­in fram. Við djúpastu samkenslu Lítli beiggin tín, Jónfinn Minningarorð um Nicolinu Fríðu Skaalum f. Jacobsen 11. juni 1958 – 26. januar 2016 Uni Næs 60 ár Mánadagin 13. februar fylti Uni Næs dómpróvstur 60 ár. Tey fyrstu níggju árini búði Uni í Vági, har pápin, Johannes Andreas Næs, var lærari. Pápin er ættaður úr Hvalba, og mamman, Brynhild fødd Stenberg, var úr Sumba. Tá ið Johannes Andreas Næs í 1966 gjørdist skúlaráðgevi, flutti familjan til Havnar. Børnini hjá Brynhild og Jóhs. Andr. Næs eru Unna (1949), Martin (1953), Uni (1957) og Julianna (1958). Unna býr í Fuglafirði, Martin í Havn og Julianna í Leirvík. Uni leyk nýmálsligt students­ prógv í Hoydølum í 1977. Hann fór undir gudfrøðislestur í Århus, men eftir tvey semestur flutti hann aftur til Havnar, har hann á Fróð­skapar­ setrinum helt fram við lestrinum. Í 1978 vóru floksfelagarnir úr Hoy­dølum, Jógvan Fríðriksson, Heri Joensen og Ólavur Rasmussen farnir at lesa gudfrøði. Umframt hesar og Una Næs lósu Armgarð Arge og Anders E. Nielsen, sum var adventistaprestur, gudfrøði á Setri­ num fram til 1981. Tá fór Uni aftur til Århus, har hann leyk teo­logiskt embætisprógv í 1986. Undir lestrinum skrivaði Uni høv­ uðsuppgávu um føroyska kirkju­søgu við serligum atliti til felags­kirkjuligt sam­starv. Áhugin fyri hesum er framvegis stór­ur, og Uni hevur kring landið hitt nógvar ábyrgdarpersónar í kirkj­um og sam­komum. Talan er um virðismikið keldutilfar, sum tað væl kann fara at hoyrast meiri um eina ferð í framtíðini. Á heysti í 1985 tók Uni pastoral­ seminarið, og á vári í 1987 tók hann prógv á Danmarks Journalist­ høj­skole í Århus - tað sokallaðu “Ískoytis­útbúgvingina” fyri aka­dem­ ik­arar. Hetta sama heystið gjørdi Uni fleiri áhugaverdar send­ingar í Út­varpi Føroya, umframt at hann hevði tímar í religión í Hoy­dølum og undirvísti í Argja skúla. 31. januar í 1988 varð Uni prest­ vígdur í Vesturkirkjuni, og næsta árið loysti hann Kjartan Mørkøre av sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Eftir at Uni var fluttur til Havnar at búgva, kom hann skjótt upp í barna- og ungdómsarbeiði í KFUM, har hann eitt nú var skóti. Talan var tí ikki um ókendan heima­ vøll, tá ið hann 1989-1992 var KFUM skrivari. 1. mars 1992 gjørdist Uni prest­ur í Vestmanna eisini við tæn­astuskyldu í Vága prestagjaldi, og har var hann, inntil hann 1. apríl í 2000 gjørdist prestur í Fuglafirði. Í Vestmanna var Uni virkin í kirkju­ligum høpi, og í Fuglafirði og Leirvík stuðlaði prestur uppundir fjølbroytta arbeiðið, sum missiónin stendur fyri. Uni hevur verið og er virkin í so nógvum kirkjuligum arbeiði. Eitt nú Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag og Kristiligt Ungmannablað. 31. januar í 2010 varð Uni inn­sett­ ur sum dómpróstur Føroya, og tá fluttu prestahjúnini úr Fugla­firði og til Havnar at búgva. Dóm­próst­ urin er sóknarprestur við dóm­ kirkj­una og er próstur í biskups­ døm­inum og varamaður hjá bispi. Ein av setningunum er at vera um­ sitingarligt millumlið millum bisp, prestar og kirkjuráð. Uni Næs er giftur Emily fødd Johansen og uppvaksin á Gerðar­leiti á Strondum. Børnini eru Fríða (1985) í Klaksvík, Lív (1988) í Havn, Bárður (1993) og Vár (1995) í Keypmannahavn. J Øssur Berghamar 70 ár Mánadagin 13. februar varð Øssur Berghamar 75 ár. Í summar vera tað 45 ár síðani, at hann flutti til Dan­ markar at arbeiða í kristnum og sosialum arbeiði. Vøggan stóð í Rættará í Havn. Foreldrini vóru Tinna og Sigurd Berg­hamar, sum seinni bygdu á Dala­ vegnum. Tey fingu fýra børn: Gunn­ vør, Øssur; Rúna og Erla. Eftir skúlagongdina lærdi Øssur í Sjóvinnubankanum, og so arbeiddi hann sum skrivstovumaður. Tað liggur væl fyri at fáast við sang og tónleik, og tað var heilt tíðliga, at Øssur var við til at mynda henda partin av samkomulívinum í Ebenezer. Hann sang við og stjórnaði onkuntíð sangkórinum, men tað var serliga í bíbliuflokkinum, sum Petur Háberg hevði ábyrgdina av, at Øssur arrangeraði og legði til rættis. Hann sang og spældi saman við øðrum, og miðskeiðis í seksti árunum vórðu Sangbrøður við Øssuri sum odda­ manni kendir um alt landið. Fram til fyrst í sjeyti árunum góvu teir tríggjar plátur út, og tað var ikki frítt, at sniðið var eitt sindur øðrvísi, enn tað var vanligt tá í tíðini. Í 1972 fluttu Susan, sum er úr Lond­on, og Øssur til Danmarkar, og har hava tey síðani búleikast. Opera­ tion Josva, sum var evangeliskt tiltak kring alt landið, helt til í Odense, og fleiri føroyingar vóru partur av tí arbeiðnum. Tað var meðan Susan og Øssur í eitt ár v ó r u við í hesum arbeiðnum, at hugsanin búnaðist um, at tørvur var á arbeiði millum føroyskar útisetar. Á sumri í 1973 fluttu tey til Keyp­ mannahavnar, har tey fóru undir verkið, sum tey síðani hava verið partur av, og sum hevur verið teirra lív. Kristnastova varð karmur um kristiligt og sosialt arbeiði millum føroyingar í danska høvuðsstaðnum og kring alt Danmark. Málið hevur alla tíðina verið at savna og í andaligum felagsskapi at fjálga um útisetar. Ikki minst teir sum eru undir lestri. Í 1979 vórðu húsini á Birmavej 36 á Amager keypt, og tignarligu húsini við merkinum í húnarhátt eru framvegis karmur um samkomur fyri føroyingar. Eisini teir, sum eru fast búgvandi, og sum nakrar ferðir um árið savnast til eldrasamkomur. Tey eru so ógvuliga mong, sum kunnu skriva undir uppá, hvussu stóran týdning arbeiðið í Kristnastovu hevði og hevur. Ein annar og ikki minni týdn­ ingarmikil og krevjandi partur av ar­ beiðnum er vitjunar­tænastan millum tey, sum eru í Keypmannahavn og søkja sær heilsubót, um tað so er á Ríkissjúkrahúsinum ella øðrum sjúkrahúsi ella á Hotel Tórshavn. Nú er nakað síðani, at leiðslan í Kristnastovu fór á yngri herðar, og Susan og Øssur fluttu út í Ganløse at búgva. Tey eru tó framvegis virkin. Gávurnar at yrkja og at kom­ ponera og harmonera løg eru ógvu­ liga góðar, og Øssur letur framvegis løg og yrkingar frá sær. Tað hanga ikki lepar við, og yrkingar og løg hjá 75 ára føðingardagsbarninum eru vorðin fólkaogn. Eitt nú Nú er summartíðin gylta og jólasangurin Kvirra um fjøll og fløtur, sum nú eisini verður sungin á norskum. Susan og Øssur eiga tveir synir – Andrew og Kristin Filip. Andrew, sum er føddur í 1971, er giftur Saru. Hon er hálv føroysk og hálv íslendsk og uppvaksin í Íslandi og í Esbjerg. Sara og Andrew eiga fýra børn – Hannah, Eva, Miriam og Noah. Tey búgva í danska høvuðsstaðnum. Kristin Filip, sum er føddur í 1975, býr í Randers. Hann er giftur Sóley, ið er ættað úr Klaksvík. Døtrarnar hjá teimum eru Vanja og Susan. J