týsdagur 14. februar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.banknordik.fo
Rentu
broytingar í
BankNordik
BankNordik lækkar útvaldar innlánsrentur við upp til
0,45 prosentstigum galdandi frá 15. mars 2017.
Broytingarnar verða framdar av handilsligum ávum og
verða at síggja í prísbók bankans á www.banknordik.fo,
tá ið tær koma í gildi.
SÝNSFÓLK
UPPGÁVAN
Uppgávan snýr seg um regluligt sýn av ak før um
og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend
við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlits -
støð stovnsins, og høvuðsarbeiðsstaðið verður í
Tórs havn. Tað eru 6 sýns fólk í starvi á deildini.
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum, at tú hevur bilmekanikara-
útbúgving og hollar royndir á økinum. Dentur
verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevnir
og ert fyrikomandi, men kortini kann fremja
sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er
ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum
stórvognsmekanikari, hevur teldukunnleika og
koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyr -
andi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna
og onnur aðalráð.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av møguligum prógvum
og viðmælum skulu sendast til:
Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO 110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 28. februar 2017. Fleiri upplýsingar fáast
við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara,
á tlf. 35 04 28.
Akstovan søkir eftir sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt.
Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og
akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting,
skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni
starvast 21 fólk.
Opið er aftur
sum vanligt
Eg taki eisini
pass- og koyrikort-
myndir eftir avtalu
Miðlahúsið
søkir tíðindafólk
Hevur tú hug at arbeiða við tíðindum, so ert tú kanska tann,
ið við sóknast eftir. Okkum tørvar fólk, ið kann skriva og
lesa tíðindi á Rás2 og skriva til hinar miðlapallarnar hjá
Miðlahúsinum, Sosialin, in.fo og Vikublaðið.
Tú verður partur av eini dynamiskari
redaktión, sum arbeiðir við tíðindum
at kalla allan sólarkringing.
Vit vænta av tær, at tú hevur nøs fyri
tíðindum og alla tíðina kanst vera úti
um teg og fanga tað, sum fyriferts í
samfelagnum
Viðkomandi útbúgving er ein fyri
munur. Men royndir og evni telja
eisini nógv.
Um starvið:
Fjøltáttað og mennandi starv í eini
miðlafyritøku í menning. Tú fært
sera góðar møgulleikar at menna teg
persónliga og fakliga.
Umsóknir skulu sendast við teldu
brævi til Eirik Lindenskov, ábyrgdar
blaðstjóra á eirikur@sosialurin.fo í
seinasta lagi fríggjadagin 17. februar
klokkan 12. Finna vit rætta persónin
verður starvið sett skjótast gjørligt.
Eru spurningar, ert tú altið vælkomin
at venda tær til Eirik Lindenskov,
blaðstjóra, á eirikur@sosialurin.fo ella
á 216409
Um Miðlahúsið: Miðlahúsið gevur út Sosialin, in.fo og Vikublaðið, og redaktiónin í Miðlahúsinum rekur eisini
útvarpstíðindini á Rás2. Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag,
mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Vikublaðið kemur út mánadag,
tá tað verður borið í hvørt hús í landinum. Tíðindi á Rás2 verða send úr Miðlahúsinum í Vágbotni gerandisdagar
klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum
hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið hevur heimasíðuna in.fo, sum er Føroya
fremsta best lisna heimasíða. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk
www.sosialurin.fo
eblaðið
sos.fo