Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 15. februar 2017 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dr. Jacobsensgøta 21, tel. 315 315 OPIÐ ER: MIKUDAGIN 15/2 KL. 12 - 19 HÓSDAGIN 16/2 KL. 12 - 19 FRÍGGJADAGIN 17/2 KL. 10 - 19 LEYGARDAGIN 18/2 KL. 10 - ALT SKAL ÚT -75% frá mikudegnum kl. 12 K R E A Karvatoftir 5, FO-530 Fuglafjørður, mh@mh.fo, www.mh.fo Uppgávan hjá leiðaranum er, at skipa eit forvitnisligt, livandi umhvørvi, ið dagliga bjóðar upplivingar. Leiðarin í Mentanarhúsinum skal fyrst og fremst brenna fyri avbjóðingini, hava dirvi at stinga út í kortið, raðfesta og megna at arbeiða við bæði stutt- og langtíðarkørmum. Uppgávan hjá leiðaranum er, at skipa eitt forvitnisligt, livandi umhvørvi, ið dagliga bjóðar upplivingar. Sum leiðari í Mentanarhúsinum skalt tú duga at ansa væl eftir húsinum og vera til reiðar at leggja nógva tíð og orku í at uppbyggja áhuga fyri húsinum. Arbeiðsuppgávur · Leiða og íverkseta · Fyriskipa og leggja til rættis · Kveikja áhuga, bæði lokalt og aðrastaðni · Menna samstørv og sambond við listafólk og feløg · Seta og leiða starvsfólk · Røkja sosialar miðlar, heima- síðu og miðlan yvirhøvur. Førleikar Leiðarin skal hava áhaldni og tolni at fyriskipa og íverkseta eina ætlan fyri Mentanarhúsið. Royndir og úrslit, ið vísa á nýhugsan og íverksetan, eru ein fyrimunur, á sama hátt sum útbúgving innan mentanaliga økið hevur stóran fyrimun. - Hugvekjandi og jaligt sinnalag og sterkir samskiftiseginleikar eru eisini millum teir førleikar, ið sóknast verður eftir. - Eitt gott eyga og praktiskar hendur, helst saman við leiðslu- og fyrisitingarligum royndum. Neyðugt er, at umsøkjarar eru sterkir í bæði føroyskum og útlendskum máli í talu og skrift, hava góðar telduførleikar, eitt kreativt háttalag, og vitan um sosialu miðla- og samskiftis- hættirnar. Vit bjóða Eitt sera spennandi leiðslustarv, við møguleika fyri at halda áfram at uppbyggja mentanarliga umhvørvið í Mentanarhúsinum. Sum leiðari verður tú ein partur av mentanartoyminum i Fugla- fjarðar kommunu og tín fyrsta uppgáva verður at seta starvfólk til Mentanarhúsið. Tilvísing Leiðarin í Mentanarhúsinum vísir til leiðaran á Mentanarøkinum. Løn og setanarviðurskifi Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir, saman við viðkomandi prógvum og viðmælum, skulu sendast til Fuglafjarðar Kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður. Freist Umsóknir skulu vera komm- ununi í hendi í seinasta lagi 1. mars 2016. Nærri kunning Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rønn Eliasen, leiðara á Mentanarøkinum, á telefon 238014, ella við at senda ein teldupost til ronn@fuglafjordur.fo Umráðandi er, at umsøkjararnir eru sinnaðir at arbeiða í ymsum toymum. Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at velja. Søkt verður efir leiðara til Mentanarhúsið í Fuglafirði, at seta 1. apríl, ella skjótast til ber. LEIÐARI TIL MENTANARHÚSIÐ Í FUGLAFIRÐI