Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 17. februar 2017 Tað er ikki vist, at uppskotið hjá Anniku Ol­sen at vraka avtaluna um innkomuvegin til Havn­ina og gera tunnili í staðin er so skila­góð. Hon vísir á, at tað kann ikki vera rætt at leggja ein innkoyrngarveg beint ígjøgnum tún­ið hjá fólki og síðani gjøgnum bygt øki all­an vegin yvir á Marknagilsvegin. Hon sigur tað heldur ikki vera skila­gott at vænta, at øll tunga ferðslan fer norð­ ur­eftir frá tunnilsmunnanum og so upp gjøgn­um brekkurnar í ætlaðu loysnini hjá und­an­farna býráð. Hon vísir á, at tá er nógv lætt­ari hjá teimum at snara til vinstru oman til Havnar og standa í bíðirøð á Hvíta­nes­ vegn­um, akkurát sum tey altíð hava gjørt. Í politikki er altíð eitt gott trick at halda hánt um ætlanir hjá øðrum. Og tað ger Ann­ ika Olsen eisini, tá hon sigur, at ætlaði inn­ koyr­ing­ar­veg­ur­in gongur »ígjøgnum tún­ið hjá fólki og síðani gjøgnum bygt øki«. Tá er so lætt at skjóta aftur og siga, at ætl­aði tunnilin hjá Anniku Olsen als ikki er til havn­ar­fólk, men til bygdafólk, sum skulu koyra til Havnar. Við hesi »loysnini« verður als ikki hugsað um tey okkurt um 4.000 fólkini í Hoy­víks­ hag­a­num og norðasta býlinginum í Havn, sum er økið við Villingardalsvegin og Sunds­ veg­in. Hesi fólk skulu í framtíðini standa í somu bíð­i­røð­um, meðan bygdafólk smíl­andi koyra und­ir Hoy­vík­ini beina leið út í Markn­ agil, har tey so kunnu standa í kø saman við trail­ar­um, sum skulu gjøgnum býin oman á Eyst­ar­u­bryggju. Sjálvandi skal ein nýggj vegaskipan gagna borgarunum í Havn – og tað ger tann ætl­an sum fyriliggur, tí hon knýtir saman høv­uðs­veg­ir­nar í Hoyvík í norðrara enda: Klingr­una, Løg­manna­breyt og Flatarvegin við Sunds­veg­in og Villingardalsvegin. Ferðslan á kommunalu vegunum gongur ikki tvørt­ur um innkoyringarvegin, men und­ir vegin. Tað hevur stóran týdning, at góð sam­ ferðsla er til íbúðarøki. Við ætlaða inn­koyr­ ing­ar­veg­num fer Hoyvík at liggja sera væl fyri við ein høvuðsferðsluæðr, har skjótt er koma oman í býin – og har skjótt og lætt slepst úr býnum, bæði suðureftir til Sand­oy­ ar, vest­ur í Vágar, í Norðstreym og norður í Eyst­ur­oy og til Klaksvíkar. At brúka nógvar kommunalar pengar til ein tunn­il til avbygdarfólk, sum havnar­borg­ ar­ar onga gleði og onga nyttu fáa av er oyðsl – og tað fer bara at seinka útbyggingini enn meira. Nevndin í Landsbanka Føroya hevði sín fyrsta fund í gjár, har nevndin var fullmannað. Nevnd­ in skipaði seg við Tummas Eliasen, sum for­ manni og Jan Otto Holm sum næstformanni. Umframt Tummas Eliasen, sum er útbúgvin scient pol og Jan Otto Holm, sum er útbúgvin cand. merc. eru hini í nevndini: Mathea Hilduberg, cand merc, Edvard Heen, cand econ, Kristoffur Laksám, stjórn­mála­frøð­ ing­ur, Elisabeth Eldevig, fiskivinnufrøðingur og Zvonko Mrdalo, phd í búskaparfrøði Ein tann fyrsta upp­gávan hjá nevnd­ ini verð­ur at lýsa eftir og seta stjóra fyri Lands­bankan. Ger Havnin tunnil til bygdafólk? Tummas Eliasen er for­mað­ur Landsbankin Les eisini blaðið á telefonini Fyrst ein so eingin hond... Høgni Djurhuus baksíðan Den yderste tid Tíðargrein síða 22-23 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri »Golden Harp« rak á sandin í Streym­nesi í 1924 – og har ligg­ur hon enn Vilmund Jacobsen Seinastaleygardag var óvanliga høg fjøra, sum sæst á viðheftu mynd, sum Kjartan Madsen hevur tikið. Í Streymnesi gjørdu tey sær dælt av høgu fjøruni og gingu út til skipsvrakið av Golden Harp, sum skjótt hevur ligið á Rivinum út fyri Streymnesi í hundrað ár. – Niels Juel Joensen, vanliga nevndur Nils á Selatrað, keypti Golden Harp úr Yarmouth hin 26. februar í 1903. Skipið skifti fleiri ferðir eigara. Í Sunda kommunu vita tey at siga, at tann eina veturin lá Golden Harp fyri teymi á Hvalvík. – Eina ódnarnátt av landsynningi sleit hon og rak inn á sandin. Hon varð ikki tikin út aftur og endaði sum vrak. Hetta hevur helst verið í 1924. Enn síggjast bondini stinga upp úr sandinum. Her kann leggjast aftrat, at eitt modell av Golden Harp hongur uppi í Skopunar kirkju. Her hevur Golden Harp ligið í 100 ár