hósdagur 16. februar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 21
8
PERSÓNSSØGA
øgiliga niðursetta hoyrn. Tað er ein
viðfødd sjúka. Tað er tó óvist, um
Benjamin Fríði hoyrdi, tá hann var
føddur, tí sjúkan kann hava ment
seg seinni í lívinum, greiðir Birita
Jacobsen frá.
Nú tað loksins eydnaðist
at staðfesta hvat var galið við
Benjamin Fríða Dam Jacobsen,
kundu læknarnir royna ymiskar
viðgerðir, ið skuldi hjálpa honum
at hoyra.
– Meðan vit vóru í Danmark
fingu vit hoyritól, ið Benjamin
Fríði skuldi brúka. Tað tímdi hann
illa at brúka, men hann vandi
seg skjótt við tey. Vit hildu eisini
at byrja við, at tað virkaði, men
skjótt varnaðust vit, at tað var
tilvildarligar reaktiónir, og ikki tað,
at hann hoyrdi nakað, greiðir Birita
Jacobsen frá.
Eftir ætlan skuldi Benjamin
Fríði Dam Jacobsen royna
hoyritólini í tveir mánaðir, men
longu eftir nøkrum fáum vikum
var greitt, at hoyritólini ikki
virkaðu sum ætlað. Sostatt mátti
familjan aftur til Danmarkar.
Nýggj loysn
Eftir at royndin við hoyritólunum
var miseydnað, var farið undir
fyrireikingarnar at geva Benjamin
Fríða Dam Jacobsen Cochlear
Implant. Tað innibar, at hann
skuldi leggjast undir skurð, og
nakrar elektrodur skuldu leggjast í
innara oyra, ið síðan vórðu knýttar
at tveimum lítlum boksum, ið hann
skuldi bera á sær.
Í stuttum virkar viðgerin so
leiðis, at elektrodurnar senda tekin
víðari til hoyrisentralin í heilanum,
so at Benjamin Fríði Dam Jacobsen
hoyrir.
20. november fór familjan til
Danmarkar, og 2. desember varð
Benjamin Fríði Dam Jacobsen
lagdur undir skurð.
Langir dagar
Hóast skurðviðgerðin var 2. des
ember, so var tað ikki fyrr enn
20. desember, at nýggja tólið
varð tendrað. Læknarnir høvdu
frammanundan fyrireikað for
eldrini upp á løtuna, og ávara tey
um, at tað var ómøguligt at spáa
um reaktiónina hjá soninum, tá
hann fór at hoyra aftur.
– Tað vóru nakrir ræðuligar
langir dagar eftir skurðviðgerðina,
har eg bara sat og bíðaði eftir
løtuni, tá hann fór at hoyra aftur.
Júst hvør reaktiónin var, um hann
gjørdist glaður ella bangin, tað var
líkamikið fyri meg. Eg ynski bara at
síggja onkra reaktión, sigur Birita
Jacobsen.
At byrja við var tó eingin
reaktión, tá tólið varð tendrað,
men eftir at hava skrúvað upp fyri
styrkini, sást brádliga ein reaktión,
tá bankað bleiv í borðið.
– Hann hugdi upp og byrjaði at
smílast. So bleiv hann eitt sindur
ósikkur og smæðin, tí hann visti
ikki reiðiliga hvat hendi, greiðir
Birita Jacobsen frá, og leggur
afturat.
– Eg kann ikki lýsa við orðum
hvussu tað føldist. Eg havi altíð
sagt, at tann løtan eg átti Benjamin
Fríða var tann størsta í mínum lívi,
men løtan tá hann hoyrdi, kann
væl samanlíknast við løtuna, tá
eg fyrstu ferð fekk hann upp í
armarnar.
Er meira róligur
Tríggir mánaðir eru farnir síðan, at
lítlan familjan var stødd í Danmark
og vónaði, at skurðviðgerðin fór
at hepnast væl. Nú er familjan
kom heim aftur til Føroyar, og
gerandisdagurin er byrjaður aftur.
Talan er tó um ein heilt annan
gerandisdag, tí nú hoyrir Benjamin
Fríði Dam Jacobsen tað, ið gongur
fyri seg.
– Hann virkar meira róligur, og
tykist at hava frið í sær sjálvum.
Hann hevur altíð verið ein glaður,
lítil drongur, men tað tykist, at
hann er vorðin glaðari nú, sigur
Birita Jacobsen.
Eftir skurðviðgerðina fekk
Birita Jacobsen at vita, at sonurin
helst fór at gerast lætt troyttur
teir fyrstu mánaðirnar eftir
skurðviðgerðina, tá hann fór at
nýta nýggja sansin. Tað tykist tó
ikki at vera ein trupulleiki.
– Tvørturímóti, so tykist hann
at orka betri enn nakrantíð áður.
Hann plagar at sova til døgurða,
men er tað ikki altíð neyðugt
longur. Fyrr mátti hann brúka
nógva orku at lesa tað, sum hendi
rundanum seg, tí hann hoyrdi
einki, men nú er tað vorði so nógv
lættari hjá honum, sigur Birita
Jacobsen.
Sum null ár
Eftir skurðviðgerðina eru málsligu
førleikarnir hjá Benjamin Fríða
Dam Jacobsen mentir nógv, síðan
hann byrjaði at hoyra.
– Hann hevur altíð gjørt ymisk
ljóð, men tey ljóðini eru broytt nú,
og eru vorðin meira fjølment. Hann
er farin at siga ma, ma, ma, ba, ba,
ba og enntá bena, bena, bena, bena,
so tað tykist sum hann lærir seg at
siga Benjamin nú. Tá ið hann einki
hoyrdi, tá visti hann jú ikki hvussu
alt ljóðaði, greiðir Birita Jacobsen
frá.
At Benjamin Fríði Dam Jacobsen
longu er byrjaður at læra seg tosa,
hevur tó tikið familjuna eitt sindur
á bóli.
– Vit fingu at vita, at nú tá hann
hoyrdi aftur, so var hann málsliga
sum eitt 0 ára gamalt barn, ið skuldi
læra alt. Men tað eru bara tríggir
mánaðir síðan, at hann hoyrdi
aftur, og hann roynir longu at tosa,
sigur ein errin Birita Jacobsen.
Eitt øðrvísi samskifti
Fyrstu tvey árini kundi tað vera
trupult at samskifta við Benjamin
Fríði Dam Jacobsen, tá hann ikki
hoyrdi tey mest grundleggjandi
tingini.
– Hann hoyrdi einki, tá eg
greiddi frá, at vit fóru út at spæla,
vitja ommu og abba ella busta tenn.
Sovorðin vanlig ting, ið foreldur
siga við børnini. Ella tá hann var
um at detta, hoyrdi hann ikki mína
ávaring. Tað var torført, minnist
Birita Jacobsen aftur á.
Men eftir, at hann hevur fingið
hoyrnina aftur, og er byrjaður at
siga ymisk orð, so er samskiftið
millum móðir og son kollvelt.
– Eg havi altíð sagt við hann, at
eg elski hann. Men nú veit eg, at
hann hoyrir meg. Tað er ræðuliga
stórt, og eg dugi ikki at lýsa tað
við orðum. Eg eri spent upp á hvat
framtíðin hevur at bjóða, nú hann
endiliga kann fortelja mær hvat
hann hugsar, hvat hann ynskir at
eta og hvat hann følir. Slík vanlig
ting, ið vit taka fyri givið. At bara
hoyra hann siga hey, bei og eg elski
teg, sigur Birita Jacobsen.
Ein drúgv bíðitíð
Birita Jacobsen kann í dag gleðast
yvir, at sonurin hevur fingið
hoyrnina aftur, men samstundis,
so er hon hørm um, at tað
skuldi ganga so leingi áðrenn
heilsumyndugleikarnir staðfestu
trupulleikan.
– Hetta hevur verið ein drúgv
tilgongd, har vit fleiri ferðir vóru
í Oyrnadeildini og royndu at
staðfesta hvat var galið. Eg hevði
alla tíðina varhugan av, at okkurt
var á vási. Men tað er deiligt, at tað
bleiv staðfest til endans, tí tá føldi
eg, at eg loksins varð hoyrd.
Sjálv heldur hon tó, at
heilsuverkið kundi, og átti, at havt
funnið trupulleikan skjótari.
– Tað virkar fyri mær sum, at
tey tóku sær ov góða tíð. Benjamin
Fríði verður trý ár um eitt hálvt ár,
og er tað kritiska aldursmarkið fyri
børn at læra at tosa. Eg hevði ynskt,
at vit fingu hjálpina fyrr, so hann
var komin longri í menningini í
dag. Tá hevði hann verið nógvar
frustratiónir fyriuttan, sigur Birita
Jacobsen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Júst hvør
reaktiónin var,
um hann gjørdist
glaður ella
bangin, tað var
líkamikið fyri
meg. Eg ynski
bara at síggja
onkra reaktión
Cochlear implant
Cochlear implant er eitt elektroniskt tól, ið kann gera arbeiðið
hjá einum skaddum innara oyra. Meðan hoyritól gera ljóð
harðari, so ger Cochlear implant arbeiðið hjá innara oyranum,
og sendir ljóðtekin til heilan.
Auditiv neuropati
Auditiv neuropati er ein sjúka har innara oyra móttekur ljóð,
men ljóðini ikki verða rætt skrásett av heilanum. Eyðkennini av
Auditiv neuropati kann m.a. vera vánalig hoyrn, trupulleikar
at skilja talu og trupulleikar at tosa.
– Tey kundu ikki siga við vissu, um Benjamin Fríði Dam Jacobsen hoyrdi nakað,
ella um tað var tilvild, at hann vendi sær og hugdi at skerminum