Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Komandi vikuskifti verður stóra steypafinalu vikuskifti í flogbólti á skránni í høllini á Hálsi í Havn. Ikki færri enn 10 finalur skulu spælast Stórt flogbólts­viku­ skifti fyri framman Terji Nielsen K omandi vikuskifti er eitt viku­ skifti, sum allar flogbólts-Før­ oyar síggja fram til í næstan eitt heilt ár. Tá eru nevnliga árligu steypa­ finalurnar á skránni. Sum vanligt er, so verða finalurnar spældar í høllini á Hálsi í Havn, og karmarnir til sjálvar finalurnar eru sum vanligt í serflokki. Skapar ein serligan dám Flogbóltssamband Føroya hevur seinnu mongu árini lagt stóran dent á, at karmarnir til steypafinalurnar skulu verða nakað heilt serligt, og hesin málsetningurin hevur væl og virði­liga lukkast hjá teimum. Serligt gólv verður lagt í høllini, og nógv verður gjørt burtur úr við tónleiki, frásøgn, dómarum og øllum møguligum, sum kann vera við til at geva bæði leikarum og áskoðarum ein minniligan dag í høllini. Tí er tað ein heilt serligur dámur í høllini undir sjálvum finalunum. Breið umboðan Leikligu hæddarpunktini um viku­skift­ ið eru ivaleyst tær báðar finalurnar í ávikavíst kvinnu- og manskappingini. Hjá kvinnunum eru tað KÍF úr Kolla­ firði og TB av Tvøroyri, sum dystast, meðan tað hjá monnunum eru Fleyr úr Havn og SÍ úr Sørvági, sum skulu kappast. Tað vil siga, at tað eru fýra ymisk feløg, sum eru umboðað í finalunum hjá teimum vaksnu. Og júst hetta við nógvum ymiskum feløgum er eisini afturvendandi, um vit hyggja eftir finalunum í yngru deild­unum. Gamaní eru tað summi feløg, ið eru betri umboðað enn onn­ ur, men fakta er, at ikki færri enn seks ymisk feløg eru umboðað í teim­um tilsamans átta ungdóms-steypa­ finalunum. Fleyr og SÍ eru feløgini, ið eru um­ boðað í flestu finalunum. Umframt at júst hesi bæði feløg hittast í mans­ finaluni, so eru ungdómslið hjá Fleyr og SÍ í ikki færri enn seks ungdóms- steypa­finalum hvør. Viðhaldsfólkini hjá ymsu feløg­ unum plaga vanliga eisini at møta fjølment til steypafinalurnar, so tað er einki at ivast í, at talan verður um nakrar stuttligar dagar í høllini á Hálsi um vikuskiftið. Dystaryvirlit: Leygardagur 25. februar: Tíð: Aldursbólkur: Lið: K. 9:30 Dreingir 12 Fleyr a – SÍ Kl. 13:00 Kvinnur KÍF – TB Kl. 15:30 Menn Fleyr – SÍ Kl. 18:00 Gentur 14 Fleyr a – SÍ a Sunnudagur 26. februar: Tíð: Aldursbólkur: Lið: Kl. 13:00 Gentur 12 SÍ a – KÍF a Kl. 14:15 Mansunglingar Fleyr – SÍ Kl. 15:30 Gentur 16 Fleyr a – TB Kl. 16:45 Dreingir 14 SÍ – Fleyr Kl. 18:00 Kvinnuunglingar ÍF – Mjølnir Kl. 19:15 Dreingir 16 SÍ - Fleyr Kvinnufinalan 2016: Frá finaludystinum hjá kvinnunum í fjør SÍ-ungdómar: Sørvingar standa seg vanliga sera væl í yngru deildunum Fjepparar: Viðhaldsfólk hjá ymsu feløgunum plaga at møta fjølment og ger sítt til, at tað er ein serligur stemningur í høllini