mánadagur 20. februar 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Børn & Ung
Vilmund Jacobsen
T
að er vanligt at hoyra, at børn
spæla ikki úti longur, soleiðis
sum tey gjørdu áður. Meira
áhugavert tykist tað at vera, sum
sæst á filmi ella í spølum á teldu
skíggjanum ella fartelefonini.
– Tíbetur eru nógv uppi í ítrótti og
fáa soleiðis likamsvenjing. Yvirhøvur
mundu børn finna upp á meira fyrr,
enn tey gera nú, og tey rusaðust nógv
úti.
Tað verður sagt á heimasíðuni –
www.fannir.fo. Hetta er heimasíðan
hjá Forlagnum Fannir, sum Marianna
Debes og Árni Dahl settu á stovn í
1978.
Nú Vikublaðið hevur nakrar síður
um Børn & Ung í dag, hava vit hugt
á heimasíðuna hjá Forlagnum Fannir.
Eitt, sum er rættiliga áhugavert
á www.fannir.fo, er eitt savn við ym
iskum barnaspølum og frásagnum um
hesi spøl, og tað er í fyrsta lagi Marius
Johannesen (1905-1986), sum hevur
gjørt burtur úr hesum.
Forlagið Fannir vísir á, at Marius
Johannesen skrivaði bók um føroysk
barnaspøl, og henda bók kom út í
1979.
– Tað var bókaforlagið Grønalíð,
sum gav bókina – Føroysk barnaspøl
- út, og forlagið hevur loyvt okkum at
brúka tilfarið á okkara heimasíðu, vita
www.fannir.fo at siga.
Lagt verður aftrat, at tilfarið er
skipað í innispøl og útispøl, og vita
fólk onkur spøl aftrat, sum tey halda
áttu at ligið á heimasíðuni, eru tey
vælkomin at senda tilfar til fannir@
olivant.fo
Í savninum yvir inni-og útispøl eru
tilsamans 153 ymisk spøl, og heitið
á hvørjum spæli er samstundis ein
leikja, sum tú kanst trýsta á og fáa
kunning um ávísa spælið.
Vit fara her at nevna nøkur av
spølunum – við stuttari frásøgn úr
savninum um hvørt spælið.
153 barnaspøl at
spæla úti og inni
Á heimasíðuni – www.fannir.fo – liggur stórt savn og frásagnir um ymisk barnaspøl, sum
spæld vórðu í gamlari tíð og spæld hava verið heilt upp til okkara dagar. Enn liva ivaleyst
nøkur av hesum spølum millum børn og ung, men nógv eru farin í gloymskuna
Eitt stórt savn
Um heimasíðuna
www.fannir.fo
kanst tú lesa um
øll hesi 153 úti- og
innispølini, og her eru
nógv spøl, ið mong
kenna aftur.
At kasta kráku
Í sínari frásøgn um barnaspøl, vísir Marius Johannesen
á, at tað vóru summir dagar, sum vóru nógv fram
um aðrar vanligar dagar - eisini, hvat spæli viðvíkti.
Í hesum sambandi nevnir hann eitt nú, 2. februar,
kyndilsmessudag, tá bæði dreingir og gentur tíðliga
um morgunin fóru út at kasta kráku. Tað var
ynskingarspælið fram um øll onnur, sum Marius
Johannesen tekur til.
– Tú skuldi hava ein fittan stein, sum tú helst
hevði tikið úr fjøruni niðri undir kirkjugarðinum, og
tú skuldi hava ein torvkongul og okkurt bein av
seyði.
Í frásøgni síni um »At kasta kráku« sigur
Marius Johannesen víðari:
– Tíðliga á morgni kyndilsmessu
dag var tú á fótum og royndi at
sleppa so nær fyrstu kráku, tú
sást sum møguligt. Tú kastar
so kráku við at siga: »Eg
kasti stein, tær til mein
- ella fá ikki mein - eg
kasti bein - ber tað væl heim
- eg kasti torvu - nú er krákan horvin!« Meðan tú sigur
hetta, kastar tú steinin, beinið og torvuna, og tá krákan
fer á flog, hyggur tú í hvørja ætt hon flýgur. Og haðani
krákan flýgur, fært tú gentu, um tú ert drongur – og
gentan fær mann.
At enda í hesi frásøgn um »At kasta kráku«, sigur
Marius Johannesen hesa søgu:
– Ein drongur í Mikladali var so heppin ella
óheppin, at hann rakti krákuna við
steininum, og hann rakti hana so
meint, at hon doyði, men hann
gjørdist gamal drongur.
At spæla
við bløðrur
Tað vóru ikki bara hornini, ið
smábørnini gleddu seg til, tá tað
fór at nærkast heystardegnum.
Eisini bløðrurnar vóru vælkomnar,
serliga hjá teimum yngru. Serliga
vælkomnar vóru bløðrur úr veðri
ella ærsbløðrur, tí tær fingust so
nógv størri enn lambsbløðrurnar.
Veðra- og veðurlambsbløðrur
vóru lættari at fáast við, tí har var
einki at skilja, men ærsbløðruni
hekk so nógv uppi í. Tí ráddi um
at duga at skilja, at ikki hol skuldi
koma á, men vanliga hjálpti onkur
av teimum eldru, sum hevði knív
uppi á sær.
Tá bløðran var skild, var
at hava ein pípulegg ella eina
gásafjøður at blása við, men fyrst
skuldi bløðran mýkjast fyri at fáa
hana stóra. Eitt sindur av luft varð
blást í bløðruna, og so varð hildið
um hálsin, meðan tú mýkti hana
millum fingrarnar. Tá tú helt, at nú
var nóg væl mýkt, so var at blása,
og tað ráddi um at blása dúgliga,
men kortini ansa eftir, at bløðran
ikki brast. Tá bløðran var vorðin
nóg stór, var at binda fyri hálsin og
heingja hana upp at torna.
Bløðrurnar hingu nú uppi til
fastalávint. Tá sluppu børnini at
bresta tær, tí tá var einki fýrverk at
fáa í handlunum.
Tey, sum ongan seyð áttu,
plagdu at biðja sær bløðrur frá
teimum, sum flettu nógv. Bløðra
úr kenningarseyði varð tó ikki
latin, tí tað kundi valda óhapp.
At hoppa um band
Nú fáast hoppibond í handlunum, men tá Marius Johannesen
var ungur, máttu tey finna sær ein snørisstubba – ella biðja
tey vaksnu um hann. Hesin stubbin skuldi vera so langur, at tá
tú hevði vundið hann eina ferð um hvørja hondina, og
tú trakkaði í buktina, so skuldi hann røkka upp undir
hendurnar báðumegin.
So galt um, meðan tú sveiggjaði snørið aftur eftir upp
um høvdið og framyvir, at leypa upp um buktina í røttu
løtuni - og so at halda á so ofta, sum tú kundi. Tað bar
eisini til at hoppa aftureftir. Tá sveiggjaði tú snørinum øvuta
vegin, og tað bar eisini til at krosskasta í tí, tú leypst, og
ymiskar sovorðnar kunstir bar til at gera. Men, kappingin var
helst um, hvør kundi gera flestu hoppini uttan mistak.
Tey brúktu eisini longri tog, sum tvey hildu hvørt í sín
endan á og sveiggjaðu. Tá kundu fleiri hoppa í senn, og tá ráddi
um, hvat av børnunum kundi halda longst á við at hoppa.
... og lakkisteinarnir
ikki at gloyma ...