Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Ongantíð hevur politiska skipanin verið so nær við at gera eina semju um nýskipan av fiskivinnuni, sum nú. Meðan hesar reglur verða skrivaðar eru sein­astu tingingar í gongd mill­um sam­gonguna og Sam­bands­ flokkin. Hesir partarnir hava í nakrar vikur samráðst um, hvussu føroyska fiskivinnan skal skipast eftir 1.januar kom­andi ár. Samráðingarnar byggja á upporitið frá nýskipanar­ bólkinum, uppskot frá sam­ gonguni og á uppskotið, sum Sambandsflokkurin al­mannakunngjørdi í no­ vemb­er. Tað er eitt rættuliga um­ fatandi arbeiði at gera eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. Talan er bæði um nógvar tekniskar broyt­ing­ ar, men talan er so sanniliga eisini um veruligan politikk. Politikk har virðini í sam­ felagnum verða býtt. Núgaldandi skipan var søgd upp at fara úr gildi 31. desember í ár. Hendan uppsøgnin var gjørd í 2007 við undirtøku av øllum flokkum á tingi. Síðani tá hevur verið tos­ að um nýggja skipan, men ongar ítøkiligar royndir eru gjørdar at skipa fiskivinnuna av nýggjum síðani tá. Ikki fyrr enn nústiandi samgonga tók við 15. september 2015 hevur spurningurin fingið nakra veruliga viðgerð. Og nú er altso komið hartil, at tingfólk meta, at møgu­leikarnir fyri semju liggja á 75 prosentum. Vænt­ andi verður ein endalig støða um at leggja eitt uppskot fram, tikin í dag og so verður uppskotið borið Løgtingsins umsiting týsdagin. Uppboðssølan Stóri spurningurin um nýggja fiskivinnuskipan, hev­ur síðani nýskipanar­ bólk­urin var settur, verið um upp­boðssølu av rættindum. Høgni Hoydal, lands­ stýrismaður við fiskivinnu­ málum, og stórir partar av sam­gonguni hava allatíðina víst á, at uppboðssølu er rætti mátin at luta fiski­rættindini millum teirra, sum vilja taka lut í fiskivinnuni. Í hvussu so er, hevur alla tíðina verið talan um eina marknaðarskipan, so farið verður frá politiskari útluting av rættindum, sum tað verður nevnt. Í tíðarskeiðnum, meðan arbeitt hevur verið við nýggj­ari skipan, hevur alt kjak tikið støðu í, hvat skal seljast um eina uppboðssølu og hvusszu nógv av verandi rættindum, aktørarnir í fiskivinnuni sleppa at varð­ veita. Spurningurin um upp­ boðs­søluna hevur eisini verið ein av knastunum í sam­ráð­ingunum í seinastuni mill­um samgonguna og Sam­ bandsflokkin. Í gjár hevði Sambands­ flokkurin innanhýsis fund um samráðingarnar og fund­urin endaði við, at sam­ gongan fekk eitt bræv frá Sambandsflokkinum, har millum annað spurningurin um uppboðssøluna verður umrøddur. Hvat skal seljast Sjálvt um spurningurin um uppboðssølu er eitt høv­ uðsevni í kjakinum, so er torført heilt greitt at fáa at vita, hvat tað er sum skal selj­ ast yvir uppboðssølu. Talan er um nýtt til­feing­ ið, sum kemur afturat – tað vil helst siga, at vaksa kvotur óvanliga nógv, so skal hetta seljast um eina uppboðssølu. At kvotan veksur, tí at mest loyvdsa veiðan fer upp, verður ikki mett sum nýggj kvota. Hinvegin er hetta, tá ið vit sjálvi tildømis áseta okkum egna hægri kvotu. Tá er talan um nýtt tilfeingi. Tað sama ger seg gald­ andi, vísir tað seg, at nýggj fiskasløg vísa seg í før­oysk­ um farvatni, sum vit ann­ars ikki áðuir hava veitt. Júst uppboðssølan um hesi rættindi er ósemjan neyv­an so stór u, men hin parturin er, hvussu nógv av teimum sokallaðu søguligu rættindunum skulu seljast á auktión. Sum vit hava skilt tað, so verður togast um, hvørt 10 prosent skulu yvir upp­ boðs­sølu ella heilt uppí 20 pro­sent. Samgongan ynskir, at ein so stórur partur sum møgu­ ligt fer yvir upp­boðs­sølu, meðan sam­ráð­ingar­menn­ irnir hjá Sambands­flokk­in­ um royna at draga pro­sent­ talið niður. Tíðin rennur undan Alt bendir á, at samráðing­ arnar millum samgonguna og Sambandsflokkin enda nú og tað vil siga, at nú fer at røkka ella støkka. Tað kann tykjast undar­ ligt, at politiska skipanin nú kemur í tíðarneyð, tí hetta NÝSKIPAN NÚ SKAL RØKKA ELLA STØKKA Í MÁLINUM UM FISKIVINNUNA Dagarnir í hesi vikuni avgerð lagnuna hjá fiskivinnuni – men eisini lagnuna hjá samgonguni Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur í seinastuni samráðst viðå landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fór av álvara undir at seta ferð á málið um eina nýggja fiskivinnuskipan Framhald á síðu 6